leygardagur 19. oktober 1985síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Avvarðandi at alkoholisti:
tidindabladid
Nr. 119 — 19. oktober 1985
Vit eru eisini sjuk
— Ikki bert alkoholikarin tørvar viðgerð, men eisini familjan, sum er merkt av, at
mamman ella pápin hevur verið bundin at rúsdrekka ella evnismisnýtslu.
AL-anon felagsskapurin er slíkur, sum veitir ráð og vegleiðing. Her kunnu
avvarðandi hittast at tosa um felags mál.
Sosialurin hevur tosað við avvarðandi at alkoholisti, men av tí, at AL-anon ikki er
alment felag, hava vit góðtikið, at tann vit tosa við, er ókendur fyri lesarunum.
- Tað er ikki bert alkohol-
ikarin ella misbrúkarin,
sum er sjúkur, men øll
familjan sum heild.
— Hetta sigur ein av-
varðandi at misbrúkara,
sum Sosialurin hevur
tosað við.
Viðkomandi er limur i
AL-anon felagsskapinum
og vitjar å fundi i Bruna
Skúla vid Landavegin,
eina ferð um vikuna.
Al-anon er ein felags-
skapur, har limirnir ikki
verða skrásettir og eingin
formaður ella nevnd er.
Fyritreytin at vitja á AL-
anon fundum er bert, at tú
ert avvarðandi at einum
alkoholisti.
Góðar umsteður at
koma heimaftur til
Al-anon felagsskapurin
varð stovnaður, tá teir
fyrstu sjúklingarnir komu
heimaftur úr Íslandi, eftir
viðgerð.
Ein av uppgávunum hjá
Al-anon felagnum er at
stuðla avvarðandi — t.e.
konu, mann og bern, at
tey fult út vita, hvussu
steðan er hjá sjúkling-
inum, tá hann kemur
heimaftur og hvussu tey á
besta hátt kunnu stuðla
honum í royndini at halda
seg frá flesku ella eðrum
rúsandi evnum. Fundur er
hvert mikukveld kl. 20.00,
at limirnir hittast at tosa
um felagsmál, eins og fyri
at stuðla hvenn annan í tí,
sum øll eru felags um.
AL-anon limurin, sum
Sosialurin tosadi vid, filt-
ist å, at ov få folk vitjadu å
fundunum vid Landavegin
— i mun til talid å teimum,
sum hava fingid hesa vid-
gerå.
— Min åheitan skal ti
verða, at veita fólki upp-
lýsing um hesar fundir og
vissa tey um, at tað ikki
bert er av stersta týdningi
fyri viðgerðina av sjúk-
linginum, men so sanni-
liga — eisini av teimum
avvarðandi.
Vit hava tørv á
øllum, sum kunnu
geva
— Hóast viðkomandi
kanska ikki heldur, at
hann kann fáa nakað stór-
vegis burturúr at koma á
fund, so kann eg vissa
hann um, at vit hava brúk
fyri hansara iskoyti.
— Ut frá sjónarmiðnum
at familjan hjá alkohol-
ella evnismisbrúkarum er
eins >sjúk< sum sjukling-
urin, er partur í viðgerðini
at beta um heimligu viður-
skifti teirra.
— Familjan er merkt av
at hava livað saman við
alkoholisti og hava somu
sjúkraeyðkenni sum hann
ella hon.
Hvussu myndar hetta
seg?
— Familjan sum heild,
uppfatar veruleikan eðr-
vísi enn vanlig fólk. Tey
hava vant seg við at káva
yvir skeivleikarnar og
hjálpa í verúleikanum
sjúklinginum, at hann
heldur fram við misbfuk-
inum, uttan at tað á
nakran hátt er teimum
greitt !
— Bernini lúgva kanska
t.d. um pápan, at hann
hevur vanliga krímsjúku,
tá hann fær tern. Tey
ringja á arbeiðsplássið at
boða frá hesum.
— Hetta gera tey fyri at
pápin ikki skal missa ar-
beiðið, uttan at gáa eftir,
at júst hetta ger, at hann
ikki sleppur burturúr mis-
brúkinum.
Konan ella bernini
fara kanska eisini út at
lána eina flesku, tí tey ikki
orka at síggja pápan í so
ringum skerum.
Kanska er eisini reyð-
ugt at bíleggja nervaheili-
våg upp å onkran tilvildar-
ligan persón, fyri at beta
um »abstinensurnar«
0.s.fr.
Altid okkurt
ogoldid
— Vanliga er figgjarstød-
an hjå slikari familju so
vånalig, at hon altid hevur
ampa av, hvat hendir i
næstum. Kanska kemur
pantifútin at vitja ella
skriv frá skattavaldinum,
sum innkrevur gamlan
skatt. Ofta kemur fyri, at
sjúklingurin hevur okkurt
útistandandi við Leg-
regluni — eitt nú eru heilt
nógv tikin fyri at koyra
við kenning.
Ofta kemur sjúklingurin
aftur úr Íslandi við tí
trýsti, at hann skal inn at
sita — oman á allar hinar
trupulleikarnar.
— Tað er greitt, at um
bert nekur fá av hesum
fyribrigdum eru til staðar,