leygardagur 6. juli 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 6. juli 1991
Girostovan
partafelag
Í kapping við
bankarnar
Politiski myndugleikin hevur
fordad girostovuni i at kunna
ment seg, og
ti verður hon
møguliga skipað sum sjálv-
stóðugt partafelag í javnbjóðis
kapping við verandi peninga-
stovnar, sigur Svend A. Ellef-
sen, landsstýrismaður
Mótvegis Postgirostovun-
um í eittnú Danmark og
Svøriki er hin føroyska
bert ein lítil viðfáningur.
Men hetta verður kanska
ødrvisi. Landsstýrið setti í
vikuna eina trýmanna em-
bætismannaneynd at
kanna, hvussu girostovan
best kann virka framyvir.
Svend Á. Elefsen, lands-
stýrismaður í postmálum
sigur, at girostovan er frá
almennari politiskari síðu
hildin niðri fyri at hon ikki
skuldi kappast við verandi
peningastovnar, men nú
hevur landsstýrið aðrar
ætlanir við girostovuni
uttan tó enn at hava gjørt
av hvørjar.
Landsstyrismadurin sig-
ur, at so leingi girostovan
er ein beinleidis almennur
stovnur heldur hann tað
ikki vera beint, at hon
kappast við privatar
stovnar. Hetta er ólíka
kapping, og tað líkar
honum ikki. Men um
føroyska girostovan verður
skipað sum sjålvstødugt
partafelag hevur hann
Síða 3
einki ímóti, at hon fer at
virka í kapping við aðrar
peningastovnar,- á líka føti
og uttan almennan stuðul.
Eisini um tað almenna
eigur meginpartin av
partapaninginum.
Í arbeiðsbólkinum sita
Jens E. Magnussen, starvs-
madur i landsbankanum,
Roymar Lamhauge, leidari
å girostovuni og Tummas
Magnussen, fulltrúi i sam-
skiftismålum. Teir skulu
koma við einum áliti um
girostovuna í oktober
mánað.
tór.-
Girostovan verður
møguliga skipað sum
sjålvstødugt partafelag
og fer tá í kapping við
aðrar peningastovnar
Mynd: Kalmar
Betri samstarv
millum post,
Strandferðslu
og Bygdaleiðir
Landsstýrið fer fyrsta dagin at
hava fund við Postverkið,
Strandferðsluna
og
Bygdaleiðir um at samskipa
flutning
Tað kemur meira enn so
fyri, at við sama strand-
faraskipi er ein strand-
ferðslubilur, ein bussur og
ein postbilur, sum hvør í
sinum lagi hevur nakrar
pakkar vid sær. Hetta
heldur landsstyrid kann
samskipast betri, og ti er
fundurin avtaladur. Svend
Å. Ellefsen, landsstyris-
madur sigur, at sjålvur
hevdi hann einki havt
ímóti, at okkurt av hesum
varð privaiserað, men
hesum er ikki meiriluti fyri
í landsstýrinum. Hann vísir
tí aftur øllum søgum at
landsstyrid hevur ætlanir
um at privatisera post-
flutningin.
I Sosialinum i gjår søgdu
vit frå, at tey å frim-
erkjadeildini kendu seg
ótrygg tí tey høvdu frætt,
at tey møguliga skulu flyta
úr húsnum á Argjum og
niðar í IDE-húsið.
Hetta er ikki aktuelt. Ikki
nú í hvussu er. Tá talan var
um hjá postverkinum at
keypa allan IDE-bygningin
við Hoyvíksvegin hildu vit
tað kanska var eina gongda
leið, at flyta alt postverkið
undir eina lon. Við í hes-
um ætlanum var kannað,
um frímerkjadeildin kundi
IRON dsradø ao
FOR ene A: nen
Su
Almennur flutningur skal
samskipast betri
fylgja við. Sostatt kundi
frímerkjabygningurin á
Argjum brúkast til onkran
annan landsstovn. Møgu-
liga Heilsufrødisligu
Starvsstovuna ella Lands-
skjalasavnid, sigur Svend
Åge Ellefsen. Hann leggur
aftrat, at hesar ætlanir eru
fyribils sleptar.
tór.-
Borgin. Tí lat Fiskasølan við seg koma
Óttaðist fyri
Føroya Fiskasgla stúrdi
fyri einum skalvalopi í
sambandi við tvingsils-
søluna av flakavirkinum
Borgini herfyri. So mikid
er greitt í dag, hóast tað
framvegis er trupult at
fáa nakað at vita frá
teimum, sum sita upp-
lýsingunum næst.
Tá limir i Føroya
Fiskasølu selja fisk av
landinum, fer eitt pro-
sent i tiltaksgrunn å
Fiskasøluni. 31. des.
1990 var tiltaksgrunn-
urin békførdur fyri 122
mi6. krénur. Flakavirkid
Borgin á Sandi var góð-
skrivað fyri 2,6 milliónir
krónur av hesum.
Seinastu árini er tað
vorðið alt meira vanligt,
at virki og alibrúk hava
sett part av hesum pen-
ingin í veð, tá tey hava
tikið lån frå bankum 0.Ø.
Av teimum 122 milli-
ónum krónunum i til-
taksgrunninum standa
reiðiliga 75 milliónir
krónur í veð fyri
bankaskuldu hjá virkjum
og alibrúkum.
Tá fiskasglan herfyri
langaði nevan í borðið,
var tað kanska ikki so
nógv tí, at Marr á Co.
er við í nýggja parta-
felagnum. Heldur var tað
tí, at Sjóvinnubankin -
sum Fiskasglan eigur
tidingin av - gjørdi krav
upp å trygdina, bankin
hevdi i tiltaksgrunnin-
um. Fiskasølan vildi hava
tvingsilssøluna utsetta.
Fiskasglan óttaðist
fyri, at varð hetta at
knæsett sum mannagongd
í Sjóvinnubankanum
framyvir, so var ein
skalvur væntandi: so
hvørt virkið og alibrúk
skalvalonpi
Hevdi 75-80 mill. kr., ið kundu fara á bólt
fóru av knóranum, drenað
tey eisini tiltaksgrunnin.
Hóast Steingrim Niel-
sen, stjóri í Sjóvinnu-
bankanum, noktar fyri tí,
so veit Sosialurin fyri
vist at siga, at Sjóvinnu-
bankin í stórri ella minni
mun slepti sínum kravi í
dómhúsinum hendan dag-
in.
Einki er at ivast í, at
fiskasølan og Sjóvinnu-
bankin eisini hava avrått
eina meira fasta skipan i
slikum førum framyvir.
Hvat teir hava avtalad, er
óvist enn: Bjarti Mohr,
stjóri á Fiskasøluni, er
uttanlands, Niels Søeren-
sen, varastjóri er i
summarfrå, og Steingrim
Nielsen, stjøri i Sj6-
vinnubankanum, vil einki
siga.
6wh