Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Framhald av síðu 9 vera bæði einstáttað og uttan nakra ávirkan. Ein stórur partur heldur eisini arbeiðið ganga ov skjótt. Likamlig árin Tað fer illa við likaminum at arbeiða á flakavirki. Tær standa allan dagin upp og niður í somu ar- beidsstødu, og tað hevur fylgjur fyri vøddar, liðir og blóðrenslið serliga í beinunum. Triðja hver kvinna hevur hovnaðar øklar. Í arbeiðinum brúka tær bara ein lítlan part av likaminum, tær somu rerslurnar alla tíðina. At standa soleiðis og skera dagin langan er ringt fyri armar og hendur og nógvar hava ilt í rygg- inum, nakkanum og aðra- staðini. ll flakavirkini eru heldur ikki so væl inn- rættað og útstýrað við ný- mótans hentleikum við tí fylgju, at kvinnurnar hava skeivar arbeiðssteður og overva seg likamliga. So eru tað viðurskiftini inni, forðingarnar fyri at fólkið kann kenna seg so nekulunda. Tveir tiðingar gremja seg um kulda og gjóstur. Mátingar vísa, at viðurskiftini er av leið bæði viðvíkjandi hitanum inni, gjóstri og luftvætu. Hesi viðurskiftini eru als ikki í samsvari við tey krøv, ið myndugleikarnir hava sett. Ofta krim Tad er so kalt, at vandin fyri at fáa krim er stórur, vøddarnir spennast, og ædrarnar krympa seg saman. Kanningin visti eisini, at 3. — 4. hvør flakakvinna ofta hevur krim, og líka nógvar aðrar sjúkur sum kroniskt bron- kitis. Á flakavirkjunum verða nýttar stórar nøgdir av vatni, og tí verður vætan í luftini = nógv. Næstan helvtin av kvinnunum kennir ampa av tí kalda vatninum, ið rennur eftir borðunum. Hetta kann vera orsekin til, at næstan helvtin hevur trupulleikar av hovnaðum hondum og fingrum, 27 pst. hava eksem ella útbrot. Gólvið verður eisini hált av tí nógv vatninum, og luftin keld inni. Umframt av vatninum eru gólvini ofta hál av fiskaleivdum, ið detta á gólvið. Deymurin stendur ofta frá hesum fiskaleivdum. Annað, ið gevur ringan royk er ammoniak, ið við- hvørt. lekur frå frysti- skipanunum. Trukkar verða eisini ofta nýttir inni. Nógvur gangur Ein av teimum sterstu trupulleikunum er óljóðið. 79 pst. gremja seg um gang. Á flakavirkjunum er ógvuliga nógv óljóð — ikki bara í teimum helum, har arbeitt verður við maskinum. Mátarnir eru nógvir at fáa mein av óljóði, bæði van- ligar skaðar á hoyrnina og meira sálaraliga skaðar. Triðja hver hevði hoyri- skaða. Og sum við eðrum arbeiðsskaðum verða hoyriskaðarnir fleiri, jú longri tú arbeiðir á flaka- virki, og jú eldri tú verður. Nógvar arbeiðsvan- lukkur Jákup Pauli er við kann- ing síni komin fram til, at 4.—5. hver kvinna á flaka- virkjunum hevur verið fyri arbeiðsvanlukku sein- asta árið. Við arbeiðs- vanlukku er at skilja, at arbeiðsfólkið noyðast at vera heima frá arbeiði ein dag umframt skaðadagin. Hesi tel samsvara ikki við tølini há Arbeiðseftir- litinum, ið skal hava frá- boðan um allar arbeiðsvanlukkur. Henda kanningin vísir, at Ar- beiðseftirlitið ikki frættir um í mesta lagi tvey prosent av tilburðunum. Jákup Pauli heldur hetta vera ógvuliga harmiligt, tí vitanin um arbeiðs- vanlukkurnar gevur stóran meguleika at beta um arbeiðsumsteðurnar, sigur Jákup Pauli. Tær flestu vanlukk- urnar eru skeriskaðar og overvan av líkami og kanningin vísir eisini, at fleiri vanlukkur henda, har arbeitt verður fyri akkord- og bonuslen. Sam- band er eisini millum stress og arbeiðsvan- lukkur. Stress er ógvuliga van- ligt á flakavirkjunum. Or- sakirnar