Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. desember 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 237 —10. DESEMBER 1994 Sida3 Ein samgonga skal ikki umskylda seg — hon skal bert síggja til at reka sin politikk. Tað nyttar ti lítið at umskylda seg vid einum og ødrum, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður i figgjarmålum Hósdagin seinrapartin fóru tingmenn undir at viðgera fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum. Eftir at framsøgumenn- inir hjá teimum ymisku flokkunum høvdu havt orð- ið, og sagt sína hugsan um fíggjarlógaruppskotið, spurdu vit Jóannes Eides- gaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hann hevði fingið nakra ábending um hvussu fíggjarlógin fór at síggja út, tá uppskotið kemur aftur úr Fíggjar- nevndini. -Stórt sæð vóru ikki tey nógvu høggini, men eg legði til merkis, at tað vóru samgongumenn, sum høvdu ein umskyldandi tóna fyri tí førda politikk- inum. Teir søgdu seg harmast um eitt og annað, men tað haldi eg lítla orsøk vera fyri. -Ein samgonga skal ikki umskylda sín politikk. Hon skal bert reka sín politikk, sigur Jóannes Eidesgaard. Roknistykkið má ganga upp Tað var tó eitt mál, sum nakrir samgongutingmenn søgdu seg ikki vilja taka undir við. Nevniliga hækk- ingin av arvaavgjøldunum. Onkur teirra segði seg ikki vita um hesar ætlanir lands- stýrisins. -Tað undrar meg, tí hetta kom greitt fram á sam- ongufundinum áðrenn vit óru til Danmarkar at sam- ráðast, og haraftrat brúktu vit ein heilan leygardag at gjøgnumganga alla fíggjar- lógina saman við einum umboði úr hverjum flokki, so nú at siga, at samgongu- menn einki kendu til hesar ætlanir, er at fara lætt um sannleikan, ella eru ting- menn ógvuliga stuttmintir, sigur Jóannes Eidesgaard. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur aftrat, at vilja tingmenn ikki taka undir vit at hækka arvaav- gjøldini, sum eru ætlað at geva tiggju milliónir í meiriinntøku til landskass- an, mugu teir vísa á hvussu vit fáa pengarnar inn á annan hátt, men tað legði eg ikki merki til, sigur Jóannes Eidesgaard. -Fíggjarlógin er eitt roknistykki, sum skal ganga upp. Tað kann ikki bert vera ein uppgáva hjá lands- stýrinum. Vilja tingmenn lækka inntøkur ella hækka útreiðslur, mugu teir eisini vísa á, hvaðani pengarnir so skulu koma. -Tað kann kanska ljóða gott mótvegis veljarunum at tingmenn gera greitt, at teir vilja ikki finna seg í einum og ødrum, men hesum hava vit ikki brúk fyri. Vit hava bundið okkum til at fáa samfelagið at virka víðari, og tá nyttar lítið bert við góðum orðum og umber- ingum, sigur fíggjarmála- ráðharrin. Heilskapa igjøgnum Jóannes Eidesgaard roknar tó við, at fíggjarlógarupp- skotið kemur rættiliga heil- skapa igjøgnum ting- og fíggjarnevndarviðgerðina. Ikki minst ti figgjarnevnd- arformadurin var Ogvuliga positivur fyri uppskotinum. Íkki minst, at hann hevur gjørt greitt, at vit eiga at halda okkum innan fyri tær 215 milliónirnar í halli. tór.