mikudagur 5. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 24 - 5. februar 2003
Nr. 24 - 5. februar 2003
11
Javnvigar alt vegakervið
ØKISMENNING
Tummas í Dali
• Nú skal vera liðugt at
spæla gekk við sjóvegis
farleiðunum
• Vinnumálaráðið
skal
kanna og vísa á fleiri
møguligar samhaldsfast-
ar skipanir fyri alt vega-
kervið í landinum, sum
løgtingið síðan tekur til
viðgerðar
• Sjóvegis
farleiðirnar
mugu viðurkennast sum
samfelagslig neyðsynjar-
mál
• Útjaðarin má ikki góð-
taka hægri ferða- og
flutningskostnað, sigur
Marjus Dam
– Men bæði stórar prís-
hækkingar og skert túra-
tal eru væntandi seinni í
hesum
fíggjarárinum,
serliga á leiðini um Suð-
uroyarfjørð!
- soleiðis sum støðan er
í løtuni
Marjus Dam, løgtingsmað-
ur fyri Sambandsfl., leggur
uppskot til samtyktar fyri
løgtingið, sum miðar fram
móti eini samhaldsfastari
skipan á øllum vegakervin-
um í landinum.
Uppskotið
varð
latið
løgtingsskrivstovuni í gjár,
og væntast kann, at tað
verður viðgjørt í tinginum í
hesari vikuni, antin hósdag-
in ella fríggjadagin.
Sambært uppskotinum
fer Føroya løgting at heita á
landsstýrismannin í vinnu-
málum um at gera eina
kanning, sum hevur til
endamáls at gera sam-
ferðslukervið
ímillum
oyggjarnar samhaldsfast.
Spæla ikki gekk við
farleiðum
- Nú má vera liðugt at
spæla gekk við farleiðun-
um til økini í útjaðaranum,
sigur Marjus Dam.
- Vit hava í seinastu verið
vitni til eina mannminkandi
viðgerð av útjaðaranum,
har myndugleikarnir hava
arbeitt við príshækkingum
millum 7 og 20 prosent á
sjóvegisfarleiðunum, ja við
enntá heili 33 prosentum á
farleiðini um Suðuroyar-
fjørð.
- Hetta hendir, samstund-
is sum samgongan tosar um
ein skattalætta uppá nøkur
fá prosent ! – Tað merkir, at
skattalættin er treytaður av,
hvar í landinum tú býr, ella
sagt øðrvísi: tað verða fólk
í útjaðaranum, sum skulu
gjalda skattalættan fyri
hini, samstundis sum teim-
um verður álagdur ein
eykaskattur, sigur Marjus
Dam.
- Hetta man koma flestu
veljarum púra óvæntað, tí
hesi tiltøk mugu metast at
stríða ímóti øllum tí, sum
hendan samgongan og tann
frá 98 hava sagt seg arbeiða
fyri í sínum økismenning-
arpolitikki.
Onki eljustríð millum
økini
Marjus Dam førir fram, at
hansara uppskot til sam-
tyktar verður lagt fram, tí
onki hevur higartil verið
gjørt fyri at kanna hesi við-
urskifti, hóast lyfti vórðu
givin í 2000 um, at allur
prísbygnaðurin
hjá
Strandafaraskipum Lands-
ins skuldi endurskoðast.
- Tíðin er nú komin, at
samhaldsfasta landsvega-
kervið verður víðkað so-
leiðis, at útjaðarin eisini
kann fáa gagn av hesi góðu
skipan, sum meginøkið alla
tíð hevur havt, sigur Marjus
Dam.
- Farleiðir um firðir og
sund skulu nú eisini undir
somu skipan sum lands-
vegakervið.
Breiða politiska semju
Samferðslan er eitt so
grundleggjandi mál fyri alt
Føroya fólk, at her skuldi
ikki verið neyðugt við
partapolitiskum spæli.
- Tað snýr seg ikki um
samband og fullveldi, og
ringt er eisini at síggja nak-
að hugmyndaligt stríð mill-
um vinstra og høgra í hes-
um máli.
- Málið snýr seg um at
viðurkenna allar farleiðir-
nar í landinum sum samfel-
agslig neyðsynjarmál, um
borgararættindi, um ikki at
hava skipanir, sum gera
mismun á økjum.
- Tí skuldi tað verið eitt
kærkomið høvi hjá sam-
gonguni at fingið eina
breiða politiska semju um
hetta mál, har alt tingið
samdist um eina virðiliga
loysn - eina loysn, sum eis-
ini andstøðan bant seg til at
vilja fremja.
