Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 127 — 7. november 1987 | Amerikanskt flogfar við einum manni lendi á sjónum Seinnapartin lendi eitt amerikanskt flogfar á sjónum nær- hendis Sands bygd. Flog- farið, sum bert hevur ein motor og einans var mannað við flogskipar- anum, var á veg úr Skot- land til Íslands og skuldi haðani víðari til USA. Ætlanin var so at millum- lenda á flogvøllinum i Vágum. Men hetta varð av ong- um, tí tað var vorðið ov myrkt og útgerðin í flog- farinum virkaði ikki heilt sum hon skuldi. Tí valdi flogskiparin at lenda á sjó- num ístaðin fyri at trilva seg fram í myrkrinum. Tað eydnaðist honum at seta flogfarið niður á sjógvin uttan sterri trupulleikar og bátar av Sandi sleipaðu tað síðani til lands, har tað lá við bryggju í gjár, áðrenn blaðið fór til prentingar. Flogfarið hevði júst ver- framsýning í og hevði hesin flog skiparin fingið til upp- gávu at fáa flogfarið aftur tileigaran í USA. Fiogskiparin, sum er 51 ára gamal, sigur soleiðis frá aftaná ta sera hepnu lendingina á sjónum: — Eg var farin úr Prest- vick í Skotlandi nakrar tímar fyrr og var staddur yvir Feroyum stutt fyri hósdagin 2 á eim klokkan 17. Sólin var við at fara niður og tað gjerd- ist skjótt myrkt. Eg havi ongantíð áður flogið í myrkri við hesum flog- farinum og tí avgjerd. eg at byrja niðurlendingina til flogvellin í Vágum. EG var tó ikki heilt vísur í, hvar flogvellurin var, tí tólini umborð virkaðu ikki heilt, sum tey áttu. Ég valdi tí at fara niður gjøgnum skýggini fyri at síggja land so skjótt til bar, áðrenn tað gjørdist alt ov myrkt. Tá eg kom niður gjøgnum skýggini, kundi eg síggja ljós og fekk yvir radiosamband við Sornfelli at vita, at eg var staddur nærhendis Sands bygd. Eg kundi nú velja at leita mær leiðina fram til flogvellin í Vágum ella á lenda á sjónum. Ég visti, at har vóru høg fjøll á leið- ini til flogvellin, so eg valdi at brúka tað, sum eg kendi og visti eg kundi klára, nevnliga at lenda á sjónum. Eg fleyg síðani nakrar ferðir í kring fyri at kanna umráðið. Og lendi so á sjó- num. Sjálv lendingin var eitt sindur harðari enn eg eri vanur við og nakað av sjógvi kom inn í flogfarið. At lendingin eydnaðist so væl er at takka tí góða samskiftinum við bæði tiðindal steðina á Sornfelli og so teimum bátum fyri, sum legdu út av Sandi at hjálpa. Vit spurdu hann, um hann nakrantíð var bang- in? — Jú, eg var bangin eina løtu, tå at lenda í myrkri, har tú ikki sært sjógvin, tað er nakað, sum eg ikki eri vanur við. Eg var bangin, men visti tó at flogfarið er bygt til at klára eina tílíka lending. Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikanski pilot- urin hevur verið fyri ein- um óhappi. Fyri fýra ár- um síðani datt flogfar hansara niður við Vest- mannaoyggjarnar og hann var noyddur at liggja í sjónum í ein háivan tíma áðrenn ein ís- lendskur trolari tók hann upp. Tað flogfarið var ikki bygt til at kunna lenda á sjónum. jan Myndirnar hevur Oskar Oskarson á Sandi tikið Emil Thomsen einasti feroyingur kosin heiðurs doktari við Lunds Universitet Herfyri hevði Sosialur- in frásegn úr Lund, har Petur Martin Rasmus- sen vardi sína ritgerð um „Den færeske sprogrejsning« og bleiv doktari. Vit segdu frá, at Petur Martin er tridi feroyingur, sum er kosin doktari við Universitet. Umframt hann eru eis Lunds ini Joan Pauli Joensen og Gerhard Hansen blivnir doktarar har siða? Lesari hevur síðani gjert okkum varugar við, at Feroyar eisini eiga ein heiðursdokt- ara vid Lunds Uni versitet. Tad er Emil Thomsen, nøkur år herfyri varð kosin heiðursdoktari fyri sitt slóðbrótandi arbeiði innan føroyska bokaút- gavu sum Emil er einasti førovingur, sum er kos in heidursdoktari ið Lunds Universitet