Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

{ Tíðindablaðið [ sostalurin ) Nr. 12 — 19. JANUAR 1994 Síða3 Tyrludeildin vil ikki upp í Atlantsflog Setanarvidurskifti og bangnar vónir fyri framtíðini eru orsøkir, ið fáa starvsfólkið á Tyrludeildini hjá Strandferðsluni at herða ynski um at sleppa frá ætlaðu samanleggingini við Atlantsflog Ætlaða samanleggingin av Tyrludeildini hjá Strand- ferðsluni og flogfelagið Atlantsflog tykist ikki vera so løtt at hava við at gera, sum roknað varð við, tá ið evstamark fyri gjøgnum- føringini av fyrstan tíð varð sett til 1. januar 1994. Í fyrsta umfari er freistin nú flutt fram til 1. apríl, tá samanleggingin skal vera liðug og Tyrludeildin vorð- in ein partur av virksem- inum hjá flogfelagnum. Tað, sum ger, at hendan góða samanlegging nú ikki gongur sum fótur í hosu, er stødan, ið starvsfólkini á Tyrludeildini hava til sam- anleggingina. Sendu jólakort Beint undan jólum sendu starvsfólkini á Tyrludeild- ini øllum løgtingslimunum jóla- og nýggjárskort við einum rættiliga sermerkt- um teksti: Kæri løgtingslimur Tá ið vit eru sera góð við okkara arbeiðspláss og tí fegin vilja varðveita tað, rokna vit við tygara NEI- atkvødu, um málið viðv. samanlegging av Tyrlu- deildini og P/F Atlantsflog verður lagt fram til at- kvødugreidslu á Løgtingi, soleidis at bædi Føroya fólk og vit eisini í framtíð- ini hava eina tyrlutænastu, vit kunnu vera nøgd við. Við vón um at øl] fáa eini friðsæð og gleðilig jól og eitt gott komandi ár. Vinarliga heilsan Starvsfólkini á Tyrlu- deildini. ; t P 4 : í ; +: £* ÞM 4 RS ge £ ; F 4 pe 1 % t t Í Um hetta jóla- og nýggj- árskort hevur nakra ávirkan á málið viðvíkjandi saman- leggingini, má tíðin koma at vísa, men í hvussu er tykist eingin ivi vera um, at tey, sum í dag starvast á Tyrlu- deildini hava eina greiða stóðu: Tey vilja ikki hava nakra samanlegging. — Tað eru sjálvandi rætti- liga ymist, ið hevur sína ávirkan á, hví vit ikki ynskja samanleggingina, sigur Bjarne Jensen, flúgvisjefur á Tyrludeildini. Ætlar sær Ikki at halda fram — Setanarvidurskiftini eru ein orsøk. Tad tykist vera greitt, at vit koma at standa verri fyri figgjarliga vid at arbeida undir Atlantsflog, enn vit gera nú. Vit koma at fåa munandi minni løn, og tað er jú nakað, onkur av okkum ikki kann liva við. Bjarne Jensen sigur fyri seg sjálvan, at hann í hvussu er ikki ætlar at halda fram, um Tyrludeildin verður løgd saman við Atlantsflog, men tá heldur fer at leita sær eftir ødrum arbeiði. Sum skilst, er sami tanki rætti- liga nærliggjandi hjá hinum tyrluskiparanum. Sambært keldum innan tyrlutænastuna umhugsar stýrimaðurin eisini sína stóðu. Hann er fyri stuttum vorðin liðugur við sína útbúgving sum tyrluskip- ari, og tí eisini skal hava eina góða inntøku, um hann skal sleppa av við útbúgv- ingarskuld sína. Strandferðslan hevur alt áðrenn — Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu tað skal bera til at reka Tyrludeildina undir Atlantsflog, tí talan er í roynd og veru um tvey full- komuliga ymisk virkisøki, sigur Bjarne Jensen við Tíð- indablaðið Sosialin. — Tekniska viðlíkahaldið er saman við Atlantsflog, men tað er bert ein partur av Sera óvist er, um nakar av