leygardagur 28. juni 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 121 — 28. JUNI 1997
tíðindablaðið il
25 år frá hugsan
og til veruleika
Jóannes Hansen
úr Reykjavík
Undirsjóvartunnilin undir
Hvalfirði verður liðugur í
1999, og fíggjarliga á-
byrgdin fyri verkætlanini er
býtt út á nógvar partar
Í apríl 1999 verður tað
koyrandi gjøgnum undir
sjóvartunnilin undir Hval
firði. Arbeiðið hevur verið
í gongd síðani í maí mán-
aða 1996, og tað hevur
gingið so mikið væl, at tey,
sum hava ábyrgdina, ivast
ikki í, at tíðarætlanin fer at
halda
BETONG
SAGING:
Vit saga.
| ALLAR SKURÐIR |
(dýpi 55 cm td |
HURÐA-/VINDEYAOP
0.a
EISINI HOL .,> |
til 30 cm/diam, t.d
til rorleiðingar, ventila-
tion o.a
tm TILBOÐ!
- bæði vani. húsaánarum
virkjum, byggi- og vvs-fyritokum
FØROYA "sen
BETONG SAGING
Postet 47 - Gerðisvegur
Tlf. 47543 * Fax 48898
Støddin
Tunnilin, sum føroyingar
vóru og hugdu at um mid-
dagsleitid i gjår, er 5.650
metrar til longdar. Av hes
um eru 3.750 metrar undir
sjóvarmálanum
Tá ætlanirnar um fast
samband um Vestmanna
sund vóru frammi í áttati
árunum, varð tosað um ein
tunnil, sum var 4.700
metrar
Farleiðin úr Reykjavík og
til Akranesar er nú 180
kilometrar, og tá tunnilin
verður liðugur, verður far
leiðin 48 kilometrar
Hugburðurin
Fyrstu hugsairnar um tunn
ilin undir Hvalfirði vóru
frammi seinna partin av
sekstiárunum. Men sam-
bært teimum. sum hava á
byrgdina av verkætlanini,
so var tað ikki fyrrenn í
1987, at ferð kom á. Tá al-
mannakunngjørdi íslendski
landsverkfrødingurin kann
ingar, sum vístu, at tunnilin
tøknfrødiliga kundi byggj
ast, og at ætlanin fór at
verða íslendska samfelagn
um til búskaparligan fyri
mun
Gisli Gislason er býar
stjóri í Akranesi. Tað hevur
hann verið síðani 1987
Hann er formaður í nevnd
mi fyri samtakinum. sum
hevur tíkið stig til tunmilin
Samtakið eitur Spelur
Vanliga hevur tað verið
soleiðis í Íslandi, at tað al
menna hevur havt ábyrgd
ina — bæði figgjarligu og
teknisku — tá samferðslu-
útbyggingar eru framdar. Í
hesum førinum arbeiddu vit
í eini seks ár, áðrenn tað
hevði eydnast okkum at
sannføra landspolitikarar-
nar um, at vit kundu skipa
eðrvísi fyri í hesum førin-
um. Í fyrstu atløgu vóru tað
bara altingsmenninir, sum
vóru valdir á Vesturlandin-
um, ið tóku undir við okk
um, men so við og við fingu
vit fleiri at síggja, at hetta
fór at bera til, og nú er tað
trupult at finna nakran, sum
er ímóti, greiðir býarstjórin
í Akranesi frá
Byfnaðurn
tingid samtykti í 1990
eina løg, sum heimilaði, at
arbeiðið kundi verða gjørt
á ein eðrvísi máta, enn tað
hevði verið vanligt, og 25
januar 1991 varð Spelur
stovnaður. Í samtakinum
eru fleiri enn 40 ánarar
Kommunan í Akranesi
eigur í, og seks tær størstu
fyritskurnar í Akranesi eru
millum teira, sum eiga mest
i
Teir, sum byggja, eru í
einum felag, sum eitru
Fossvirki SF. Talan er um
eina fyrttøku, sum íslendska
Ístak, svenska Skanska A.B
og danska E. Phil & Søn
eiga í felagsskapi
Fossvirkið hevur projek
terað, teir gera arbeiðið og
teir hava alla fíggjarliga
ábyrgd til arbeiðið er liðugt
Byggilánið, sum er umleið
71 milliónir amerikanskar
dollarar, hava teir úr
svenska Skandinavíska
Enskilde Banken
Tá arbeiðið verður liðugt
í 1999, skal Spølur yvirtaka
tunnilin. Teir hava fingið
játtan um fígging úr ameri-
kanska tryggingarfelagnum
John Hancock Mutual Life
Insurance Inc og úr fleiri
íslendskum pensiónskass
um
Roknað verður við, at
lánini eru niðurgoldin eftir
20 árum, og so er ætlanin at
lata tí almenna tunnilin at
reka
Ætlanin er, at brúkara-
gjaldið skal vera 10-12
dollarar fyri persónbilar og
40-41 dollarar fyri stórri ak-
før. Teir rokna við brúkara-
gjøldum uppá íalt 7,6 milli-
ónir dollarar fyrsta árið
Síðani hava teir roknað við
einum årligum vøkstri, men
býarstjórin er altráður eftir
at undirstrika, at teir hava
mett varisliga
- Vit hava hoyrt um so
nógvar tunnlar, sum eru
farnir á húsagang. og tað
vilja vit ikki skal endurtaka
seg
Býarstjórin váttar tíðind-
ini, sum vit hava hoyrt um,
at teir, sum byggja, vinna
nógv úr ætlanini. Í tilboð-
num hava teir tíkið hædd
fyri einari rúgvu av fyri-
varnum, sum ikki eru
vorðin aktuelt
Hetta eru treytirnar, og
vit mugu bara gleðast um,
at arbeiðið gongur betur,
enn vil høvdu torað at
roknað við, sigur Gisli
Gislason, býarstjóri í Akra-
nes!
Vit umboða
og umvæla:
AEBI - GOLDONI
NIBBI - THIELBURGER
SØLA & TÆNASTA
Búnaðardepilin - 410 Kollafjørdur - Tlf. 21300