leygardagur 31. mai 1997síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið sosialurin, leygardagur 31. mai 1997
Tema 23
koma rekandi, har pallurin skal
standa
Nú er so við at koma undir land
við hesi bygging og er ætlanin at
toga Hiberma út á feltið í august
mánað. Ein stórur partur av ar
beiðinum er gjørt í New Found
landi, meðan annað er gjørt í Hala
og í Korea
Hetta verður so tað fyrsta olju
feltið við New Foundland, sum
fer undir framleiðslu. Tað er ser
stakliga Petro Canada, sum stend
ur fyri oljuleiting á hesum leiðum
Onnur feløg, sum eru við, eru
Mobil, Amoco og Norsk Hydro,
sum hevur gjørt serstaka sam
starvsavtalu við Petro Kanada
Henda avtala sigur, at kanadiska
felagið skal vera vid í lisensum
hjá norska felagnum í Norðsjó
num Íyri at útvega sær vitan og
royndir hagani - og er Norsk
Hydro so við í Kanada
Funnin eru annars tilsamans 15
oljufelt, sum mett verður kunnu
verða lønandi. Ætlanin er at byrja
framleiðslu frá ødrum enn
Hibernia og er talan har um at
brúka flótandi framleiðsluskip har
Tað kemur ikki uppá tal at leggja
rérleiðingar í hesum økinum
Mark Shrimpton sigur við Sos
talin, at:tað verður miðjað móti
at oljuframleiðlsa við New Found
land um år 2005 skal fevna um
20% av samladu kanadisku olju
framleidsluni
Hann vísir á, at teir longu síggja
sera positivar avleiðingar av ti
mennandi frálandavinnuni. Feløg
stinga seg upp, sum hava útviklað
nýggja tøknifrødi við at arbeiða á
oljuøkinum, eitt nú er felag. sum
hevur gjørt útgerð og hevur
specialiserað seg at arbeiða við
veðurupplýsingum ol. Fyritskan
stendur í dag fyri stórum útflut
ningi
Annars eru útlit til, at skatta
inntøkurnar frá oljuvinnu og
lisensum kunnu minka um al
mennu skuldina, lækka vanliga
skattin, og somuleiðis verða peng
ar til avlops til at útbyggja infra
strukturin, sosial- og heilsuverkið
ol
Roknað verður við, at oljuvinn
an kann koma at:standa fyri mill
um 5 og 10-túsund arbeiðspláss
um í framtíðini. Hetta verður eitt
lítið men týðandi íkast til at fáa
búskapin aftur á fótur
Sóu skjótt at her
vóru meguleikar
Vit spurdu Mark Shrimpton um
negativu árinini frá eini oljuvinnu
á eitt líuð samfelag sum New
Foundland!
I byrjanini vóru tað fólk, sum
bóru ótta fyri gongdini, at vit oll
fóru at enda sum texanarar, og at
búskapurin aftur fór at verða yvir
upphitaður. Men so hvert vit fingu
høvi til at eygleiða og kanna henda
nýggja idnadin sóu vit, at orsøk
var ikki til at bera ótta
Mark sigur víðari, at:sjálvandi
vóru eisini tey bangin fyrr, at
oljuvinnan skuldi fáa negativa
ávirkan á (fiskivinnuna, men
gransking og royndir hava víst
teimum, at er ein væl fyrireskaður
og megnar at:stýra hest nýggju
avbjoding, so verður ávirkan ikki
negativ á fiskivinnuna men heldur
positiv
Strongu krøvim til oljupallarnar
hava m.a. gjørt, af tå hevur fingið
ema nógv betri veðurtænastu. og
eisini Vaktar- og bjargingartæn
astan er vorðin útbygd og betrað
Fiskivinnan fær Dem fyrnmunir av
ti virksom. sum er á oljufeltunum
Eitt nú fáa vit tryggjað okkum, at
eingin dålking er ella at útgerð og
burturkast verður koyrt í havið
Hvussu tá við mentanini!
