Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 1997síða 6

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

HH iii i SMYRIL=LINE Nr. 152 — 14. AUGUST 1997 TD po m “re teruger 1 MN II Gott fyri ferdavinnuna at longt summarsiglingina — Hevði tað borið seg, høvdu vit onki havt ímóti at siglt við Norrónu millum Føroyar og Dan- mark alt árið, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN Nú spurnartekin aftur verð- ur sett við loftvegis trygdina millum Føroyar og útheim- in, eru røddir frammi um, at føroyingar áttu at havt sjóvegis ferðafólkasamband við umheimin alt árið Hetta ynskið hevur verið ført fram við jøvnum mill umbilum i mong år. Einasta, sum kortini er hent å hesum økinum er, at sjóvegis ferð- afólkasambandið við Skot- land er slitið Tað er kortini ikki bara tosið um trygdina í loftrúm- inum, ið fær fólk at ynskja sær sjóvegis ferðafólkasam- band við útheimin alt árið Innan ferðavinnuna síggja tey tað sum heild sum ein fyrimun við meira ferða- fólkasigling Skal bera seg Oli Hammer, stjóri á Smyril Line, sigur við Sosialin, at skal Norrøna sigla alt árið, má tað vera soleiðis, at sigl- ingin ber seg — Tað kostar nógv at sigla Vit skulu hava manning, og oljan kostar eisini nógv, sigur Óli Hammer Hinvegin hevði hann als onki havt í móti, at Norrøna sigldi alt árið, um rutan kundi borið seg - Nørrøna siglir so mikið skjótt, at ongin trupulleiki hevði verið at gjørt tveir túrar til Danmarkar um vik- una, um vit hugsa um Hanstholm sum ferjuhavn, sigur stjórin á Smyril Line Hann vísir á, at Norrøna tekur ikki nógvan farm. Og skuldi nakað av farmi verið flutt við Norrgnu, hevði onkur annar mist — Vit hava ikki tosað um hetta í neyndini fyri Smyril Line fyri kortum. Og iva- samt er, um slík ruta kann bera seg. Tað er torført sum er, at fylla skipið í lág- summarsiglingini Men vilja almennu myndugleik- arnir stuðla eini slíkari sigl- ing, ja, so eru teir væl kom- nir til tað, sigur Óli Hamm- er Hann vísir á, at í Hetlandi hava tey sjóvegis ferðafólk- asamband til Skotlands tvær ferðir um dagin. Og har er tað tað almenna, ið tryggjar sambandið. summartíðina Anniku Joensen, sjtóra á Ferðaráðið Føroya, hevði dámt væl, um Norrgna í hvussu er sigldi nakað nógv longri enn hon ger í dag Í ferðavinnuni tosa vit so nógv um at longja summartíðina, so vit kunnu fáa fleiri ferðafólk. Eg rokni við, at hevði Norrøna byrjað at siglt longu í apríl mánað, og ikki enda siglingina fyrr enn einaferð í oktober, so hevði eydnast okkum at fingið fleiri ferðafólk til landið, heldur Annika Joen- sen. Hon dugir ikki at siga, um grundarlag er fyri at sigla við Norrønu alt árið, um hugsað verður um ferða- vinnuna — Á einum ferðavinnu- fundi herfyri segði eitt um- boð fyri íslendsku ferða- vinnuna, at íslendingar skulu ikki hava ferðavinnu um veturin. Tá er jú onki uttan illveður at bjóða fólki Seinastu árini hevur Norrøna verið í fastari summarsigling millum Føroyar, Noreg, Danmark og Ísland. Men summar- siglingin varir bara í gott og væl tríggjar mánaðar. Tí vóna fólk innan ferðavinnuna, at siglingin í hvussu er verður longd nakrar mánaðar Mynd: Kalmar Spurningurin er, um vit í Føroyum hava nakað at bjóða útlendingum um vet urin. Skipaðar útferðir hava vit so ikki um veturin, sigur stjórin á Ferðaráðnum Ber ikki til at lýsa við Feroyum sum ferðavinnu landi um veturin, um vit samstundis upplýsa, hvat vit hava at bjóða, og hvat gest irnir kunnu vænta ta års- tíðina? — Jú, tað er tað nakað um Tað hevði ivaleyst borið til, um vit gjørdu tað soleiðis, sigur Annika Joensen. Hon vísir á, at føroyska ferðavinnan lagar seg í stór- an mun eftir summarsigl- ingini hjá Norrønu — