hósdagur 3. mars 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða 12 Nr. 43 —3. MARS 1994
Matiné í Havnar kirkju
Leygardagin 5. mars kl.
11.30—12.00 verður aft-
ur fyrrapartstónleikur í
Havnar kirkju.
Á skránni hesaferð er
orgulkonsert nr. 6 eftir
G. Fr. Hándel, har Odd-
ver Johansen spælir org-
ul saman við strúkara-
bólki.
Violinir: Jóannes
Madsen, Sigrið Ras-
mussen og Kanny Samb-
leben. Cello: Jens Chr.
Guttesen.
FráFilmsfelagum:
Eisini verður ein Can-
on eftir týska tónaskald-
inum Pachelbel at hoyra
og bólkurin spælir síðani
Grave E Ciaccona eftir
Evaristo Felcie dall
Abaco, sum var italskt
tónaskald í seytjandu
øld. Eitt føroyskt lag fyri
violin og orgul verður
eisini. Tað er Dýrd á vík
og vág eftir Gunnar
Mikkelsen.
Matiné'in
stundisliga.
byrjar
Vetrarhjarta
Filmsfelagið sýnir sunnukvøldid 6. mars væl-
umtókta franska filmin >Vetrarhjarta<. Filmur-
in, sum er um kærleika, innilæstar kenslur og
ikki minst tónleik, hevur fingið framúr góða um-
réðu. Hann verður sýndur í Sjónleikarhúsinum
kl. 20.00.
Violinbyggjarin og
virtuosurin:
Stefan og Maxim eru vio-
linbyggjarar, teir eru báðir
útlærdir á konservatoriin-
um, men ístaðin fyri at
spæla sjálvir hava teir valt
at liva av at gera ljóðfori.
Stefan er meistarin innan
sítt gki, meðan Maxim
meira tekur sær av handils-
ligu uppgávunum.
Ein dagin sigur Maxim
Stefani, at hann hevur hitt
kvinnuna, sum hevur lært
hann at skilja kærleikan.
Kvinnan, Camille Kessler,
sum er violinspælari, er
bæði ung, vøkur og sera
gávurík. Stefan hittir hana á
verkstaðnum og bjóðar sær
at betra um violin hennara.
Hetta hendir júst tá hon er í
ferð við týdningarmiklastu
uppgåvu sína: eina innspæl-
ing av sonatunum og trioini
hjá Maurice Ravel.
Stefan, sum sjálvur hevur
droymt um eina karrieru
sum solistur, leggur henni
lag á og hjálpir henni við
góðum ráðum. Endin verð-
ur at Camille gerst góð við
Stefan, men hann vil ikki
vita av henni, hóast hann
hvgrja ferð tey skulu hittast
gleðir seg at vera saman við
henni.
Vetrarhjarta og
innilæstar kenslur:
Tað er Claude Sautet, sum
hevur leikstjórnað, og eisini
hevur hann verið við at
skriv handritið. Filmurin er
partvíst inspireraður av eini
yrking hjá Mikhail Lermon-
tov >Tíðarinnar hetja< frá
1840. Hetjan hjá Lermon-
tov er hermaðurin, sum
eingin kann særa likamliga,
men av politiskum og per-
sónligum umstødum er
hann sinnisfrystur, afturlat-
in. Eyguni á hetjuni lýsa
uttan megi, bráið er bæði
gjøgnumgatandi og líka-
sælt.
Soleiðis er eisini við høv-
uðspersóninum Stefan,
maðurin við vetrarhjartan-
um. Meginparturin av dia-
loginum í filminum kemur
fram í tí ósagda, í eygna-
bráunum, í gerandishend-
ingum uttan um sjálvar
høvudsleikararnar.
Filmurin er sera væl leikt-
ur. Høvudsleiklutin sum
violinspælarin Camille
hevur Emanuelle Beart,
sum fleiri óivað minnast frá
filminum >Góða merin,
sum Filmsfelagið sýndi
seinasta vár. Tá filmurin
varð sýndur í Danmark,
rópti Bent Mohn í Politiken
filmin eitt meistaraverk.
Aktuelt skrivaði at filmurin,
sum å donskum misvisandi
varð kallaður »Et hjerte af
sten«, var framúrskarandi.
Tónleikin í filminum hevur
sjálvandi Maurice Ravel
gjørt.
Várframsýningin
í Listasavninum
Listaframsýningin letur upp 4. mars, har 19 listafólk sýna tey
79 verkini fram, sum sluppu gjógnum nálareygað hesaferð
Hetta er fimta árið, at Fel-
agið Føroysk Myndlista-
fólk skipa fyri Várframsýn-
ingini, sum hesaferð eisini
hevur fingið innivist í Lista-
skálanum.
Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen, listakvinna á Eiði,
hevur saman við listamonn-
unum Eyðun av Reyni og
Torbjørn Olsen, sitid í sen-
surnevndini. Sigrun var ein-
asta umboð á staðnum, tá
skipað varð fyri tíðinda-
fundi týsdagin.
Spurd, hvussu sensur-
nevndin ber seg at, tá teirra“
egnu verk skulu metast um,
sigur Sigrun Gunnarsdóttir
Niclansen:
Velja ikki egnu myndir
- Vit hava ávísar reglur at
ganga eftir, tá verkini skulu
veljast út til framsýningina.
Eitt nú var eg ikki inni, tá
mínar myndir vóru umrødd-
ar, eins og Torbjørn Olsen
ikki var til staðar, tá hansara
myndir skuldu veljast út,
sigur Sigrun Gunnardóttir
Niclasen.
Eyðun av Reyni, sum er
triðja umboðið í sensur-
nevndini, er ikki við á Vár-
framsýningini hesaferð.
Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen, hevur á fyrsta
sinni verið við í arbeiðinum
at velja verk út til Várfram-
sýningina. Hon er upp-
runaliga útbúgvin á Lista-
akademiinum í Keypmann-
ahavn, har hon gekk í seks
ár. Hetta var í sjeytiárunum,
og sum so nógvar aðrar
listakvinnur, hevði hon ein
steðg í listaarbeiði sínum, tá
hon giftist og fekk try børn.
- Nú eru børnini so mikið
stór og eru farin í skúla, at
nå eru stundir aftur at fara til
verka, sigur Sigrun.
Sigrun Gunnarsdóttir er
útlærd á grafisku linjuni á
Listaakademiinum, men
hesaferð hevur hon fýra
málningar við á Várfram-
sýningini. Umstødurnar til
grafiskt arbeidi eru ikki
g6dar heima, og ti hevur
hon valt istadin at arbeida
vid målningum.
Sigrun Gunnardóttir Nic-
lasen sendi seks verk inn, og
av hesum vóru fýra vald út
til framsýningina.
19 av 35 vóru heppin
Hesaferðhgvdu 35 fólk sent
231 verk inn til Várfram-
sýningina.
Av hesum vóru 79 verk
mett at vera nóg góð, og 19
listafólk sluppu gjøgnum
nálareygað.
Treytin fyri at sleppa við á
Várframsýningini er, at
verkini skulu vera nýggj og
ikki framsýnd áður.
Bert ein framsýnari hevur
ikki verið við áður. Tað er
Turið Nolsøe Mohr í Havn,
sum hevur sjey smáar acryl-
myndir við, sum hon kallar
"Improvisatión".
Vanliga eru føroysku
listafólkini væl umboðað á
Várframsýningini, = men
hesaferð eru Ingálvur av
Reyni, Tróndur Patursson
og Eyðun av Reyni ikki við
við á framsýningini.
Várframsýningin í ár lýs-
ir ikki beinleiðis nakað
slóðbrótandi nýtt innan
listaheimin. Tað er møgu-
liga heldur ikki so lagið, tí
neyvan kunnu umstødurnar
i Føroyum í dag fara fram-
við teimum listafólkum,
sum skulu finna íblástur til
listaarbeiðið her á landi.
Nýtt tónaverk at hoyra
á upplatingardegnum
Tað hevur tó ikki tíkið mót-
ið frå føroyskum myndlista-
fólkum, sum fríggjadagin 4.
mars bjóða áskoðarunum til
upplatingina kl. 15.
Sum síður er, verður
nýggjur føroyskur tónleik-
ur frumframfødur í sam-
bandi við hesa framsýning.
Tónaverkið "Skýrák",
eftir Bjarna Berg, tónlista-
mann, verður framført á
fyrsta sinni, og leygardagin
5. mars kl. 20, verður kon-
sert við Trio de Primavera
eins og "Skýrák" verður
aftur at hoyra.
Várframsýningin er opin
til 20. mars. Upplatingartíð-
imar eru: Fríggjadag -
sunnudag kl. 15 - 18, og týs-
dag - hósdag kl. 15 - 17.
Mánadag er ikki opið.
Dagny
Mynd: Kalmar
Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen, listakvinna við
útbúgving á Lista-
akademiinum í Keyp-
mannahavn, hevur fýra
myndir við á Várfram-
sýningini. Hon er limur í
sensurneyndini, men slapp
ikki at vera til staðar, tá
hennara verk vóru umrédd
-
Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49
Møti er hvort leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tif, 031-242268 ella 031-
578999.