Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

be Ål 000 kl Bi li li 6050 (8 rr lið ed Seif 2 upp pust ibm SMEDE Si lr lr lr: (lr Sen 5 ri sg bule Su ar á far fr rr Á NS sr pr 5 lýsa fur ilt flóar grjgseestøe seede Gid æs rósa vd lr sidst falla ir li små . P mur tíðindablaðið Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Veðranes — skem- tileikur í trimum pørtum FYRST Í HESI vikuni varð skemti- leikurn »Vedranes« framførdur í Havn. Hetta er skemtileikur í trim- um pørtum. Høvudsleiklutin hevur stavnamaður fólkafloksins. FYRSTI PARTUR varð framførdur í sjónleikarhúsinum týskveldið. Stavnamaður fólkafloksins, ið sum nevnt hevði høvudsleiklutin í hesum skemtileiki, gav fólkinum lyfti um, at hann við einum uppskoti á tingi frá sær sjálvum og tveimum gðrum fólkafloks- monnum skuldi tryggja, at ongin vatnorkuútbygging fór í gongd fyrr enn Veðranesprojektið var gjølla kannað. Tá hann so fekk at vita frá ødrum, at uppskotið frå fólkafloksmonnunum var blokerað í tinginum við gr. 13 í samgonguskjalinum m.a. av egnum partamonnum, spann gði í hevuðsleikaran. ANNAR PARTUR av skemtileik- inum varð síðani framførdur í løg- tingshúsinum sama kveld. Har møtti høvudsleikarin sum ein stungin hvalur. Hann hótti við, at varð gr. 13 blokadan íkki tíkin aftur, vildi hann forða fyri, at tey samgonguuppskotini, sum eftir vóru at avgreiða, komu igjøgnum. Nú kom rumbul í. Tingsalurin gjørdist ein ruðuleiki og sam- gongumenn vóru um at fara til hendurs. Soleiðis endaði annar partur av hesum skemtileiki. Hesa løtuna var leikurin tragikomiskur. TRIDI PARTUR varð so framførdur seinnapartin miku- dagin. Leiktjøldini véru tey somu sum tå annar partur varð fram- førdur. Framførslan fór aftur fram í legtingshúsinum. Fyri eina munn- liga tilsegn frá landsstýris- manninum í orkumálum tóku oddagrein fólkafloksmennirnir uppskot sítt aftur. Tá hetta var gjørt, kom upprunaliga uppskotið frá løg- tingsmanninum Jóannes Dals- gaard til atkvødugreidslu. Fólka- floksuppskotið var í tráð við hetta uppskot. Men ongin fólkafloks- maður atkvøddi fyri. Síðani kom eitt meira moderat uppskot frá javnaðarflokkinum í umhvervis- nevndini til atkvødugreidslu. Men heldur ikki her atkvøddi fólka- flokkurin. FÓLKAFLOKKURIN, sum í fyrsta partinum av tragikomiska leikinum Veðranes hevði givið fólkinum lyfti um at Veðranes- projektið skuldi kannast, og sum í gðrum parti av sama leiki hótti sínar samgongumenn við øllum landsins ólukkum, um uppskotið frá fólkafloksmonnunum ikki varð samtykt, stakk nú í triða parti av leikinum halin millum beinini eina ferð enn. Tragikomiski leikurin hjá fólkaflokkinum var harvið komin at enda. MEN EFTIR stendur, at tað var javnaðartingmaðurin Jóannes Dalsgaard, sum kom við uppskoti um, at legtingið tók Veðranes- projektið til umrødu. Tad var sami Jóannes Dalsgaard, ið setti fram uppskot til samtyktar um at kanna Veðranesprojektið og síðani var tað umboð javnaðarfloksins í um- hvørvisnevndini, sum eisini hevði eitt uppskot um at kanna hetta projekt. FÓLKAFLOKSINS lutur var at spæla ein tragikomiskan sjónleik. Framførslan var íkki serliga professionell. Um upptøkuna er at siga at góðskan var ikki hin besta. Úrslitið verður helst har eftir. Til futan Í gjár 09.05.84 las eg eina ótespuliga grein í Dag- blaðnum, sum Regin Jes- persen hevði skrivað. Eg feldi meg illa aftaná at hava lisið greinina, sum var ósaklig og óhugnalig. Framferðarhátturin hjá Regini Jespersen, har hann í besta stíli, ferir fram lignir, mistonkilig- ger, tileinkisger og látur- ligger, eigur ikki at kunna finna stað, hjá einum pol- itisti í almennum starvi. Orsøkin til at eg feldi meg so illa aftaná at hava lisið greinina var, at kom at hugsa um, um fólk, ið venda sær til politivaldið kunna risikera at verða útsett fyri einum slíkum Nr. 56 — 12. maí 1984 framferðarhátti um so er at málið ikki hóvar politi- num. Hvat meinar fútin um, at hansara politistar fera seg soleiðis fram alment og oyðileggja umdemið millum fólk, umpolitivald- ið?? DU Gott Regin! Feroya fólk og alt friðar- elskandi fólk í vestur- heiminum — aðrastaðni er einki friðarelskandi