mikudagur 3. september 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 165 - 3. september 2003
Nr. 165 - 3. september 2003
11
Flestøll munnu síggja interkommunala elfelag-
ið SEV sum ein afturlatnan stovn og sum ein
stovn, ið ikki hevur sýnt hug og vilja til at skifta
orð um orkupolitikkin í Føroyum. Vit minnast,
hvussu stívrend leiðslan í SEV var, tá alt rokið
var um, hvussu vatnorkan skuldi útbyggjast.
SEV avvísti hvørja roynd at umrøða aðrar
møguleikar, enn teir, sum leiðslan í fyritøkuni
hevði læst seg fasta í. Hetta var mikið spell, tí
aðrir og meira náttúruvinarligar møguleikar
vóru í vatnorkuni, enn tær loysnir, ið SEV-
leiðslan við síni rágeving hevði valt.
Hesin atburðurin hjá SEV-leiðsluni var eyð-
kendur fyri eina monopolfyritøku. Afturlatni,
konservatisma, betrivitska og trótandi vilja til
broytingar
eru
klassisk
eyðkenni
fyri
monopolfyritøkur. Men SEV-leiðslan ber ikki
einsamøll ábyrgdina fyri tí fyri føroysku náttúr-
una so harðrendu útbygging av vatnorkuni eitt
nú í Eysturoy. Politikkarar úr øllum flokkum
hjálptu væl til og úrslitið gjørdist hareftir.
Men nú tykist ein broyting at hómast í mono-
polstøðuni hjá hesi almáttugu kommunalu
fyritøku. Hóast SEV hevur fingið einarætt til
alla vatnorku í Føroyum, so hevur fyritøkan
ikki einarætt til alternativar orkukeldur so sum
vindmegi og streymmegi. Við vindmyllunum
hjá s/pf Røkt í Vestmanna er monopolstøðan
hjá SEV av álvara farin at rilla. Orkumálaráð-
harrin, Eyðun Eltør, segði nøkur sera áhuga-
verd orð á hátíðarhaldinum í sambandi við, at
tær tríggjar vindmyllurnar uppí á Mýrunum
vórðu settar í gongd. Hann segði, at nú má
netið hjá SEV latast upp fyri grønum orkukeld-
um. Hetta kann bert merkja, at aðrir veitarar
eins og Røkt eiga at sleppa at bjóða seg fram
við alternativum loysnum og eiga hesir at
sleppa inn á netið hjá SEV.
Nevnt varð í hesum sambandi, at netið hjá SEV
hevði avmarkað rúmtak fyri streymi frá vind-
orku, og at pláss fór bert at verða fyri streymi
frá vindmyllum, sum SEV fer at seta upp í
Eysturoy. Hetta er ein spurningur um tøkni, og
má kunna loysast. At SEV fer undir at seta 3
vindmyllur upp afturat er í sjálvum sær ein
kollvelting og sera áhugavert. Tað vísir, at sjálvt
í SEV blæsa broytingarvindar. Tað verður
spennandi at síggja, hvat hetta kann føra til,
sum frá líður.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Alternativar
orkukeldur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Marjus Dam,
Lagtingsmand,
Sambandspartiet Færøerne
Hr Statsminister,
velkommen til
Vagar flyveplads
Det tog sin tid at lande på
flyvepladsen i Vagar. En
forklaring er, at en kraftigt
tiltrængt udbygning af
flyvepladsen endnu ikke er
lavet.
Jeg skriver også disse få
linier, for at lede opmærk-
somheden på det faktum, at
en af Statens opgaver på
Færøerne er selve flyve-
pladsen. Selv om davæ-
rende lagmand E. Joensen i
1997 bad om at flyveplad-
sen blev udbygget, må man
konstatere, at al snak om
udbygning til 1800 meter af
flyvepladsen stoppede, da
forholdene Færøerne/Dan-
mark blev totalt forpestede
ved
koalationsdannelsen
efter valget i 1998.
Når staten har flyveplad-
sen som sit ansvarsområde,
burde staten vedkende sig
dette ansvar, og udbygge
flyvepladsen
til
1800
meter. Desuden ville dette
sende nogle meget klare og
positive signaler, der kun
ville styrke Rigsfælles-
skabet. At staten vil gardere
sin investering på flyve-
pladsen ville de fleste nok
regne med.
Et er dog klart: Løsrivel-
ses fadæsen (der klart har
et flertal af færinger imod
sig) må ikke stoppe udbyg-
ningen af flyvepladsen
mere.
Jeg håber inderligt, at
statsministeren vil arbejde
positivt for, at flyvepladsen
bliver udbygget til 1800
meter - snarest.
En tilfældig koalations-
dannelse må ikke længere
forhindre en nødvendig ud-
bygning og modernisering
at flyvepladsen og Rigsfæl-
lesskabet. Den må ikki få
lov til at skade rigsfæl-
lesskabet.
Der har altid været tra-
dition for, at Færøernes
minister er Statsministeren.