til stress eru nógvar: óljóð, ov heg ar- beidsferd, keðiligt arbeiði uttan ávirkan, ótrygg ar- beiðsviðurskifti og annað. Stress er dupult so van- ligt millum akkord- og bonuslentar flakakvinnur sum millum timaløntar. Kanningin vísir, at triðja hver kvinna hevur trupul- leikar av stress, serliga tær 30—50 ára gomlu. Ilt i høvdinum Triggjar av fyra flaka- kvinnum hava ilt i høvd- inum ofta ella av og å. I frågreidingini verdur sagt, at hetta kann koma av livi- og arbeiðsumsteð- unum sum heild, av mát- anum urbeidid er skipað, av ganpi 2v ti at vøddar- nir knyta seg ella av stressi. Kanningin bendir å, at samband er millum pinu i nakka og ryggi og høvudspinu. Nogv hava eisini ilt í evgunum, og tað hevur samband við stress. Nógvar pínutablettir Eitt tað besta prógvið um, hvussu illa arbeiðið fer við heilsuni, er tann stóra nýtslan av tablettum. Um- leið triðja hver flaka- kvinna etur heilivág minst eina ferð um vikuna. Tað mesta er tablettir fyri hev- uðspínu og aðra pínu. Nýtslan av heilivági veksur við aldrinum, hvussu leingi fólkini hava arbeitt í vinnuni, hverjir aðrir trupulleikar eru, og hvussu fólk hava tað. Kanningin hjá Jákup Paula hevur eisin umfatað trivnaðin á flakavirkj- unum. Alt bendir á, at fólkið trívist serliga illa. Tað stendur á við at fáa fólk, ónegdir er stór, fólk stødast ikki og eru ofta burturi. EDB-konsulent KNUD LUND SIMONSEN er í Tórs- havn for at sælge edb-systemer, edb- bistand og edb-maskiner fra IBM Danmark. Kan kontaktes pá Hotel Borg 26. — 28. — 30. august. Trygdar- umboðini mugu verjast — Skipanin við, at ar- beiðspláss við 10 starvsfólkum skulu velja trygdarumboð, er frálík. Har umboðið fyri arbeiðsfólkið hevur tað dagliga eftirlitið við, at alt er, sum tað skal vera. Men skipanin virkar ikki, sum hon skal. Trygdarumboð verða ikki vald. Orsekin er, at fólk tora ikki at vera trygdarumboð, tí tey eru ikki nóg væl vard móti uppsegn, sigur Jákup Pauli. Trygdarumboðini vita næstan ikki, um tey skulu umboða ar- beiðsfólkið ella arbeiðs- eftirlitið. Og um tey umboða nakran, kunnu tey vænta at fáa trup- ulleikar. Umboðini mugu kunna siga sína hugsan og vísa á, hverjir trup- ulleikar eru. Uppgávan hjá Arbeiðseftirlitinum má so vera at tryggja, at hesi fólkini ikki kunnu koyrast, so leingi nakað arbeiði er á virkinum. Bara ar- beiðsfólkið eigur at kunna koyra eitt trygd- arumboð frá fyri at velja eitt annað. Tað er einki logið i tí, at eitt fólk, sum er umboð fyri alt arbeiðsfólkið, ikki kann koyrast. So nógv vald nýtist leiðsluni ikki at hava, sigur Jákup Pauli. Hann heldur ikki, at tað er uppgávan hjá fakfeløgunum at skipa fyri hesum. Trygdar- umboðini eiga við lóg at verða tryggjað móti uppsegn, og Arbeiðs- eftirlitið skal syrgja fyri, at hetta verður gjørt, sigur hann. LEYST STARV Eitt starv sum varaskúlastjóri í Tofta skúla verður hervið lýst leyst at seta frá 1. oktcber 1986. Starvið verður lønt í lønarrammu 26, sambært avtalu 18. mai 1983 og broyting 8. november 1983 millum Føroya Landsstyri og Føroya Lærara- felag. Tad skylduga undirvisingartima- talid verdur sett eftir galdandi reglum um tænastutidina hjá tænastumonn- um i fólkaskúlanum. Umsókn verður at stíla til Lands- skúlaráðið og at senda Landsskúla- fyrisitingini soleiðis, at hon er Lands- skúlafyrisitingini í hendi í seinasta lagi 16. september 1986 kl. 16.00. | LANDSSKÚLAFYRISITINGIN, | 25. august 1986 HØ A —————— A ——"