týsdagur 1. juli 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IS A —A— ——
Nr. 122 — 1. JULI 1997
tíðindablaðið
John Petersen, landsstýrismaður um keypið av Nólsoyar Pálli:
Keyptu skipið uttan |
Pm r
at hava sæð tað
- Tað er óhoyrt at keypa eitt skip uttan frammanundan at hava fingið tekn-
iska frågreiding um standin. Landsstýrið átti at tikid sær stundir til at útvega
sær slíka meting, men eingin bað um tað, sigur landsstýrismaðurin
DAGNY JOENSEN
John Petersen hevur áður
sagt, at hann ætlar sær at
selja Nólsoyar Páll.
Tað hevur hann heimild
til sambært ráðharraábyrgd-
ini, men fyribils verður
skipið ikki lýst til sølu, sigur
landsstýrismaðurin.
- Tað, sum fær meg at
umhugsa støðuna við slik-
um stigi er, at tá vit selja
Nólsoyar Páll, so kunnu vit
bert staðfesta, at landskass-
in hevur mist peningin, sig
ur John Petersen
- Var tú sum tingmaður
ikki við til at játta peningin
til keypið av Nólsoyar
Pálli?
- Jú, men vit játtaðu út
frá teimum upplýsingum,
sum Landsstýrið gav okk-
um. Harnæst, sum and-
stødupolitikari visti eg ikki,
hvat sengvurpan- annars
kundi vita um málið, sum
eg ikki visti, sigur John Pet-
ersen
Landsstýrismaðurin vil
helst avgreiða málið so
skjótt sum til ber
Hann bíðar nú eftir, hvat
Sambandflokkurin vil gera
við skipið, og nýtir nógv
orku hvønn dag at tosa við
sínar samgongupartar um
málið
Vilja ikki viðganga tað
- Veruleikin er tann, at sam-
bandsmenn hava keypt
skipið, men nú tað er avdúk
að, í hvussu ringum standi
skipið er, vilja teir ikki við
ganga tað, sigur John Pe-
tersen
- Spurningurin er, hvat
Sambandflokkurin vil. Teir
vilja umvæla skipið, men
tað skal ikki kosta ov nógv
- Eisini er tað spurning
urin, um tað er manssømi-
ligt, at vit hava eitt verju
skip, sum vit ivast í kann
nýtast til bjargingaruppgåv
ur
Ívamálið hjá landsstýris
manninum er eisini, at um
skipið verður umvælt, so er
avmarkað, hvat tað bøtir
um. Skrokkurin er so illa
tardur, og maskinurnar ov
vánaligar
Hóast vit umvæla skip-
ið, so verður tað ikki nóg
gott. Skipið er í so ringum
standi, at um vit fáa gjørt
tað sigliklárt í år, so verður
aftur neyðugt við umvæl-
ingum næsta ár o.s.fr
- Viðlíkahaldið verður ov
dýrt, og tí haldi eg tað vera
meiningsleyst at gera nakað
við skipið, sigur John Peter
sen
- Er Nólsoyar Páll vorðið
býtisbarn i samgonguni ,
sum umbering fyri at tit ikki
kunnu samstarva í Tinga-
nesi?
- Nei, vit hava ikki sam-
starvstrupulleikar. Tað var
fyrra samgongan sum átti
mannin ið keypti skipið,
sum vit hava brúkt 13 mió
krónur til, og onki fingið
afturfyri
- Tí hava sambandsmenn
so torført við at góðtaka, at
teir hava gjørt hetta sigur
John Petersen
Hann hevur onga við-
merking til tað, sum Bjørn
á Heygum segði við Sosi-
alin í farnu viku, m.a. at um
John Petersen seldi skipið
uttan at spyrja samgonguna,
so fekk tað avleiðingar fyri
samgonguna
Annar trupulleiki er, at
tingið hevur felt uppskotið
um at veita meira pening til
umvæling av Nólsoyar
Pálli
Ikki standa model! til
John Petersen sigur, at hann
sum landsstýrismaður ikki
vil biða tingid um pening
til nýtt skip, tá samgongan
ikki er samd
- Tað vil eg ikki standa
modell ul, sigur John Peter
sen
Hann ásannar kortini, at
neyðugt verður at finna eina
loysn í málinum, tí tað kost
ar pening at hava Nólsoyar
Páll liggjandi við kaj
- I mini verð er hetta ikki
eitt politiskt trupult mál. Vit
mugu bert staðfesta tað sum
er hent, og so royna at koma
víðari
Higartil hevur Vaktar- og
Bjargingartænastan staðið
fyri útbjóðingini av umvæl-
ingini, men um samgongan
verður samd um at gera
skipið aftur, so skal nýtt
projekt og útboðtilfar ger
ast, og tað kostar eisini pen-
ing
Vistu ikki hvat
teir keyptu
- Ongin keypir eitt skip
uttan so at emm teknisk gjøg
numgongd og meting av
skipinum er gjørd framm
anundan
Landsstýrið átti í sínari
tíð at tikið sær stundir. Tað
átti ikki at keypt skipið áðr
enn ein teknisk frágreiðing
av skipinum varð gjørd,
sigur John Petersen, sum
ikki hevur mist vónina um,
at samgongan fær loyst
málið
i
John Petersen, landsstýrismaður: - Hóast vit umvæla
skipið, so verður tað ikki nóg gott. Tað er í so ringum
standi, at um vit fáa tað sigliklårt í år, so verður tað
neyðugt at umvæla aftur næsta år 0.s.fr.
Í Djurslandi fært tú dans-
ka náttúru - stórir skógir,
neðar og ongir. Og ikki
minst: nakrar av bestu
baðistrondunum í land-
inum!
Óteljandi møguleikar eru
fyri gisting í Djurslandi -
vallaraheim, camping-
pláss, hoteli, feriuhotell -
nógv ymisk eru at velja
ímillum
Mentanin blómar í Djurs-
landi. Tað sermerkta um-
ráðið hevur igjøgnum tidir-
nar fingið nógv listarfólk
at koma til Djursland. Eis-
ini eru 80 kirkjur og nógv
slott í Djurslandi
Nógv er at gera og fara til
í Djurslandi. Okkurt er til
allar aldursbólkar, so sum:
riding, golf, súkkling, fisk-
ing, windsurfing, kaving,
kanosigling, gongutúrar,
tennis, sigling 0.a
Til Djursland við
Atlantic Airways
Flogið verður úr Feroyum
mikudagar og sunnudagar.
Iroknað prísin er: Flogferð
Vágar - Tirstrup/Arhus og
aftur. Flutningur millum
floghavn og uppihaldsstað
og uppihald á tí staðnum,
tú hevur valt. Her hava vit
valt 2 dømi.
Dronningens Ferieby
44 vælinnrættad feriuhus. i
serliga vøkrum umhvørvi
Uppihaldsrumi v/peis, køkur
2 sovikømyr haðirúm »e
tonett eru í øllum húsunum
Prísir fyri 4 fólk í I viku
Vaksin, fyri hvenn 3.095,-
Børn, fyri hvønn 1.995,-
Stena Hotel Grenaa
Førandi hotellid i býnum. Svimji- |
hylur uttanfyri og allir hentleikar
á kemrunum
Prísir fyri 2 fólk í 1 viku
Vaksin, fyri hvenn 3.895,-
Børn, fyri hvønn 1.895,-
Nærri fæst at vita á ferðaskriv-
stovum kring landið og hjá
Atlantic Airways
TIf.33900 - Fax 33990