Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juni 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 27. juni 1992 A må. Legreglubilur GER TÍNAR EGNU FERÐAMÁTINGAR! if vid fullari ferð Mikukvøldid máldi Sosialurin ferðina á ein- um løgreglubili, ið koyrdi í minsta lagi 97 km /t við Air —- meðan hann eitt nú yvirhálaði ein trailara, ið koyrdi 30 km /t ov skjótt! >KOYR HART — TAÐ ER SO SMART!« Hesa strofuna kenna øll aftur frå gomlu åvaring- unum, Ráðið Fyri Ferdslu- trygd plagdi at lýsa við fyri nøkrum árum síðani. Hóast tey flestu mundu fáa tað burturúr, at so sum so mundi vera við tí smarta í at koyra hart, tá lýsingin var at enda komin, so hava ikki øll fingið 'poengid' við — millum annað tey, ið koyra ov hart, og kanska enntá hava býtt afturfyri við at missa kortið. Eitt syngjandi dómi um hetta fekk Sosialurin sum sjón fyri søgn seint seinna- partin mikudagin á lands- vegnum við Air Drønandi trailari Vit komu at koyra aftan á einum trailara, 10 koyrdi vid javnari ferd umleid 80 km/t — onkuntíð harðari og onkuntíð spakuligari, men rættiliga javnt. Brádliga sóu vit aftan fyri okkum ein av løg- reglubilunum í Eystur- oynni, ið vit beint framm- anundan høvdu sæð staðið bíðandi við omankoyring- ina frá Kollafirði, ið er á Kjalnesi. Hóast vit høvdu ligið á 80 km/t, hevði løgreglubil- urin vid nøkrum yvirhål- ingum og fitt av ferð eisini fingid okkum aftur, tå bil- arnir komu til landsvegin millum Hóasvík og Air. Fyrsti tankin var sjálv- andi, at løgreglumadurin, ið sat í bilinum, mundi ætla at taka trailaran framman- fyri, ið alla tíðina hevði lig- ið upp á eini ferð, ið var heilar 30 km/t oman fyri tað loyvdu, ið er 50 km/t, tá talan er um slíkar stórar bilar. Yvirhálaði lógbrótara Rættiliga vísir vórðu vit eisini í hesum, tá løgreglu- bilurin tók dik á seg og yvirhálaði bilin, Sosialurin var við — og trailaran, ið koyrdi alt ov skjótt. Í teirri løtuni yvirháling- in fór fram, var ferðin iva- leyst oman fyri 100 km/t, men vit máldu hana ikki í teirri løtuni Men aftan á yvirháling- ina, ið skjótt vísu seg bert at vera eina stuttleikayvir- háling, tí løgreglumadurin ikki vildi halda ta ferðslu- lóg, hann revsar onnur fyri ikki at halda, helt fram i somu ødi. Tíbetur hevur landsverk- frødingurin lagað tað so- leiðis, at kilometurpelar eru settir upp við einum kilometri ímillum, so nú var bara at hyggja væl eftir og taka tíð, hvørja ferð løg- reglubilurin koyrdi millum hesar kilometurpelarnar. Tríggjar mátingar So lætt var at máta ferð- ina hjá ti so skundmikla løgreglumanninum. Vit nåddu triggjar ferða- mátingar, áðrenn løgreglu- bilurin var komin so langt burtur frå okkum, at ikki bar til at vera neyvur vid mátingini. Fyrsta mátingin vísti, at hann legði hendan kilo- meturin aftur-um seg eftir 41 sekundum — svarandi til 87,8 km/t. Næsta mátingin á sama hátt vísti, at nú koyrdi hann 97,3 km/t. Ta triðju mátingina hevði hann slakað eitt lítið sind- ur, og var hann tá komin niður á 94,7 km/t. Mátingarnar fóru fram nakað fyri kl. 18 mikudag- in. Og táskal verða lagt aftr- at, at alt tað vanliga, løg- Tå ferdin å einum bili skal måtast, ræður um at vita, hvussu langa tid hann hev- ur um at leggja åvist strekki aftur um seg. Er talan um eitt strekki, ið er ein kilo- metur til longdar, ið verður koyrt eftir 40 sekundum, verður ferðin máld soleiðis: Sekundini í einum tíma, 3.600, verða býtt við teim- um 40 sekundunum, so er mátaða ferðin: 90 km/t! Síða 5 reglan plagar at lata ðrum ferðasyndarum koma til góðar í sambandi við ferðamátingar, hesaferð í | ríkiligt mál kom tí ferða- glaða løgreglumanninum ul góðar Tað grovasta av øllum | Men tað grovasta av Øll- um er ikki, at løgreglan - uttan neyðsendargrindi av nøkrum sum helst slag koyrdi ov skjótt, men meira tað, at ein fleiri tons tungur og óstýriligur trail- ari bert varð yvirhálaður í øllum stuttleikaspælinum. Ilt man vera hjá mongum at kunna taka løgregluna fyri fult eftir hetta. Sjálv hevur hon onga virðing fyri lógini — hvussu 6lukk- an skal so verða kravt av ødrum, at tey skulu hava tað?! Kanska eitt hugskot, at fólk framyvir máta ferðina á løgreglubilum, tá tey eru var við, at teir koyra, sum teimum lystir — uttan at taka hædd fyri lógini á nakran hátt, og uttan at hava lógligan skund. A myndini niðanfyri er roknistykki sett upp, ið vis- ir greitt, hvussu ferðin kann verða mátað. Páll híðar Íramvegis Gunnar Mohr, Árni C. Joensen og Finn Jensen eru enn ikki avhoyrdir, og tí varð dómurin, sum skuldi falla í gjár, útsettur til 17. august Í gjár skuldi dómur falla í málinum um nógv um- røddu Smokic-konsertina, har Páll Arge er ákærdur fyri at hava selt nógv feiri atgongumerkir, enn hann hevði rætt til. Men har hendi onki. Trý vitni, sum verjin Trúgvi Hendiksen hevði biðið um at fáa kallað inn, høvdu framvegis ikki fingið bodini frå rættinum. Tí varð málið útseut til tann 17. august. Tríggir vinklar Tey try vitnini, Trúgvi Hendriksen hevur bíðið rættin um at innkallad, skulu lýsa gongdina á Hálsi frá uimum ymiskum síðum. Gunnar Mohr, sum vegna HB stóð fyri vaktar- haldinum, skal greiða frá stóðuni við dyrnar. Árni C. Joensen, sum tók konsertina upp á video, skal greiða frá tí ið fór fram frammanfyri pallin. Og bókhaldarin hjá Pálli, Finn Jensen, skal greiða frá hvussu nógvur pen- ingur kom í kassan frá atgongumerkjasøluni. S-S- Z 4 BRUKTBILADYGD, TIN TRYGD! OND. | pf. wenzel petersen, tlf. 13873