týsdagur 22. november 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tidindabladid CH:
Kyndil gav Skåla
harða motstødu
Talan gjørdist als ikki um nakran sjålvsagdan sigur til Skála móti Kyndli sunnudagin.
Líka til eitt korter var eftir, var tað Kyndil, ið var á odda í dystinum. Partvís er liðið hjá
Kyndli vorðið nógv betri, og partvís tóktust skálakvinnur hava undirmett mótstóðuna
1. deild kvinnur:
Kyndil-Skåla 20-21(13-10)
Málskjúttar:
Kyndil: Beinta Sørensen
10, Ann Hansen 4, AnyaJo-
ensen 3, Annsy Høghamar
2, Tina Danielsen 1
Skåla: Signhild Petersen 5,
Daimi Poulsen 4, Ingun
Hansen 3, Paula B. Jacob-
sen 3, Eydleyg Mikkelsen
3, Katrin Petersen 3
Avaringar:
Kyndil I
Utvisingar:
Kyndil Í
Askodarar: 60
Tá Skála fyrr í landskapp-
ingini hjá kvinnunum hevði
vitjan av Kyndli, var mun-
urin stórur á liðunum, og ta
ferðina vann Skála stórsig-
ur.
Hetta var kanska ein av
orsøkunum til, at Kyndil
rættiliga tók Skála á bóli
sunnudagin í Ítróttarhgllini
i Hálsi. Hóast Suni Daniel-
sen óivað hevur åvarad sin-
ar spælarar móti at undir-
meta Kyndil, av tí at munur-
in var so stórur fyrra dystin,
kann undirmeting hava ver-
ið ein av orsøkunum til, at
Kyndil lá á odda i trý korter,
áðrenn Skála fekk vent
dystinum til egnan fyrimun.
Kyndil stór framstig
Men hinvegin megnar
undirmeting aleina ikki at
stýra einum dysti, og tí er
eisini grund til at slåa fast, at
Kyndil ikki bara sunnudag-
in spældi betur enn í fyrra
dystin — Kyndil var eisini
betur, enn í hinum dystin-
um.
Liðið hevur undir leiðslu
av Sverra Jacobsen fingið
gott spæl, og sunnudagin
prógva Kyndla-spælararnir
av álvara, at tilfarið er betri
enn til bert at klára seg væl
vidhvørt og minni væl við-
hvert.
Frá byrjan av riggaði alt
nógv betur hjá Kyndli, og
serstakliga væl gekst at fáa
dirkað verjuna hjá Skála
upp, so spælast kundi inn
um hana, ella so skjótast
kundi gjøgnum gloppini, ið
Kyndil skapti sær har.
A liðnum hjá Kyndli var
tað serstakliga unga Beinta
Sørensen, ið gekk undan.
Tað var hon, ið sjálv skjeyt
nógv tey flestu málini — til-
samans fekk hon helvtina
av teimum tjúgu málunum
hjá Kyndli. Men tað var eis-
ini hon, ið legði upp til tann
stórra partin av restini, tá
hon væl dugdi at lesa verju-
veikleikarnar hjá Skála og
fekk spælt bóltin inn á strik-
una.
Har var ikki altíð tann
Kyndla-spælarin, ið Skála-
kvinnurnar roknaðu við, tí
væl gekk við skiftunum hjá
Kyndli, og hetta var eisini
við til at spjaða verjuna.
Allan fyrra hálvleik og
væl út í seinna hálvleik var
Kyndil á odda við tveimum
og trimum málum.
Men so við og við gekk
tað upp fyri Skála-kvinnun-
um, at tær gjørdust taparar,
um tær ikki gjørdu nakað
við trupulleikarnar.
Og tað gjørðu tær...
Skála-verjan tættari
Í seinna hálvleiki batnaði
verjan alsamt, samstundis
sum farið vað undir ødrvisi
uppdekking. Fyrstog fremst
var tað Daimi Poulsen, ið
fekk sett skil á verjuna, og
so fylgdu hinar við.
Eftirhondini fekk Skála
otað seg longur og longur
inn á Kyndil, og tá gott og
væl eitt korter var eftir, var
Skála komið upp á javnleik,
og tað sum eftir var royndist
gestaliðið betur.
Nú var tað Skála, ið fekk
leiðsluna hvgrja ferð — um-
enn hon bert var við einum
máli í senn — og síðstu løt-
una av dystinum kom rætti-
Sigrun legði lunnarnar
undir Neista-sigur á VB
Liðini spældu ein javnan fyrra hálvleik,
men í seinna hálvleiki fekk Neistin vind í
seglini, meðan VB svav — serliga, tá liðið
var í álopi. Neistin kundi enntá saktans
havt revsað vágskvinnur uppaftur meira
1. deild kvinnur:
Neistin-VB 20-16 (9-10)
Málskjúttar:
Neistin: Sigrun Mikkelsen
7, Mildrið Jacobsen 4, Duri-
ta Rouch4, Kára á Dunga 2,
Bjørg Patursson 2, Sonja
Simonsen I
VB: Sólrun Krosslá 7, Mary
Krosslá 3, Camilla Eið 2,
Eybritt Krosslá 2, Amley
Krosslá 1
Avaringar:
Neistin 1, VB I
Utvisingar:
Neistin 1, VB 2
Askodarar: 60
Fyrstu tretivu minuttirnar
av dystinum å Hålsi leygar-
dagin millum Neistan og
VB sá út til, at hetta skuldi
rerast ein av teimum meira
pennandi og jøvnu topp-
ystunum í kvinnukapp-
ingini.
Lidini fylgdust allan veg-
in uppeftir, og tad var eisini
sera væl i tråd vid gongdina
í spælinum, tí javnt var at
kalla í allar mátar.