Jeg vil ønske, at relation-
erne imellem disse to dele
af riget styrkes og forbed-
res, til fælles gavn.
Der kan synes at være en
vanskelig opgave, særlig i
disse tider, hvor det fæ-
røske folk er hårdt presset
af nogle elementer, der som
deres opgave ønsker skade
forholdene i riget mest
muligt.
Statsministeren skal vide
en ting. Disse folk ønsker
kun en ting. Nemlig at
statens opgaver på Færø-
erne bliver misligeholdt
mest muligt. Det kan de
bruge som argument for at
Rigsfællesskabet ikke fun-
gerer: Et eksempel på et
område hvor rigsfælles-
skabet ikke fungerer er
flyvepladsen på Vágar.
Her har staten klart ikke
gjort hvad den er forplig-
tiget til. Nemlig at udbygge
flyvepladsen
til
1800
meter.
Jeg håber at statsminis-
teren og regeringen ved-
kender sig sit ansvar på
dette område!
Åbent brev til Statsminister
Anders Fogh Rasmussen
Í sambandi við »Ár teirra
brekaðu 2003« hevur Nýra-
felagið tikið stig til at fáa
fólk frá danska Nyrefor-
eningen til Føroya at greiða
frá um ymisk evni sum
viðkoma nýrasjúklingum.
Fundurin verður leygar-
dagin 6. september kl.
18.00 í Veitsluhøllini á
Landssjúkrahúsinum, har
øll eru vælkomin.
Formaðurin í danska
Nyreforeningen,
Stig
Hedegaard
Kristensen,
næstformaðurin
Lone
Kiilerich og Ole Lings,
konsulentur hjá Nyrefor-
eningen fara at røða um
evnini: Hvat krevur ein dia-
lysusjúklingur anno 2003,
Lógin
um
heiladeyðs-
kriteriið og transplantatión,
Kostur til nýra-/dialysu-
sjúklingar og um Avvarð-
andi/foreldur
til
nýra-
sjúkling.
Fríggjadagin 5. septem-
ber fara tey at hava fund
fyri
starvsfólk
innan
sjúkrahúsverkið.
Nýrafelagið almennan fund
– Vit verða lidnir at
taka laks á Skálafjørð-
inum í hesum mánað-
inum og laksurin,
sum nú gongur á
Lambavík, verður ikki
tøkuførur fyrr enn
um eitt ár ella so,
sigur Hans Jacobsen á
Bakka
LAKSAVINNA
Vilmund Jacobsen
Glyvrar: Á Bakkafrost á
Glyvrum, har eini 15 fólk
støðugt hava kruvt laks í
langa tíð, verður eingin
kryvjing aftur fyrr enn um
eitt ár ella so.
Hans Jacobsen sigur, at tá
ið september mánaði fer at
líða, verður eingin laksur
eftir at taka á Skálafjørð-
inum.
– Sostatt verður neyvan
nøkur kryvjing aftur á virk-
inum, fyrr enn laksurin,
sum nú gongur á Lamba-
vík, verður tøkuførur eina-
ferð seint komandi ár, sigur
hann.
Alingin hjá Bakkafrost
hevur havt tað ógvuliga
stríggið í hesum árinum, tí
laksurin hevur verið fongd-
ur við herviligu ILA-sjúk-
uni, sum hevur gjørt um seg
um meginpartin av land-
inum.
Keypa aðrastaðni
Men hóast Bakkafrost ong-
an tøkuføran fisk hevur,
heldur góðskingarvirksem-
ið á virkinum fram.
– Vit keypa laks til virk-
ingar frá øðrum virkjum
kring landið, men hesin
fiskurin verður kruvdur,
har hann verður tikin.
Flestu alarar hava eisini
kryvjivirki, og tí kemur
laksurin, sum vit keypa,
kruvdur til virkingar.
Hans sigur, at Bakkafrost
í løtuni keypir at kalla allan
laksin, sum nú verður virk-
aður á Glyvrum, frá øðrum
alarum.
– Hóast vit ongan tøku-
føran laks hava, tá ið hesin
mánaðin fer at líða, heldur
virksemið á Bakkafrost
fram. Vit hava sáttmálar við
keyparar, sum røkka heilt
út í apríl mánaða, sigur
hann.
Minni doyr av ILA
Hans Jacobsen veit annars
at siga, at í løtuni doyr at
kalla eingin laksur av ILA-
sjúkuni kring landið, hóast
alibrúk
framvegis
eru
fongd við sjúkuni.
– Tað vísir seg, at ringast
er við fellinum, tá ið broyt-
ingar fara fram í sjónum.
Hetta geldir bæði, tá ið
sjógvurin verður kaldari, og
tá ið hann verður heitari. Í
slíkum førum ger sjúkan
mest um seg.
Hann heldur, at hesar
broytingar taka nógv uppá
fiskin, sum frammanundan
er sjúkur.
– Tað visir seg, at sjúki
fiskurin
verður
lættari
strongdur, sigur Hans.