- Tí vit mugu koma burt-
urúr hesum mannminkandi
eljustríðnum fleiri ferðir
um árið um ávísar farleiðir
til útjaðaran.
- Tí, vit vita øll, at ver-
andi skipan á samferðslu-
økinum er órættvís og har-
afturat samfelagsliga skaði-
lig við teimum gjaldsmúr-
um, sum ávís øki í útjaðar-
anum dagliga renna seg í,
sigur Marjus Dam.
Kappingaravlagandi
eykaskattur
Á fíggjarlógini fyri 2003
verður inntøkan hjá Strand-
faraskipum Landsins mett
at verða 43,6 mió. krónur í
sambandi við Oyggjaleiðir-
nar – t.v.s. fyri sjóvegis far-
leiðirnar.
- Henda inntøka hjá
Strandfaraskipum Landsins
er nett tað sama sum út-
reiðslurnar hjá vinnulívin-
um og einstaklingum í út-
jaðaranum fyri at nýta al-
mennu Oyggjaleiðirnar, og
sum tey jú eru tvingað til at
nýta.
- Hetta merkir, at útjaðar-
in tey seinastu tíggju árini
hevur goldið ein eykaskatt,
sum svarar til o.u. hálva
milliard, sigur Marjus Dam.
- Sjálvandi merkis hetta
væl hjá bæði vinnulívi,
skúlum, frítíðarfeløgum og
einstaklingum í útjaðaran-
um, sigur Marjus Dam.
- Vinnulívið er tvingað at
virka um miðstaðarøkið,
skúlarnir somuleiðis, m.a. í
sambandi við námsferðir,
eins og tann einstaki borg-
arin, sum ikki sleppur und-
an at ferðast til miðstaðar-
økið m.a. í sambandi við
sjúkrahúsverkið og ymiskar
almennar tænastur, eitt nú
av mentanarligum slag.
- Í roynd og veru eru
gjøldini, sum eru løgd á
Oyggjaleiðirnar og undir-
sjóvartunnilin undir Vest-
mannasund, ikki annað enn
ein eykaskattur, sum í verki
bert er lagdur á nakrar
borgarar í samfelagnum,
nevniliga borgararnar í út-
jaðaranum.
- Hesin skatturin er har-
afturat kappingaravlagandi,
bæði fyri vinnulívið í útjað-
aranum og harafturat fyri
arbeiðsmegina, sum er har,
sigur Marjus Dam.
Øll skulu kenna
skattalættan!
Samgongan hevur boðað
frá, at skattalætti nú verður
veittur í hesum árinum,
men Marjus Dam sigur seg
illa at duga at finna mein-
ingina í hesum fíggjarpol-
itikki, av tí at skattalættin
við tað sama verður kravd-
ur inn aftur av samgonguni
– og tað einans frá einum
parti av fólkinum.
- Samstundis sum skatta-
lættin verður givin, krevur
landsstýrið ikki bara hægri
eykaskatt inn gjøgnum
Oyggjaleiðir, men tekur
eisini av stuðulin til flutn-
ing av fiski - henda stuðul,
sum skal javnseta fram-
leiðslutreytirnar hjá virkj-
unum í útjaðaranum við tey
í meginøkinum.
- Niðurstøðan kann tí
ikki verða nøkur onnur enn,
at tað er útjaðarin, sum skal
gjalda fyri skattalættan hjá
borgarunum í meginøkin-
um, sigur Marjus Dam.
Enn hægri
eykaskattur er á veg !
Sambandsflokkurin legði í
síðstu viku fram uppskot
um lóg, sum skal forða fyri,
at ferðaseðlaprísirnir hjá
Strandfaraskipum Landsins
hækka, og sum skal virka
fyri, at prísirnir á øllum sjó-
vegis farleiðum verða javn-
settir.
Lógaruppskotið er til
viðgerðar í vinnunevndini,
og enn er ógreitt, nær tað
kemur til 2. viðgerð í ting-
inum.
Marjus Dam roknar í
øllum førum við, at ein enn
hægri skattabyrða stendur
og bíðar nakrar mánaðir
frammi eftir at verða løgd á
fólk í útjaðaranum, tí hann
metir ikki, at Strandfara-
skip Landsins fara at
megna at loysa málið, uttan
so at okkurt grundleggjandi
verður gjørt við sjálva skip-
anina.
- Prísskipanin er ikki til
at fáa greiði á, og tað greið-
asta og mest sømiliga og
harafturat umsitingarliga
sæð bíligasta er at taka av
allan tann fløkta prísbygn-
aðin hjá Strandfaraskipum
Landsins og gera eina sam-
haldsfasta skipan fyri alt
landið, sigur Marjus Dam.
