Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Star Coast á Funningsfirði við hyljum Fyrsta farmaskip í Funningsfirði: X— 20 nýggir hyljar til alistóðina Næstseinasta sunnudag kom farmaskipið Star Coast inn á Funningsfjerð við tilsamans 24 norskum alihyljum. Teir 20 eru til alisteðina Joki í Funnings- firði og hinir fýra til P/f Fiskaaling Hyljarnir landi og í næstum kemur ein norðmaður til Feroya at sveisa hyljarnar saman. Hetta eru teir hyljarnir, sum eru komnir ístaðin fyri verandi aluminiums- hyljar, sum vístu seg at vera ónýtligir at brúka í Feroyum. John Andrea- sen, alari sigur, at tað helst ganga einar tvær til tríggjar vikur, áðrenn hesir nýggju hyljarnir eru í sjónum. Tað hevur annars verið eitt sindur av tvídrátti í blødunum um keypi av hesum nýggju norsku hyljunum. Frá feroyskari síðu hevur verið víst á, at tað er skeivt at fara til Noregs eftir hyljum, tá hesir kunnu gerast í Fer- liggja nú á oyum. Vit bóðu John Andrea- sen siga sína áskoðan hesum máli. Hann sigur: — Idnadargrunnurin, sum fíggjar stóran part av hesum hyljunum, setti Anfinn Setberg verkfreð- ing at vera ráðgeva í hesum máli. Anfinn Set- berg og eg sjálvur funnu fram til, at tað besta av plasthyljum til at brúka í Funningsfirði var til keyps í Noregi Vágaverk — Men Marinplast í Kald- bak og verkstaðurin Metric í Havn hava jú gjert plasthyljar. Hava teir verið eftirspurdir áðrenn? — Eg veit væl, at Marin- plast hevur gjert hylj- arnar hjá Salmo, sum verða nýttir í Kaldbaks- firði. Men eg visti ikki, at teir sum so framleiða hylj- ar til at brúka i Føroyum. Hyljarnir verða lossaðir í land Hetta hava teir so ongan- tíð gjørt vart við. Hvat viðvíkur teimum hyljun- um, so er til tað at siga, at hesir hyljar eru ongantíð royndir í Funningsfirði Eg vildi hildið, at nú vit hava verið so óhepnir at fáa ónýtiligar aluminiums- hyljar, at tað var ov vága- ligt at fara at eksperimen- tera við feroyskum plast- hyljum í Funningsfirði. Sjálvandi eiga vit at verja um tað, sum er føroyskt, men aktuellu um- stødurnar mugu tå eisini hava nakad at siga John Andreasen upp- lysir annars, at P/f Joki i Funningsfirði sjålvt hevur í umbúnað at fara at gera hyljar. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, tí vit vilja hava nakað av royndum, áðrenn vit fara undir veruliga framleiðslu. John vísir annars á, at P/f Fiskaaling, sum fyrr hevur roynt hyljar frá Marinplast, nú fekk fýra hyljar úr Noregi av sama slag, sum teir hjá Joki. SOSIALURIN Hjartasuff frå fiskaalara: Båturin kemur ov seint mist fyri 600.000 kr. — Hevdi Ídnaðargrunn- urin játtað okkum lán til keyp av einum fóðurbáti seinasta vår, so høvdu vit ikki havt mist millum 20 og 30 tons í vekstri til eitt virði uppá umleið 600.000 kr. Hetta sigur John Andrea- sen, fiskaalari í Funnings- firði. Hann heldur fyri, at umframt tað dagliga strevið at fáa eina nýggja vinnu upp á beinini i Feroyum, so skal ein stríð- ast við myndugleikarnar at fáa fígging til tað, sum ein steð ikki kann vera fyiruttan. Hann nevnir í hesum sambandi fóðurbátin, sum kom við Star Coast seinasta sunnudag. Hetta er ein glasfipurbátur, sum er gjørdur serliga til fiska- aling at fóðra við og at Ein vinna í menning. Vit síggja her nýggja og stásiliga farið, sum P/f Joki i Funnings- firði hevur keypt í Noregi. Hetta er ein fóðurbátur, sum eisini skal nýtast til at flyta flyta smolt í. Báturin er 25 fót langur, lastar 4 tons og hevur eina 52 heysta maskina. Umborð er eisini krani. John Andreasen: — Ég bílegði ein slíkan bát í fjør- vár, og tað vísti seg, at Ídnaðargrunnurin var hugaður at skaffa fígging. Men tá so báturin var um at vera liðugur, vildi Íd- naðargrunnurin ikki vera við meira. Hann meinti ikki, at hann hevði heimild at fíggja ein bát. Hetta hevur kostað felagnum nógvan pening, tí vit hava ikki havt megu- leika at fóðra fiskin nóg væl og nóg oftani. — Men er tað ikki so at Ídnaðargrunnurin skal fíggja ílegur til fiska- aling? — Seinasta landsstýrið álegði Idnaðargrunninum at fíggja ílegur og Menn- ingargrunninum rakstur in av fiskaalisteðum. Eg havi tí tikið tað sum givið, at Ídnaðargrunnurin fór at fíggja ein fóðurbát, sum er avgjørt neyðugur. Tað ber ikki til at fíggja eina hålva alistød. Er ætlanin, at vit skulu ganga yvir um fjørdin at fóðra. Nú hava so Menningar- grunnurin og Feroya Banki figgjad bátin, ið kostar umleið 200.000 kr. — Nú havi eg tikist við fiskaaling í eina tíð. Tað er uppá tíðina, at annað skil kemur í, hvat viðvíkur fígging til ílegur, endar John Andreasen, sum leggur aftrat, at ali- steðinkann als ikki vera bátin, sum nú er komin, fyruttan, skal henni verða lív lagað. smolt í. Við síðuna av síggja vit tann gamla fóðurbátin, sum nú er vorðin ov lítil A ———————8E—————, lesarabrøvint til Sosialin æ seere