fólk — eru tær takksom fyri, at tú so dyggiliga avdúkaði hasar russarnar. Ja, hvat skuldu teir ganga og mala í Hoyvík til við einari kumpass ímillum sin? Høvdu teir einki ilt í kvittanum, so kundu teir gjørt sum klaksvikingar og aðrir: latið kumpassina ligið í bátinum. Nei, har var okkurt mogið við teimum. Og so settur teir upp júst í Hoy- vík — har sum ein ella tveir manns búgva, sum vit við vissu vita, hava verið í Moskva, og sum enntá hava lært seg russ- iskt. Vissum teir ikki eru kommunistar, hví hava teir so ongantíð mótmælt hesum russarinum? Tað skuldi ikki undra, um teir eisini eru limir í felags- skapinum hjá læraraskúl- arektaranum. Teir kenn- ast ið hvussu er væl, tað kann eg vátta, um log- reglan hevur brúk fyri ti. Hví eru teir forrestin ongantíð settir fastir. tå teir hava verið í Moskva? Jú, hasir njósnararnir duga! Tað gav at bíta nú ein morgunin. Tá sá eg ein koma gangandi við barnavogni! Uppi í Gund- adali. Allar helst á veg niðan í Hoydalr. Hver veit um nakað barn yvirhevur var i vogninum? Um tað ikki var ein njósnara- sendari? Men -- og tað var tað snildasta við tí — hesin fýrurin hevði kam- uflerað seg sum Óla Breckmann! Ja, so mein- líkur Óla, at eingin kundi droymt um annað, enn at tað var Óli. Skegg, húgva, klæði og smíl — alt var 100% sum hjá Óla Nei, Regin, rætt hevur tú - her má nakað gerast! Vilja okkara myndugleikar ikki steðga hesum óskili, so mugu vit gera sum aðrir friðar- elskandi líka úr Suður- Korea til El Salvador: heita á Reagan forseta og biðja um hjálp ímóti hesum sovjettiska ágang- inum á okkara demokrati! Sverri Egholm Yvirlysing I góð 4 ár hevur Felagið Feroyar-Sovjettsamveld- ið í smáum, men við góðum vilja á sámuligan hátt roynt at virka fyri upplýsing, forstáilsi og vinarlag landanna millum. Okkum kunnugt hava foroyingar ongan óvin i teirra stóra ríki, men tvertur ímóti fleiri við tokka til okkara smáu oyggjar og fólkið, her býr. Tað er tí hugstoyt og ræðandi fyri okkum øll at uppliva útspilling, grund- leysar illtankar og grova sjikanu koma upp á prent í væl at sær komnum, al- mennum bleðum, sum verða væl skorað av nú verandi landsstyrisflokk- um. Grovum, grundleysum dálkingum og siðleysum orðaskvaldri móti nevnd- ar- og felagslimum verður ikki hirt aftursvar. Men tað kenst sárt og skammiligt, at fremmand- ir skipsmenn i teirra log- liga verki, komnir ur ødr- um landi eftir såttmåla vid herverandi skipasmidju og bodnir av okkara lands- stýri, í friløtum sínum verða forfylgdir við ónd- um mistankum, hund- beittir við politi og alment útspiltir upp á grund- leysar illtankar Hvat munnu hesir hampamenn halda um slíkar primitivar bar- barar? Hóast slík sár hóttafall er tó enn vón um, at tey flestu fordoma slíkan ras- istiskan atburð. Oli eiga at vita, hvat fólkahatur kann fera til. Falegið Føroyar-Sovjet- samveldið Andrias Hejgaard, Til gjøldur Nú hevur veirð eitt sindur skrivað um, at sosialis- man er vend móti kristindóminum. Nógvar greinar eru skrivaðar av Ó.J. Rólantsson, har hann vísir okkum, hver góður er og ikki, men eg haldi ikki, at vit menniskju skulu dema nakran, tað veri seg Lydia Arge ella Jákup Vang ella nakar maður á »loftinum á Traðar- vegnum«, um tit gera tað, so fordøma tit skriftina. Tíanverri eru vit Javn- aðarfólk alt for oftani út- sett fyri hesum, og einasti maður, sum hevur svarað aftur, er Oli Jacobsen, og takki eg honum fyri tað. Hann hevur góðar greinar í Sosialinum og ringt er hjá O. Breckmann at svara aftur, og tað er onki sum kann typpa jólakorts breck. Tað er ógvuliga logið við politikki, tí kristindómur verður altíð innblandaður, tað skal hann eisini, men ikki til gjøldur. Eg veit, at ein åvisur maður, sum var uppstill- adur fyri ein flokk, gekk oftani til møti og kontakt- aði fólk soleiðis, at tey skuldu fáa gott eyga á hann, at tey valdu rætta mannin, hann sjálvan, men í bakgrundini spældi hann ikki góður. Vit hava hoyrt um nógv- ar góðar menn her á Feroya kletti, ja, teir hava staðið á nógvum húsa- hornum og talað um guds ríki, men tá hesir menn eru farnir til Danmarkar til eitt ella annað, tá er gott at leita »Skarv« upp... qw