Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 68 — 12. APRIL 1994 Sida 11 Try tey bestu í finaluni um Ársins Songrødd: Frankie Jensen av Sandi gjørdist nummar trý, Gitte Wiegand úr Havn gjørdist nummar eitt og Annetie Davidsen úr Hósvík gjørdist nummar trý Mynd: Jens Kr. Vang Ongantið hildið einari mikrofon Vinnarin av kappingin Ársins Songrødd, 20 ára gamla Gitte Wiegand úr Havn, hevði ikki hildið á einari mikrofon fyrr, tå hon fór við til kappingina. Men tað krógvaði hon væl, og so vann hon bara kappingina... >Ég visti yvirhøvur ikki av, at eg hevði staðið á pallinum og brúkt arm- arnar og alt, meðan eg sang. Tað fortaldi systir mín fyri mær, tá eg var liðug at syngja. Eg var so full av nervum, at eg als ikki visti, hvat eg hevði gjørt, meðan eg stóð har við mikrofonini í hond- ini.e Orðini eigur Ársins Song- rødd, 20 ára gamla Gitte Hver skuldi trúð il, at hon ikki hevur hildið einari mikrofon áður Wiegand, id fríggjakveldið vann kappingina vid sama navnið, ið endaði við finalu í Gundadalshøllini. Hon er arbeiðsleys, men tekur nøkur einstøk fak í HF. Mynd: Jens Kr. Vang — Eg ætli mær at søkja inn á Læraraskúlan, um søkt verður eftir nýggjum næm- ingum í ár, sigur hon. — Verður tað av ongum, ella um eg ikki sleppi inn, fari eg at royna at sleppa inn á læraraskúla í Danmark. Gitte Wiegand bergtók áhoyrarafjøldina í Gunda- dalshøllini við stórari inn- living í tað, sum hon gjørdi á pallinum — sjálvt um hon sum sagt als ikki visti av tí sjálv, meðan hon stóð har. Annars er tað ikki akkurát nakað, hon hevur tær størstu royndirnar í , at standa á ein- um palli við mikrofon í hondini, hóast hetta hevur verið ein dreymur, líka síð- ani hon í barnaárunum stóð á septikktanganum við ein- um stearinljósi í hondini og spældi Grand Prix-stjørna. Eg havi ongantíð roynt nnan sang á nakran st mær dámar væl nógv verður heima hjá okkum, dir hon frá. Skal eg nevna eina fyri- mynd innan sang, so er tað mamma mín, ið eisini dám- ar væl at syngja. Vit syngja ofta saman heima, og tá eg eitt nú ruddi, plagi eg at skrúva stereoanleggid frå, og sosyngi eg, medan eg fåi tað frå hondini. Navnið Wiegand er ikki eitt so vanligt navn í Føroy- um, og tað stavar eisini frá, at pápi Gitte er týskari. Hon er fødd i Tysklandi, men longu sum heiltu pinkulitil kom hon vid foreldrunum til Føroya, og sidani hevur hon búð í Havn. Í kappingini fríggja- kveldið kappaðist Gitte við níggju aðrar finalistar, ið vóru komnir í finaluna frá kappingunum, ið Song- røddin frammanundan hev- ur havt kring landið. — I veruleikanum var tað als ikki ætlanin, at eg skuldi við, tí hóast vinkonurnar, mamma mín og onnur bóðu meg melda meg til, vildi eg ikki, sigur Gitte. — Men tá so ein eykafinala skuldi vera á Strondum, tók eg avgerðina og fór. Ég hugsaði sum so, at har var tað eingin, sum kendi meg, og tí kundi altíð royna. Um eg dummaði meg, so gjørði tað ikki so nógv, um tað var har inni, at eg gjørði tað. Dummaði seg ikki Soleiðis gekst ikki, og Gitte dummaði seg als ikki. Tverturímóti kom hon í fin- aluna saman við einum ødr- um sangara, ið var við har inni, Annette Davidsen, ið gjørdist nummar tvey í sjálvari finaluni. Á tridja plássinum kom Frankie Jensen av Sandi. Samanumtikið var stødid á sangarnunum í finaluni á høgum stødi, og fleiri stóðu seg væl. Kortini tóktist tað, sum var rættiliga breið semja um, at Gitte Wiegand var rætti vinnarin, og eisini tóktist tað, sum áhoyrarun- um dámdi hetta valið sera væl, tá hon saman við Ann- ette sang sangin >The End of The Road« einaferð aftr- at, aftaná at tær báðar høvdu fingið at vita, hvussu tær høvdu klárað seg í finaluni Tær 10.000 krónurnar ið finalusigurin gav mær eru longu oyramerktar, og tær fara ul trygging og veg- skatt til bilin hjá mær, sigur hon Blandaða útgávu So havi eg lovad systir mini, at eg skal keypa henni buksur og skógvar og tað sama úl mammu. Beiggi mín ynskir sær einar rullu- skoytur, og eg veit ikki havt meira eg skal brúka peng- arnar til. Tað havi eg so ikki hugsað víðari um. Um eg skal niður, fer resun av pengunum helst til útbúgv- ingina. Umframt pengarnar fær Gitte eisini møguleikan at geva tónleik út, og ikki ætl- ar hon at lata tann møgu leikan fara aftur við borð- inum Eg havi frætt, at tann møguleikan fái eg eisini, og tað vil eg so sanniliga vóna passar, sigur hon. - Tað er eisini ein dreym- ur, ið alla tíðina hevur verið har. Mínar fyrimyndir eru Mariah Carry, Whitney Houston, Sissel Kyrkjebø og líknandi, so tað rokni eg við hevði verið nakað av ú, ið kundi sett sín dám á eitt sovorðið band. Men mær dámar stórt sæð allan tón- leik, so helst hevði tað verið ein blandingur av øllum møguligum. Hetta kvøldid i Gunda- dalshøllini vóru annars nýggi kvinnubólkurin SOX og tann eftirhondini rætti- liga kendi bólkurin Ikaros á skránni, umframt Yasmin, ið saman við vinkonuni Te- rese eisini fekk áhoyrararn- ar við sær. hj. SOX, Ikaros og Yasmin, ið var komin úr Danmark, vóru eisini á skránni friggjakvøldid Mynd: Jens Kr. Vang