leygardagur 31. mars 1984síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0017 a
Eee
Nr. 40 — 31. mars 1984
Vit megna
bert vit vilja
eitt hålvt ummæli av konsertini hjá musikkskúlanum
Feroyingum líkt var eg
ov seinur á konsertina
hjá Tórshavnar Musikk-
skúla sunnudagin, so
mær eydnaðist bert at
hoyra ein part av kon-
sertini. Hesin lítli part-
urin hugtók meg tó so
nógv, at eg helt hann
vera verdan at ummæla.
Beint sum eg kom inn,
vóru tey trý Helga
Gerðalíð, Alex Sólstein
og Jens Chr. Guttesen
um at vera liðug at
spæla London-trioirnar
hjá Haydn. Hetta var
ein rættiliga »frisklig«
broyting frá tí vanliga,
bæði samansetingin av
ljédførum og stykkið
sjálvt — lætt og »vår-
kent<, sum tað so ofta er
hjá Haydn. Saman-
spælið var av tí alra-
besta, bæði tekniskt og
musikalskt. Hver spæl-
ari sær spældi sín part
meistarliga, samstundis
sum tey væl dugdu at
skipa tað í eina eind — tí
ikki var stykkið lætt at
spæla. Slíkt samanspæl
krevur líka nógv av
hverjum einstøkum
spælara sum av solist-
unum.
Christian Wahl spældi
A-dur-sonatuna hjå
Mozart. Sera væl spælt
— og meistarliga, tá ið
hugsað verður um, at tað
var tónleikur hjá
Mozart. Fólk flest hald,a
at Mozart er lutfalsliga
»lættur« (so »einfaldur«
BJÓÐA IKKI
skráð.
tónleikur), og hava hug
at fýlast á, um tað ikki
verður spælt 100% rætt.
„Dugir hann/hon ikki so
frægt sum hatta?< Tað
er beint tverturímóti.
Mozart er sera, sera torø-
førur at spæla á konsert,
og tað skal áræði til at
spæla hann fyri hálvt-
hundrað fólkum. Tí tón-
leikurin er so einfaldur,
at ikki ber til at krógva
nakað í »størfingnum«
akkordum, sum hjá so
nógvum eðrum kompo-
nistum.
Her skal hvert nikk og
prikk vera rætt.
Í grundini er tón-
leikurin hjá Mozart ikki
so egiliga væl egnaður at
spæla á tílík stór flygil
sum tað hjá Musikkskul-
anum — slíkur »ein-
faldur« tónleikur kann
lætt koma at ljóða innan-
tómur. So tað er í lagi, tá
ið tú spælir Mozart. At
samskipa hetta kann
vera serliga torfert hjá
Mozart.
Men væl kom Chris-
tian frá tí. Hetta ljóðaði
veruliga sum tónleikur
hjá honum.
Serliga hefti eg meg
við Alla Turca-satsin.
Tástaðni kom eg at
hugsa um, hvat navnið á
satsinum veruliga sipar
til — hetta skal ljóða
»turkiskt«.
Tad gjørdi tad so
sanniliga eisini hjá
Christiani. Vit eru so
von við, at hesin satsur
MÆR!
RAÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD +
verður = spældur so
»poppkent« — mestsum
ein polka. (Einamest
bélkinum Exception fyri
at takka). Men tástaðni
hoyrdi eg, hvussu stykk-
ið veruliga skal ljóða.
»Eykanummarid« hjá
Christiani var í einum
heilt eðrum stili — eitt
stykki hjá Debussy.
Hetta var meira »bravo-
ur-tónleikur<“, har hann
fekk betri hevi at royna
seg.
Meðan hann spældi
hetta verkið var púra
kvirt í hellini — fólk
vóru mestsum rúna-
bundin av tónleikinum.
Og so rungaðu lógva-
brestirnir. Eina góða
letu.
Og tað var so sanniliga
ikki av ongum.
At enda spældi kamar-
orkestrið Concerto
Grossi hjá G.F. Hándel.
Solistar vóru Erik Peter-
sen og Jónsvein Mikkel-
sen, violin, og Jens Chr.
Guttesen, cello.
Hándel kundi saktans
verið spældur oftari í
Feroyum.
Yvirhevur er barokk-
tónleikur rættiliga tung-
ur og dapur — men so er
ikki hjá Hándel. Sjálvt
tann »tungi« tónleikurin
hjá honum er lættur.
