leygardagur 28. februar 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Kannan av
fosturvatninum
Eg haldi meg hava
hoyrt, at kvinnur, sum
eru yvir 35 ár og eru við
barn, skulu hava fost-
urvatnið kannað.
Hetta verður bert gjert
í Danmark Verður
hetta gjert í ellum fer-
um og verða allar
kvinnur, sum eru meir
enn 35 ár og eru við
barn, sendar til Dan-
markar at gera roynd
av fosturvatninum?
Hvussu stóran týdning
hevur tað at fostur-
vatnið verður kannað.
Hvussu ofta fara fer-
oyskar kvinnur til Dan-
markar fyri at kanna
fosturvatnið? Hvussu
verður hetta gjert og
nær?
svar:
Øllum kvinnum yvir 35
ár og sum eru við barn,
stendur í boði at gera
serstaka kanning av
fosturvatninum. Hetta
verður gjert fyri at
vita, um barnið er full-
fíggjað, tí at meguleik-
arnir fyri, at bernini
verða ófullfíggjað eru
vaksandi við hækkandi
aldri á barnakonuni, so
meguleiki verður at
taka steðu til at av-
bróta graviditetin.
Hetta er nakað, sum
stendur viðkomandi
barnakonu frítt fyri,
hvat hon ynskir at
gera.
Henda kanning fer
fram í Danmark, av tí
at tað enn ikki hava
verið ráð til at fáa tílíkt
tól her á Landssjúkra-
húsinum Sjálvandi
gjalda tygum ikki ferð-
ina til Danmarkar
sjálv, og um tygum
ynskja kanning, skulu
tygum fara til lækna
tygara í fyrsta umfari
Eru P-pillarnir
tryggir?
Eg vildi fegin fingið at
vita, um Mikrogyn P-
pillarnir eru av teim
tryggastu.
Eg havi tikið teir í 4
mør. Kann meguleiki
vera fyri at eg eri vorð-
in upp á vegin, tá eg
næstan einki bleddi við
síðstu menstruatión?
Kann man blíva
uppá vegin í tí vikuni
pausan er, sjálvt um
man byrjar at bleða í
kummu, ella um
menstruatiónin ikki
kemur fyrr enn síðst í
pausuni?
Tá ið menstruatiónin
kemur so óregluliga,
kunnu so hesir P-pill-
arar vera teir rettu til
mín?
Ung
svar:
1. Allir P-pillarar eru
tryggir. Tað serliga við
Mikrogyn er, at teir eru
av tí slagnum, har lítið
er av hormonunum
Østrogen. Eisini kallað
lágestrogenpillarar.
2. Tá tygum nú hava
tikið teir í 4 mðr. og
ongantíð gloymt teir,
so er eingin meguleiki
fyri at tygum eru uppá
vegin. Tað hevur einki
at siga, um seinasta
menstruatiónin var
ógvuliga lítil. Hetta er
eitt normalt fyribrigdi,
tá ein tekur P-pillarar.
3. Sum nevnt oman-
fyri, so eru P-pillarar-
nir ógvuliga tryggir og
eingin meguleiki er fyri
at gerast uppá vegin,
heldur ikki í talblett-
pausuni. Og tað hevur
heldur einki at siga, um
bleðingarnar koma
i i paus
fyrst ella sidst
Niðursteða:
Haldið
atram at
tygum bert
taka Mikro-
gyn
SOSIALURIN
———an=—
El Salvador i dag
— Føroyar i morgin?
Fólkaflokkurin vil so fegin
hava monopol upp á at
vera verji av kristindóm-
inum.