- Tað er nú eisini løgið, at
so at siga øll fólk innan
Strandfaraskip
Landsins
eru sett í starv í miðstaðar-
økinum.
- Hóast tað er útjaðarin,
sum fremst av øllum nýtir
Strandferðsluna og rindar
fyri hana, so fær útjaðarin
ikki nøkur av ársverkunum
innan hendan landsstovnin,
sigur Marjus Dam.
- Tað í sær sjálvum er
undrunarvert.
Samhaldsfesti á øllum
leiðum
Uppskotið
hjá
Marjusi
Dam til samtyktar kann
føra til, at vinnumálaráðið
kemur við einum tilmæli,
sum vísir á fleiri møguleik-
ar fyri at gera vegakervið
um alt landið samhaldsfast.
Løgtingið kann tá taka
málið til sakliga viðgerð og
finna eina semju á breiðum
politiskum grundarlag, so-
leiðis at farleiðirnar í fram-
tíðini ikki framhaldandi
vera ein partapolitisk kasti-
bløka á tingi.
Tí farleiðirnar eru ikki
marglætisoyðsl, tær eru
ikki at meta sum eykanýtsla
hjá ávísum borgarum, men
heldur eitt samfelagsligt
neyðsynjarmál.
Tí er ikki haldbart í
longdini at hava ymisk
treytir fyri vegakervið um
landið, og tí er neyðugt at
finna eina haldgóða loysn,
sum javnsetir vinnulívið og
allar borgarar í landinum.
Tað ber ikki til í longdini
- eftir at fyrst at hava mið-
savnað alt alment virksem-
ið í miðstaðarøkinum - at
seta í verk, varðveita og
enntá
støðugt
hækka
gjaldsmúrarnar, sum útjað-
arin dagliga rennur seg í.
Marjus Dam, tingmaður
leggur uppskot fyri tingið
sum skal kanna alt
vegakervið í landinum við
møguleika at gera
samhaldsfastar skipanir
Sjóvegis farleiðirnar mugu viðurkennast sum samfelagslig neyðsynjarmál
Kæruviðgerð av fyritíðarpen-
sjónum úr Danmark til Føroya
TÍÐINDASKRIV
Landsstýrismaðurin í al-
mannamálum,
Páll
á
Reynatúgvu, hevur tikið
avgerð um at flyta kæru-
viðgerðina av fyritíðar-
pensjónum frá "Den Soci-
ale Ankestyrelse" til Kæru-
nevndina í almannamálum
undir Føroya Kærustovni.
Upprunaliga var ætlanin,
at øll kæruviðgerð í sam-
bandi við ta nýggju al-
mannapensjónslógina, sum
kom 1. januar 2000, skuldi
fara fram í Føroyum. Men
tá var Føroya Kærustovnur
rættiliga nýggjur, og av-
gjørt varð, at kæruviðgerð-
in um avgerðir viðvíkjandi
fyritíðarpensjón varð ver-
andi í Danmark – í "Den
Sociale Ankestyrelse". Nú
hevur Føroya Kærustovnur
boðað frá, at tey meta seg
vera før fyri eisini at yvir-
taka hesa kæruviðgerð.
"At tann føroyski kæru-
stovnurin nú hevur funnið
stevið í arbeiðinum at við-
gera kærur er eitt framstig
fyri ta føroysku fyrisiting-
ina", sigur Páll á Reyna-
túgvu, landsstýrismaðurin í
almannamálum.
"Al-
mannapensjónslógin er ein
føroysk lóg, og stórir partar
av almannaøkinum eru yv-
irtiknir. Tí er tað ein gongd
leið, at vit eisini yvirtaka
kæruviðgerðir",
heldur
landsstýrismaðurin.
Almannamálaráðið hevur
ta seinastu tíðina arbeitt við
at flyta hendan kærumynd-
ugleika frá tí danska stovn-
inum til Kærunevndina í al-
mannamálum. Hetta ar-
beiðið er nú liðugt, og av-
gerðir, sum fella aftaná 1.
februar 2003, skulu sostatt
kærast til Kærunevndina í
almannamálum stendur í
tíðindaskrivi frá Almanna-
ráðnum, undirritað av Páll
á Reynatúgvu, landsstýris-
manni.
TÍÐINASKRIV
Mánadagin 10. februar kl.
20.00 bjóða MFS, LFÚ,
Altjóða Skrivstovan og
Føroya Handilsskúli til
eitt útbúgvingarkvøld, í
sambandi við at umsókn-
arfreistirnar til nógvar
útbúgvingar í Danmark
og øðrum londum nærk-
ast.