Far til Hetlands og spyr. Har
tók vinnan ikki mentanina á bóli
tað var kanska beint tverturímóti
Fleiri fólk, sum vóru áhugað í just
mentanini, komu til oyggjarnar
og løgdu har pengar efur seg. So
kann síga, at henda vinnan kann
hava positiva ávirkan á mentaðina
í einum landi
Oljupengar til at
menna ferðvinnu
Mark Shrimpton hevur undir vitj
an síni í Føroyum havt høvi til at
tosa við bæði Oljufyrisiting og
Oljuráðleggingarneynd
Hann hevur á hesum fundum
víst á, hvussu týdningarmikið tað
er ikki at síggja oljuidnadin sum
eina hóttan, men at ein tvørtur-
ímóti eigur at spyrja, hvussu ein
kann brúka møgulerkarnar í olju
vinnuni til at fáa framdar aðrar
týðandi broytingar í búskapinum,
sum so aftur uppá longri sikt kann
vera av alstórum týdningi fyri
samfelagið alt
Við hesum sipar hann m.a. til
eitt samanspæl millum oljuvinnu
og ferðavinnu. -Hvussu kann ein
brúka oljuvinnuna strategiskt til
at betra um ferðavinnuna? Og
svarar: -Eitt nú krevur oljuvinnan
góðar flutnings- og gistingar
møgulcikar. Og tað kann so aftur
gagna ferðavinnuni, sum nettup
eisini hevur tørv á tí
Og hendir tað, tá avtornar, at
als eingin olja er við Føroyar, tå
hevur cin kunnað brúkt oljuidn-
aðin sum amboð til at gera bú-
skapin meira fjølbroyttan. Hetta
er nettup tað, sum hevur eydnast
so væl í New Foundlandi sigur
Mark
Eg haldi vit øll hava nakað at
læra av hverjum ødrum. Tað er
greitt, at ein eigur at fara hóvliga
fram. Vit í New Foundlandi hava
eisini gjørt mistøk. Royndirnar frå
teimum koma nú eimi oljuvinnu í
Falklandsoyggjunum til góðar. Og
áttu kanska eisini komið Føroyum
til góðar, tó at cin altíð skal vera
varin við fult og heilt at samanbera
vidurskiftini frá einum landi til eitt
annað
Mugu royna at skilja vinnuna
Mark heldur tað er sera umráð
andi, at føroyingar ístaðin fyri at
venda sær móti einum slíkum út
viklingi, royna at skilja hesa
vinnu
Ég skilji væl, og tað er eisini
sunt at: vera á varðhaldi, soleiðis
at nýggja vinnan íkki ger fiski
vinnum ónáðir. Men eg haldi tú
eiga at brúka henda 1va og møgu
liga ótta eisini Ul at granska og
kanna - fyri harvið at:tryggja tykk
um. al tey negalivu tingini ikki
sleppa at henda. Og so lata tað
positiva sleppa framat
Mark Shrimpton, sum hevur
hildið fleiri fyrilestrar um olju á
ráðstevnum, hevur stóran áhuga
fyri eini komandi føroyskari olju-
vinnu
Eg haldi, at: tíðindini um at
møguleiki er fyri at finna olju her,
eru sera góð tíðindi fyri Føroyar
og føroyingar. Tá hugsað verður
um ringu búskaparligu støðuna og
tað neyðuga í at fjøltátta búskapin
meira fyri í heila takið at koma
burtur úr kreppum, so haldi eg, at
oljan kemur sera sera væl við
Finnið út av, hvat tit vilja. Tað
er í hvussu er gott at hava ein
møguleika sum henda í boði. Til-
rættaleggið soleiðis, at:tað slepst
undan mistøkum
Mark Shrimpton sigur seg vera
SHIPYARD
The Shipyard is able to overhaul ships up to
1.500 t.d.w., I. 0.75 metres, 13 metres wide. All
marine repairs such as welding,
painting, cleaning and woodwork
ELECTRICS
All electric work on low and high
voltage is undertaken. Normal
stocking is kept
VAGS SKIPASMIDJA is a
group of professional personel
who are able to work for 24
hours a day 365 days a year
ærligan, tá hann sigur, at sam
bandið millum oljuídnaðin og
fólkið í New Foundlandi vera sera
gott
Oljufeløgini royna sjálvandi at
fáa sítt, men royndir okkara eru,
at feløgini eru fair
Oljufeløgini til at tosa við
Summi síggja stóru oljufeløgini
sum fíggindar, og at tey eru so
stór og professionell, at eitt lítið
land sum Fórovar megnar ikki at
samráða seg til skilagóðar av
talur!