Eitt demi, sum sigur
nakað um Fólkafloksins
steðu til kristindómin, er
tað lítla landið El Salva-
dor. Sum vit vita, hevur
Dagblaðið útrópt nýggja
amerikanska forsetan
Ronald Reagan til at vera
fólkafloksmann, enntá ser-
liga góðan fólkafloks-
mann. Í hesum degum er
hesin maðurin, saman við
bestamanni sínum Alex-
ander Haig og teimum fáu
gangstarunum, sum hava
tiltuskad sær rædid yvir
El Salvador, vid at ut-
rudda ta katólsku kirkj-
una í landinum. Orsøkin er
einfeld. Kirkjan hevur
valt at styðja fólkið í land-
inum ímóti teimum fjúrt-
an ættunum, sum halda tí
niðri i fåtækdømi og ótta.
Sum feroyskir hyggjarar
sóu í filminum fyri stutt-
um um El Salvador, verð-
ur fólkið, menn, kvinnur
og bern, umframt at líða
hungur og neyð dagliga,
jagstrað, dripið og terrori-
serað av landsins terror-
korpsum — við fullum
stuðuli frá Reagan og
Haig. Men fyrst og fremst
rakar terrorin kirkjuna —
prestar, biskuppar, munk-
ar, nunnur.
Síðan Fólkaflokkurin
fyri 6 árum síðan gjerdist
fascistiskur aftur, er hent
mangt, sum bendir á, at
vit í Feroyum eru við at
nærkast salvadoreanskum
tilstandum:
1. Dagblaðið styðjar
morð sum politiskt vápn.
2. Fólkaflokkurin gong-
ar morð sum politiskt
vápn.
2. Fólkaflokkurin gong-
ur inn fyri, at Tingið við
makt verður sett frá, tá ið
legir og umsteður loyva
tað.
3. Fólkaflokkurin gong-
ur inn fyri terrori móti tí
einstaka feroyska borgar-
anum. Samanber Brix-
sakina og terror ferðina til
Tjernuvíkar í heyst. Mær
er sagt, at Ó.J. Rólantsson
hevur heiðurin fyri hesa
skarnsgerð. Um so er,
undrar tað meg, at hesin
maður torir at vísa seg
millum fólk aftur, tíans-
heldur vágar, at seta sítt
navn á prent aftur.
Í filminum um Guate-
mala í føroyska sjónvarp-
inum seinasta leygardag
— eitt land, sum í mong-
um lutum ikki er ólíkt El
Salvador — sást ein gríp-
andi mynd: ein kona við
trimum bernum hevði
sníkt seg til eina samreðu
við blað- og filmfólkini hjá
BBC. Fáar tímar framm-
anundan var maður
hennara lamdur í hel við
eini jarnstong. Rundan
um mammuna og á fangi
hennara sótu bernini,
spyrjandi, ráðaleys og
bangin.
Ein mynd av Feroyum
um tiggju ár, eftir at
fólkafloksharðræðið,
skumpað í gongd av Hák-
uni Djurhuus, Steingrími
Niclasen og Jógvani Sund-
stein, hevur traðkað sín
jarnhæl niður andlitið á
foroyinginum?
Hetta er ikki skemt.
Hetta er ramasta álvara.
Feroyingar! Raknið við,
áðrenn tað er ov seint!
arbeiðsmaður
PS. Eg beri Jan Miller
eina hjartaliga tekk fyri
sína siðiligu og djørvu
grein. Góði Jan! Halt fram
og statt stinnur. Vit eru
mong, ið taka heilt og fult
undir við tær.
Flakavirki kemur á Sandi
— at enda. Viðmerking
til »sjomadur«
Ein sjómaður á Sandi
skrivar um hetta mál í So-
sialinum 21/2-81 og nýtur
hesa umtalu av eini grein
hjá heimasandsmanni í
farna blaði:
„lítið-sigandi, nógv orð
plegir seg
svimur so runt — vevjir
ymisk hugtek saman —
Per stoltari og raskari enn
Pól — Hans eigur fleiri
bátar og pengar enn Jens
dunnuhyljasteði -
kveistra alt til viks —
paranoidiska greinin
appelerar til vánaligastu
eginleikan menniskjans
illgita óviðkomandi
fjas konservativar
kreftir«.