Neistin hevði tó megin-
partin av fyrra hálvleiki
roynt at hildið seg omaná
við at verið á odda við ein-
um ella tveimum málum,
áðrenn VB so hverja ferð
javnaði.
Men við fýra málum í
hølunum á hverjum ðrum
eydnaðist VB síðstu løtuna
av fyrra hálvleiki at leggja
seg framum við tveimum
málum. Neistin svaraði aft-
ur og javnadi, men stødan í
hålvleikinum var 10-9 til
VB, ið tóktist hava fingið
rættiligan fyrimun í spæli
sínum síðstu tiggju minutt-
irnar av fyrra hálvleiki.
Tí var satt at siga eisini
væntandi, at VB fór at halda
fram, har liðið slepti undan
steðginum.
Men so varð ikki kortini
ikki, og dysturin fekk heilt
aðra vend í seinna hálvleiki.
Einmansherurin
Sigrun Mikkelsen
Og tað kundi VB fyrst og
fremst takka sær sjálvum
fyri, tí mest av øllum var tað
vantandi nærlagni í álops-
spælinum hjá vágskvinn-
unum, ið førdi við sær, at
Neistin — ella rættari sagt
einmansherurin Sigrun
Mikkelsen — fekk neyðuga
rásarúmið at ruddað slóð
fyri einum heimasigri, sum
í roynd og veru varð sligin
fastur í fyrra helmingi av
seinna hálvleiki.
Tá slapp Neistin langt frá
VB — so mikið langt, at VB
ikki hevði nakran kjans at
heinta tað forsømda innaft-
ur. Og als ikki, tå skotini hjá
vágskvinnum vórðu send
við síðuna av málinum,
skutu í verjuna ella tær ofta
vórðu dømdar fyri drál.
Verjan hjá Neistanum er
góð, og VB fekk ongantíð
brotið seg igjøgnum, og fá
skot komu uttanífrá.
Sum sagt var tað Sigrun
Mikkelsen, ið gekk undan
hjá Neistanum, umframt at
hon allan dystin igjøgnum
var stýrandi spælarin á liðn-
um. Hon skjeyt try tey
fyrstu málini hjá Neistanum
eftir steðgin, ið førdu við
sær, at Neistin kom fram um
VB. Og fyrsta triðingin av
seinna hálvleiki var hon
tann einasta á Neista-liðn-
um, ið rættiliga tók avbjóð-
ingina upp, meðan VB svav
á vaktini.
Tá so Neistin var komin á
odda aftur, vaknaði eisini
restin av liðnum, og meðan
VB einki mál skjeyt í sam-
fult korter, varð bólturin
seks ferðir í VB-netinum.
Móti endanum kom VB
fyri seg aftur, tá Neistin ikki
tóktist hava hug at taka seg
so nógv til rættis, sum veru-
ligir møguleikar vóru til. Tó
eydnaðist ongantíð VB at
koma nærri enn tvey mål frå
Neistanum, og sostatt máttu
vågskvinnurnar úr aftur
Havnini við ongum í vidfør-
inum.
Og seinni hálvleikur fekk
heldur ongantíð tað undir-
haldsvirðið, fyrri hálvleikur
hevði lagt upp til.
hj.
Nr. 223 — 22. NOVEMBER 1994
313
ligur spenningur i.
Tá seks minuttir vóru eft-
ir, javnaði Kyndil til 20-20,
og tveir minuttir seinni, tá
Skála fekk gyltan møgu-
leika at økja við brotskasti,
hongu nervarnar uttan á
bæði spælarum og áskoðar-
um. Men Signhild Petersen
skjeyt fyri aðru ferð á stong-
ina, so spenningurin helt
sær, til bert tveir minuttir
vóru eftir.
Síða 11
Tá eydnaðist umsíður
Katrin Petersen at skjóta av -
gerandi málið fyri Skála.
Ta allarsíðstu løtuna fekk
Skåla møguleikan at økja
vid 22-20, men tå Kyndil
vardi væl og dómararnir
dømdu drál, hóast bert få
sekund vóru farin frá síðstu
royndini á málið, endaði
spennandi dysturin vid ti
eina målinum å muni.
hj.
(Tilvildarliga vald mynd)
Triggir timar
við aerobic
leygardagin
Leygardaginkl. 15 verd-
ur farið undir eitt stórt
aerobic-tiltak í ítróttar-
høllini á Hálsi.
Tad er felagið >Yndi<,
ið hevur tíkið stig til til-
takið, ið eitur Marathon-
Aerobic. Marathon sum
heitið er valt, tí tiltakið
varir í triggjar tímar, og
fyrireikararnir vænta, at
fólk í hópatali leygar-
dagin fera at møta upp.
Og ikki er neyðugt
heldur at hava nakrar
royndir við aerobic fyri
at vera við, tí tiltakið er
fyri øll, ið hava hug at
vera við.
- Her er ein góður
møguleiki at læra aero-
bic at kenna, bæði high-
unpact og low-inpact og
onnur fyribrigdi í hesum
ftrivi, sum gerst alt betri
umtókt kring allan heim,
siga fyrireikararnir í tíð-
indaskrivi.
- Tað, sum ér sunt,
verður mangan hildið at
vera keðiligt, men so er
ikki altíð. Og soleiðis
verður íkki, tá fólk í
hópatali hittast til Mara-
thon-Aerobic.
Tað verða Elsa Maria,
Ann og Ingrid frá felagn-
um »Yndi«, ið fara at
leggja lag á, og tað kostar
bert 50 krónur fyri hvønn
at vera við. Tiltakið er
Óbindandi, og neyðugt er
ikki at tekna seg framm-
anundan. hj.