- Lærarar á Tekniska Skúla gera nú vart við seg: Trætan lemjir skúlan — Skerjingarnar á skúlanum hava sín uppruna í åhaldandi trætuni um bygnað skúlans, og darvar hendan trætan øllum positivum menningararbeiði, siga lærarar á Tekniska Skúlanum í Havn millum annað i skrivi til Figgjarnevndina hjá løgtinginum Nú hava lærararnir á Tek- niska Skúlanum í Havn skrivað Fíggjarneyndini hjá løgtinginum bræv, har teir gera sínar viðmerkingar til ætlaðu skerjingarnar á skúlanum. Lærararnir siga seg væl skilja, at neyðugt er at spara, men tað tykist teimum púra burturvið at avtaka bil- og hárfríðkann- ardeild skúlans, tá hesar deildir so avgjørt eiga lær- linga- og næmingagrundar- lag at virka å. Lærararnir vísa eisini á, at verða skerjingarnar framd- ar, verða tey, sum nú eru á skúlanum illa fyri, tí út- búgvingarskipanin er ikki hin sama i Føroyum sum hon er í Danmark Orsøk til at fåir lærlingar eru nå Tað hevur verið ført fram, at eingin orsøk er at halda skúla fyri fáum ella ongum lærlingum. Men at fáir lærlingar eru í løtuni, hevur eina orsøk, siga lærararnir. Tað er, at skúlin er farin undir at dagføra útbúgv- ingar, og ti hevur Læruráðið hátt á meistarar um ikki at taka taka fleiri lærlingar beint nú. Træta lemjir skúlan Í skrivinum ul Figgjar- nevndina taka lærararnir ei- sini fram ein annan spur- ning. Teir siga seg vera sann- førdar um, at årligu skerj- ingarnar á skúlanum hava sín uppruna í áhaldandi trætuni um bygnað skúlans. Hendan tætan millum landsmyndugleikarnar/um- sitingina og stýrið skúlans lemjir skúlan, og darvar øllum positivum menning- ararbeidi, sum er ein sjålv- sagdur partur å einum tek- niskum skúla, siga lærarar- nir og leggja aftrat, at ti mugu hesi viðurskifti koma í rættlag skjótast, skal skúlan hava møguleika at geva ta frálæru, honum er álagt. tór.- ? bejdsløshed og herudover Landskassens enormt støre gæld, der er en realitet og ikke kan forflygtiges ved henvisning til baggrunden for gældens opståen. Når bestræbelserne iden retning bliver mødt med angreb af den ovennævnte art, melder jeg fra. København, den. 8. december 1994 Richard Mikkelsen Utnordurs samstarvið fær nu størri tydning Føroyar við i arbeiðsbólki at mynda framtíðar nordurlendsk samstarv Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður er júst komin aftur av ferð í Helsingfors, har hann hveur verið fundi saman við norðurlendsku samstarvsráðharrunum í hinum nordanlondunum. Hetta eru ráðharrar, ein úr hvørjum landi, sum taka sær av spurningum um nordurlendskt samstarv Jóannes Eidesgaard sig ur, at Norðurlanda Ráðið hevur nú tíkið spurningin upp hvussu norðurlendska samstarvið skal skipast og styrkjast nú tvey av norð- urlondnum aftrat fara í ES, og hetta, at Noreg hevur valt at standa uttanfyri. Í hesum serliga arbeiðs- bólki er eisini Jóannes Eidesgaard limnur. Hann sigur, at: broyttu umstødurnar í samband vid limaskap Finlands og Svørikis i ES fara helst at gera, at samstarvið millum norðurlond í útnorðingi fer at mennast. -At vit hava fingið sjálv- støðugt umboð í nevndini, at gera eitt upplegg hvussu hetta samstarv kann skipast, er sjálvandi eisini ein fyri- munur fyri okkum, sigur landsstýrismaðurin. tor.- BRUKTBILA TILBOD MERKI/SLAG Ford Escort 1,6 Savoy Ford Escort 1,6 CL „Ford Escort 1,6 CL stw. Ford Orion 1,8 diesel 9 Ford Fiesta 1,3 i Optima Ford; Scorpio 2,0 í CL VW Polo 1,3 CL Toyota C: Carina 1 8 GL Nissan B Bluebird Turbo. 89 om Seat Ik Ibiza 1,5 GL 8 Citroén 2,5C diesel Van. 88 108.000 GÓÐ FÍGGING — RENTA 11% Livdin, Dj. i Geilsgøtu 1 Opið er soieldis: Mikukveld frå kl. 20—23, friggja- kvøld og leygarkvøld frå kl. 19.00 til 01.00, og sunnukvøld frå kl. 19.00 til 23.00. Aldursmarkið er 16 ár.