Sutt sagt, tað ein kann
kalla eitt illsinnisgleps.
fram
Góði sjómaður, eg ivist
i, um tå livir upp til tad
stødi, sum tú sjálvur eftir-
lýsir hjá eðrum? Omanfyri
nevnda endurgeving úr
lesarabrævi tínum ber vist
einki prógv herum?
Heimasandsmaður
greiddi frá seguni tey sein-
astu tíggju árini at fáa ar-
beiðspláss í bygdini á
Sandi. Tað, tú skrivar,
stóð ikki í greinini, sum
neyvan heldur var aftur-
svar til tín aleina, so víti
eg skilji, men til alt tað,
sum staðið hevur í blødun-
um um málið í seinastuni.
Avgerð er tikin um út-
byggingina hjá PF Borg-
ini fyri 1 1/2 ári síðani av
Feroya Landsstýri, Bú-
skaparráð Feroya, Egns-
udviklingsfonden, um-
framt av leidsluni i Borg-
ini tå. Val hava verið i
heyst, var tå nakar ímóti
hesi útbygging, ella vísti
úrslitið av valinum nakað
ímóti hesi avgerð?
Í dag er ov seint at tosa
um alternativ tiltøk, men
tad er kanska bædi rætt og
neyðugt at tosa um >supp-
lerandi« tiltøk.
Mær er sagt, at tær
nevndir, sum sótu í PF
Borgini árini 1976—79 ella
harumleið, arbeiddu fyri
at finna alternativar
meguleikar — kanska sjó-
maður var við í onkrari av
hesum nevndum? Um tú
meinar tað væl við eðrum
ella meira tiltøkum í sam-
band við fiskavirki á
Sandi, so far ikki aftur í
blødini við hesum, men
kom á aðalfundin hjá virk-
inum seinast í mars í ár og
for tína hugsan fram.
Kanska verður tú so at
koma inn í nevndina, so tú
har kann virka fyri tíni
hugsan. Har er rætta
staðið at koma við góðum
ráðum.
At enda: orðið >parano-
idisk< fyrikemur mær aka-
demiskt, ella er tað eitt
„sjómans-úttrykk<? Onku-
staðir stendur skrivað:
»din tale røber dig«.
Nú er væl klandrast um
hetta mál, nú er brúk fyri
positivum kreftum —
latum okkum í Sandoyar
valdømi finna saman til
samstarv — oyggjunum
báðum at frami.
Á Sandi, tann 22/2-1981
Jákup Birgir Mohr
Bygdaráðsformaður
Diskriminering av ungdóminum
i Hvalba
Hvar er
lagid i bygdini'
arbeiðsmannafe-
)
Hvat er tað fyri arbeiðs-
felagar, ið lata hetta um
seg ganga, at unglingur
verður koyrdur úr arbeiði
og 5-6 aðrir, ið vilja á al
ment arbeiðspláss, ið róp
ir eftir arbeidskraft, ikk
til arbeiðis, t
eru ræddir egnum
skinni. Hett stuðulin
frá landinum verður uppi,
og so allir verða arbeiðs-
leysir
Mlar Føroyar rópa eftir
koli og ikki kolamolin er í
Felagið Roynds
tiknir fyrr enn í febr
mår., so stórur eftirspurn-
ingur er eftir koli, og einki
er á lagur í Hvalba.
Tá nú menn hesar vet-
rarmánaðir vilja bróta kol,
so er nakað spinnandi
galið, tá teir verða koyrdir
til húsa
Stjórnin
arbeiðs-
mannafelagnum Royn: Vit
vænta av tykkum, at tit
lata ikki hetta um tykkum
ganga, at tit lata ein ella
báðar tveir stagneraðar
serlingar, sum aldri hava
sáað annað enn split og
klandur í bygdini, at hesir
skulu hava síðsta orð
Framhald á síðu 6