Tað er rætt, at tey eru ómetaliga
stór, men okkara royndir eru, at
tey oftani eru sera generøs, og tey
eru til at tosa við. Tey hava sjálv
andi royndir, sum føroyingar ikki
hava, men ráð er fyri tí. Ráðgeving
kann geva føroyingum atgongd til
royndir og vitan hjá oljufeløgun
um. So tað er spurningurin at
hyggja kring seg
Mark vísir í hesum sambandi á,
at føroyingar hava eisini brúkt
fleiri góðar ráðgevar í sínum ar-
beiði at byggja upp eina fyristting,
gera lógir og reglur ol. og sipar
hann m.a. til Alex Kemp frá Ro
bert Gordon universitetinum i
Aberdeen, sum hevur hollan
kunnleika til búskaparliga partin
av hesi vinnu
-Eg skilji annars iva tykkara, tå
tit seta spurningin, hvussu ein
oljuvinna kann koma at hava ringt
árin á fiskivinnuna. Men her eiga
tit at leggja tykkum eftur
strategiskari planlegging, tvs. at
tit mugu gera tykkum greitt,
hvussu ein oljuvinna og ágóðin
frá henni kann vera við til at stuðla
eini fiskivinnu. Hvussu kunnu vit
brúka hesa nýggju vinnu til at gera
viðurskiftini í høvudsvinnuni og
landinum annars enn betri. Tað er
avgerandi málið
Oljuvinna góð fyri Føroyar
Hvussu sær Mark Shrimpton so
uppå framtidina hjå Føroyum sum
komandi oljutjóð!
Eg haldi, at oljuídnaður er nak
að gott fyri Føroyar. Eg eri ikki
serfrødingur í føroyskum búskap!
Veit nakað um oljuvinnuna og
kann bert siga, at tit hava ein stór
an møguleika í hondunum. um tit
bera tykkum rætt at. Hugsið um
hann sum eina leið til at fáa fjøl
tátta búskapin. Men sjálvandi
skulu tit eisini vera á varðhaldi
Oljufeløg eiga lata førovingar
gera arbeiðini
Mark heldur tað eisini vera skila
gott at fáa eitt gott samstarv við
oljufeløgini, soleiðis at sum mest
av arbeiðinum kann liggja í land
inum. Hansara egna ráðgevara
fyritøka hevur havt nógv slík ar
beiði frá oljufeløgunum, og hetta
hevur so aftur ment fyritskuna so
mikið nógv, at hon í dag virkar
sum ráðgevi fyri fleiri onnur lond,
eitt nú Argentina
-Tað er umráðandi, at føroyskir
oljumyndugleikar lata oljufeløgini
vita, at tað er eitt føroyskt ynski.
at sum mest av arbeiðinum skal
gerast í Føroyum. Lítur tú ikki á
teg sjálvan og bara letur fyrtøkum
í ødrum londum gera arbeidini,
so fær tú heldur ongantíð tær
royndir, sum tú so aftur seinni
kann brúka til at menna tina
fyritøku enn meira og helst so
nógv, at hon kann gera sum vit -
fara út í onnur lond at arbeiða
Her eru møguleikar. Tað ræður
um at síggja teir og troyta teir rætt
HYDRAULICS
All hydraulic works is undertaken. Work in stain-
less steel, aluminium. Welding in tic, mig and
mag is done
PLUMMING
Plumming in hot and cold water
Sanatory work is done
VÅGS SKIPASMIDJA Sp/f
(VAGS SHIPYARD)
Lågabø, FR-900 Vagur
Føroyar (Faro islands)
P. 0. Box 128
Phone +298 73010
Fax +298 73050