Kamarorkestrið hevur
sjáldan spælt so væl
sum hesuferð — rætti-
ligt flog var yvir stykk-
inum. Og tað skal Erik
eiga: at hann spældi
meistarliga væl. Tú
gloymdi púrasta, at
hann er farin um tey 70
— hann spældi sum ein
unglingi.
Ofta hava konsertir í
Feroyum lyndi til at
vera so egiliga tungar og
daprar, men á hesari
konsertini bleivst tú í
góðum lag. Væl var
skráin løgd til rættis.
Eitt, sum gleddi meg,
var at síggja, hvussu
nógv ungfólk spæla í or-
kestrinum. Eisini veit
eg, at hópur av fólki fær
klaverundirvísing hjá
Musikkskúlanum, so
ikki kann sigast annað
enn, at skúlin er virkin.
Tó haldi eg at
Musikkskúlin hevur
lyndi til at krøkja seg ov
fast í barokk-tónleik. Alt
gott um barokk, men um
eitt sindur av >romant-
iskum« tónleiki varð
spælt, so gjerdist skráin
enn fjølbroyttari. T.d.
minnist eg, tit spældu
militermarsjin hjá Schu-
bert og ungarskar dansir
hjá Brahms. Roynið
okkurt tílíkt aftur, tí tað
ljóðaði einastandandi
væl.
Og hví er ein so frá-
líkur violinspælari sum
Laila Nielsen so sjáldan
solistur?
Men eg fari at takka
tykkum fyri eina frálíka
konsert — tit hava
sanniliga rós uppiborið.
-d.
Eftir pristalinum april 1984 er:
Minstalønin
kr. 9.260,00 um månadin og
minstivinningurin
kr. 700,90 um dagin, t6 fyri snellu-
veiddan fisk, hålvur minstivinn-
ingur.
Lønjavningargrunnur
Skipsfiskimanna
sjónvarpsfelagið
Leygardagur 31. mars
14,00 Feroysk ítróttarklipp
14,30 Ein kongalig ástarsega
am. filmur
16,10 Wien — ein dagur í Eysturríki
16,55 Barnaletan
17,30 Grýluveitsla í Rio
18,15 Frá arbeiðseftirlitinum:
»Alt at missa«
18,35 Sjónvarpstíðindi
19,05 Djórafilmur
20,00 Sluppin
20,25 Sjónvarpsfelagið
21,05 Motorsagin
sv. tv-spæl
22,15 Fråklipp
22,55 Deydin å Nilånni
eng. filmur
01,10 So var alt
Framhald av síðu 4
vorðnar broyttar, og
vónin er, at tey ungu
kunnu fáast at setabúgv á
teimum plássum, ið liggja
av leið, tí annars vilja tey
um bert fá ár verða avtoft-
aði.
Verkfreðingar-
uppgávur
Umframt hesa taxa-flúgv-
ing, stíla vit eisini fyri
verkfreðinga (entreprener)
arbeiði við helikopt-
aranum. Stórsta uppgáva
okkara higartil hevur
verið hjálp at bjarga
einum farmaskipi, ið var
farið á land. Hjálpin snúi
seg um at seta manning
og pumpur umborð á
skipið og eisini við elek-
triska krana okkara og við
krókinum, ið festur er
undir helikoptaranum at
hjálpa.
femme
L Ístk VHS-E180
Ein onnur uppgáva
hevur verið at flyta
hoyggj í neti til seyð uppi í
fjøllunum. Tyngsta vektin
undir helikoptaranum var
ein dieselmotorur, ið
vigaði 1.150 kg., sum vit
fluttu til el-verkið í Myki-
nesi.
Øll henda flúgving var
eitt spennandi skifti frá
flúgvingunum í Norð-
sjónum, og um ein roynir
at liva upp til kanska
nakað serstaka livihátt
føroyinga, kann ein verða
fyri mongum spennandi
upplivingum. Teir, ið
higartil hava verið her, og
tað eru bæði pilotar og
teknikarar, hava verið
sera glaðir fyri at vera á
hesum spennandi oyggj-
um, endar Jergen Peder-
sen í grein síni í Mærsk
Post 1984.
jan
VHS-E180
SCOTCH
við 2 ára
ábyrgdarváttan
%+LM-han
dilin
TH 11220 Sølumidstøbin