MFS ferðast í hesum
døgum runt til miðnáms-
skúlarnar og siga áhug-
aðum frá um lestrarvið-
urskifti uttanlands. Um-
boðini frá MFS-ráðnum
eru Guðrið Weihe og
Annika Helgadóttir Joen-
sen, sum lesa stjórnmála-
frøði ávikavist sálarfrøði
við Lærda Háskúlan í
Keypmannahavn.
Tær
greiða serliga frá um
hægri útbúgvingar í Dan-
mark, og harumframt um
ymisk fíggjarlig, sosial og
praktisk viðurskifti í sam-
bandi við lesturin. Upp-
lýsingar um MFS eru at
finna
á
heimasíðuni:
www.mfs.fo.
Holger Arnbjerg frá
Altjóða Skrivstovuni tek-
ur eisini lut í lestrarveg-
leiðingini. Hann fer at
kunna um víðari lestur
uttanfyri Danmark.
Dia Midjord, sum hevur
journalistútbúgving frá
Noregi, Anna Elisabeth
Iversen, MA í sálarfrøði
frá Lærda Háskúlanum í
Edinburgh, Dan Winther,
MA í heimsspeki og
sálarfrøði frá Lærda Há-
skúlanum í Glasgow og
Kitty May Ellefsen, m.a.
Master of Law frá Lærda
Háskúlanum í Aberdeen,
siga stutt frá um royndir
teirra við lestur uttan-
lands.
Harumframt koma um-
boð frá ymsum læru-
stovnum, sum handils-
skúlin samstarvar við:
HIBU, Hønefoss í Nor-
egi, ein læraraskúli fyri
miðnámsskúlar
BI, Stavanger í Noregi,
handilsháskúli m.a. við-
víkjandi oljuvinnu
The Robert Gordon
University, Aberdeen
Tietgenskolen, Odense,
m.a.
handilsháskúlaút-
búgvingar
Eftir hesar stuttu fram-
løgurnar verður høvi hjá
áhugaðum at seta fram
spurningar um viðkom-
andi útbúgvingar. Hetta
fer fram í smærri bólkum,
har tað ber til at hoyra
meira um serligar útbúgv-
ingar og lestrarviðurskifti
annars.
Lestrarvegleiðarar frá
miðnámsskúlunum verða
eisini at hitta, um fólk
hava spurningar um út-
búgvingar annars.
Øll, sum hava áhuga í
hægri útbúgvingum, eru
hjartaliga vælkomin.
Tíðindaskrivið er undir-
skrivað av MFS, LFÚ,
ASK og Føroya Handils-
skúla.
Kunningarfundur
um hægri útbúgv-
ingar uttanfyri
Føroyará Føroya
Handilsskúla í
Tórshavn
TÍÐINADASKRIV
Hósdagin 6. februar skip-
ar Tónleikasamtakið Grót
fyri grundskeiði í live-
ljóði. Komið verður inn á
grundliggjandi ting innan
live ljoð, so sum: Equaliz-
ering, mikrofon teknikk-
ur, compressarar og ef-
fektir og brúk av mixara.
Skeiðið vendir sær til øll,
ið gjarna vilja hava nakað
av grundvitan innan hesi
evni, nýbyrjarar eins væl
og tey, sum hava fingist
við ljóð, men sum sakna
nakað av grundliggjandi
ástøðiligari vitan um tey
ymsu amboðini.
Skeiðleiðari
er
Jan
Zachariassen og skeiðið
verður hósdagin 6 Febr. í
Losjuni í Gøtu kl 19.00.
Kostnaðurin er 200 Kr.
Og áhugað kunnu tekna
seg á tlf 22 55 37
Grót skipar
fyri skeiði í
live-ljóði
Leiðandi stjórnar-
flokkurin í Føroyum,
Fólkaflokkurin, hevur
sent danska forsætis-
ráðharranum skriv,
har hann gevur til
kennar, at hann stuðl-
ar Danmark og USA í
hørðu kósini móti
Irak
KRÍGSHÓTTAN
Ingi Rasmussen
Í Danmark eru mótmælini
farin at runga, nú Anders
Fogh Rasmussen forsætis-
ráðharri hevur sent amerik-
anska forsetanum skriv, har
hann sigur stjórnina stuðla
hansara avgjørda politikki
ímóti Irak og Saddam Hus-
sain. Ein politikkur, sum
kann føra til, at USA loypir
á Irak.
Í Føroyum var mótmælis-
gonga um vikuskiftið, har
funnist var at danska polit-
ikkinum og einum amerik-
anskum álopi á Irak. Men
tað eru eisini røddir í Før-
oyum, sum stuðla Anders
Fogh Rasmussen.