Smoltstøðin í
Dalinum
Uppi á Dal, sunnanfyri
Lambabygd, hevur felagið
smoltstøð, sum letur smolt
til virksemið hjá felagnum.
– Vit hava nakað av
smolti á Lambavík, og tað
er hesin fiskurin, sum verð-
ur tøkuførur um eitt gott ár
ella so, sigur Hans Jacob-
sen á Bakka.
- Fer upsaprísurin
ikki upp aftur, vænti
eg, tað fer at tátta í
hjá trolarunum, sigur
Oskar Joensen á
Fiskamarknaði
Føroya
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Týsmorgunin kom línu-
skipið,
Morgunstjørnan,
undan Íslandi við 150.000
pundum av toski, hýsu,
brosmu og longu. Fiskurin
varð lagdur uppá Toftum,
og uppboðssølan seldi last-
ina fyri ein miðalprís sum
var 9,60 fyri kilo.
Oskar
Joensen,
sum
starvast á Fiskamarknað-
inum, sigur, at miðalprís-
urin
hjá
línuskipunum
undan Íslandi hevur ligið
báðumegin 10 kr. fyri kilo í
seinastuni.
– Ein fittur partur av
veiðini hjá Morgunstjørn-
uni var brosma, og hon
hevur ikki so góðan prís.
Hevði meira verið av toski,
hevði miðalprísurin eisini
verið nakað hægri.
Stille og roligt
Oskar væntar ikki, at henda
vikan verður so rokaslig á
Fiskamarknaðinum,
tí
streymurin hevur verið
harður og línuskipini, sum
royna undir Føroyum, eru
nýliga farin útaftur. Har-
aftrat kemur, at trolbátarnir,
sum hava roynt á landleið-
ini, nú eru givnir, tí loyvið
gekk út, 1. september.
Nakrir landaðu í síðstu viku
og gjørdu síðan ein stuttan
túr aftrat.
Meginparturin av veiðini
hjá trolbátunum á land-
leiðini hevur verið flat-
fiskur – og eisini hann
hevur fingið ein lægri prís í
summar.
– Eg havi skilt, at fiski-
skapurin hjá trolbátunum
hevur verið á leið tann sami
sum seinasta summar, tó
kanska heldur slakari hjá
onkrum báti, sigur Oskar.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at onkur landing
kanska verður aftur seinni í
hesi vikuni.
Keypa beinleiðis
Oskar sigur, at uppboðs-
sølan selir næstan ongan
upsa í løtuni. Upsin verður
í stóran mun seldur bein-
leiðis til virkini.
Spurdur, hví so er, sigur
hann, at upsin sum heild
hevur sera lágan
prís, og skipini munnu
væl halda, at tað loysir seg
líka frægt at selja hann
beinleiðis til virkini.
– Reiðaríini vænta ikki,
at munurin við beinleiðis
sølu og sølu um uppboðs-
søluna hevur nakran ser-
ligan týdning fyri prísin,
tey fáa í løtuni.
Oskar ásannar, at virkini
lata lítlan pris fyri upsan.
– Nógvur upsi er at fáa,
og marknaðurin er ógvuliga
vánaligur. Tí gera virkini
næstan sum tey vilja, held-
ur hann.
Spurdur, um hann heldur,
at prísgongdin við upsa-
num sum frá líður man fara
at ganga útyvir ísfiska-
trolararnar, sigur hann:
– Ja, kemur ikki vend í,
er væntandi, at lágu prís-
irnir fara gera, at tað fer at
tátta í hjá trolarunum, sigur
hann.
Onkuntíð lægri
Vit fegnaðust eisini, um
fiskaprísirnir í Føroyum
nakrantíð hava verið lægri
enn í dag, síðan Fiska-
marknaður
Føroya
sá
dagsins ljós fyri meira enn
10 árum síðan.
– Prísirnir eru sum heild
lágir í dag, men teir hava
verið lægri. Minnist eg
rætt, lógu línubátarnir á
einum miðalprísi, sum var
einar 7 kr. fyri kilo nakað
eftir, at uppboðssølan byrj-
aði. Eg haldi eisini, at prís-
irnir onkuntíð vóru lægri
enn tað. Í dag selja línu-
bátarnir, sum nevnt, fyri ein
miðalprís, sum liggur báðu
megin 10 kr. fyri kilo, sigur
Oskar Joensen.
Útlitini hjá ísfiskatrolar-
unum eru døpur
Landing á Toftum týsmorg-
unin. Hetta er fiskur hjá
trolaranum, Smaragd, sum
P/F Snodd landaði.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eingin kryvjing á Bakkafrost í eitt heilt ár
Á Bakkafrost á Glyvrum
verða tey liðug at taka laks í
hesum mánaðinum.
- Í løtuni keypa vit at kalla
allan laksin, sum verður
virkaður á virkinum. Hesin
kemur kruvdur til virkingar,
sigur Hans Jacobsen á Bakka.
C
M
Y
K
11
10