tyrluskiparunum verður eftir aftan á samanlegg- ingina við Atlantsflog tí heila. Sjálv flúgvingin er jú nú ein náttúrligur partur av Strandferðsluni, ið eisini tekur sær av gllum innan- oyggja flutningi — bæði við bussum og ferjum. Somu- leiðis verður alt koyrt undir somu skipan, so eg dugi illa at ímynda mær, hvussu tað skal gera nakað lættari, at Atlantsflog nú eisini skal gerast ein partur av innan- oyggja flutningnetinum. Bjarne Jensen vísir eisini á, at Bygdaleiðir vælsakt- ans vórðu lagdar saman við Strandferðsluni fyri at fáa alt so væl samskipa sum gjørligt, og tí heldur hann tað vera legið, at Tyrlu- deildin nú skal takast burtur úr hesari heildini. Framtíðina heldur hann eisini verða nógv óvissari, um lagt verður saman við Atlantsflog: — Ein orsøk til, at eg undr- ist so nógv á, hví tað hevur stóran skund at leggja sam- an við Atlantsflog, er at flogfelagið í hvussu er hev- ur havt fíggjarligar trupul- leikar, sigur hann. Kostar ikki einki at byggja uppaftur — Um nú tað allarringasta skuldi hent, at Atlantsflog fer á húsagang, aftan á eina samanlegging, er ser Gvist, hvat hendir við tyrluflúgv- ingini. Fer hon eisini fyri skjeyti í einum slíkum føri, so fer tað ikki at kosta einki at fáa hana á føtur aftur. Tað er so sera nógv, ið er ógreitt í hesum málinum. Við ødrum orðum sær út til, at tað verður sera trupult hjá Atlantsflog at fáa skil á vidurskiftini vidvidkjandi tyrluflúgvingini, um sam- anleggingin hendir nú, ti lítið og einki bendir á, at teir tríggir menninir, ið bein- leiðis hava við sjálva flúgv- ingina at gera, fara at taka av tilboðnum um at fylgja við Tyrludeildini yvir til Atlantsflog og halda fram har. Og hetta er ein trupul- leiki, ið má loysast áðrenn, um tyrluflúgvingin ikki skal steðga upp, samstundis sum lagt verður saman. hj. Flogferðslan í gjár var — orsakað av óveðri — ikki Flogfarið hjá Iceland- air skuldi koma, men av- lýsti ferðina. Tað skal tó koma í Vágarnar í morg- un kl. 8.30. Flogfarið hjá Mærsk varð nakað seinkað, og eftir at hava verið yvir Mærsk seinkað og Icelandair avlýsti í gjár flogvgilinum lendi tað kl. 13.30. Hálvan tíma seinni fór tað so avstað úr Vágum aftur til Keyp- mannahavnar. Flogfarið hjá Atlants- flog fór sum vanligt úr Vágum fyrrapartin ígjár, og tað skuldi so koma aftur seinnapartin. hj. Bussur for utav i Kollafjardardali Try ferðafólk vóru vid bussinum, men tibetur fekk einki teirra álvarsligar snuddir — bert okkurt smávegis. Bussurin hevur helst fingið stóran skaða Seinnpartin í gjár — heilt nå- greiniliga kl. 13.12— fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum í Kollafjarðar- jali, miðskeiðis millum »tatoil-stødina og rund- koyringina Talan var um ein buss, ið á leið 100 var á veg úr Vest- manna til Havnar. Brádliga kom ein rættiliga sterk og áhaldandi hvirla og tók so mikið fast í bussin, at ikki eydnaðist føraranum at fáa stýrt honum. Endin var, at hvirlan spakuliga trýsti bussin út av vegnum, so hann fór á liðina og fór ak- andi eitt fitt petti fram við vegkantinum. Trý ferðafólk vóru við bussinum, men hóast okkur! teirra fekk småsnuddir, var eingin stórri skaði. Sjálvur bussurin hevur tó helst fing- ið nokk so stóran skaða av óhappinum. hj