Óli Breckmann, formað-
ur í tingbólki Fólkafloks-
ins, hevur hann vegna ting-
manning og landsstýris-
menn hjá Fólkaflokkinum,
tað vil siga eisini Føroya
løgmann, sent eitt stuðuls-
skriv til danska forsætirs-
ráðharran.
Í skrivinum til forsætis-
ráðharran, ið er dagfest 3.
februar 2003, sigur Óli
Breckmann soleiðis:
»Folkeflokken
ønsker
hermed at tilstede den
støtte, som De på vegne af
Danmarks regering samm-
en med andre europæiske
statsledere har givet Præsi-
dent Bush og den amerik-
anske regering i dens faste
og ansvarlige holdning over
for den trussel, Saddam
Hussain og hans regime ud-
gør imod fred, demokrati,
trosfrihed og menneske-
værd«.
Fólkaflokkurin stuðlar Fogh og Bush
Landsstýrið og
danska stjórnin eru
komin ásamt um, at
fjølmiðlaábyrgd verð-
ur yvirtikin sum før-
oyskt málsøki. Sostatt
verður forðingin fyri,
at ein føroysk lóg
kann gerast um góð-
an fjølmiðlasið, fingið
av vegnum
PRESSAN
Ingi Rasmussen
Fjølmiðlaábyrgd
hevur
fingið nógva umrøðu í síðst-
uni. Føroysku fjølmiðlarnir
standa javnan fyri skotum,
men borgarin hevur onga
staðni at venda sær, um
hann ætlar sær at kæra.
Hetta hevur eisini fingið
løgtingsins umboðsmann at
finnast at myndugleikunum
fyri at ikki at fáa málið í
rættlag, so ein lóg um góðan
fjølmiðlasið fæst í lag. Sam-
bandsflokkurin hevur eisini
júst lagt uppskot fyri løgtin-
gið, sum hevur til endamáls
at seta donsku lógina í gildi.
Málsøkið
fjølmiðla-
ábyrgd er danskt, og hetta
var orsøkin til, at Høgni
Hoydal landsstýrismaður
mátti taka eitt lógaruppskot
aftur, sum hann legði fyri
løgtingið í mars 2001.
Næstu ferð fer helst at
ganga betur. Á fundi í Keyp-
mannahavn mánadagin, sa-
mdust Høgni Hoydal lands-
stýrismaður og Lene Esp-
ersen løgmálaráðharri um at
fáa ábyrgdina av fjølmiðl-
unum á føroyskar hendur.
Landsstýrið hevur skotið
upp, at málsøkið verður yv-
irtikið við eini vanligari av-
talu millum stjórnina og
landsstýrið. Men danska
stjórnin vil hava málið til
viðgerðar í Fólkatinginum
og miðar eftir, at málið er
avgreitt í hesum árinum.
Samstundis ger lands-
stýrið lógaruppskot til fjøl-
miðlaábyrgd og sendir lóg-
ina til hoyringar hjá pol-
itisku flokkunum.
– Vit høvdu ynskt okk-
um, at hetta málið langt
síðan varð avgreitt og halda
ikki, at neyðugt er hjá
stjórnini at fara í Fólkating-
ið. Men eg eri kortini fegin
um, at ein avtala nú er gjørd
um at fáa hetta málsøkið á
føroyskar hendur. Hetta
málið varð reist í Lands-
stýrinum fyrstu ferð í 1977,
so tað er sanniliga upp á
tíðina, at føroyskir mynd-
ugleikar taka ábyrgdina av
eini tíðarhóskandi fjøl-
miðlálóggávu. Tað fer at
koma bæði almenninginum
og føroysku fjølmiðlunum
til gagns, úttalar Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
einum tíðindaskrivi.
Ein fjølmiðlarábyrgdarlóg
ásetir millum annað, at ein
nevnd skal setast við um-
boðum fyri fjølmiðlar og
almenning. Borgarin kann
kæra fjølmiðlamál til nevnd-
ina, og nevndin hevur rætt at
átala handfaringina hjá pres-
suni av ymiskum málum.
Í sambandi við vitjanina í
Danmark bjóðaði Høgni
Hoydal danska løgmálaráð-
harranum til Føroya, men
einki er upplýst um, hvørt
Lene Espersen ætlar sær á
føroyavitjan.
Føroyingar fáa ábyrgd av
fjølmiðlum
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
og Rúni Joensen
aðalstjóri í
løgmálaráðnum
við avtaluni um
at yvirtaka
fjølmiðlaábyrgd
C
M
Y
K
11
10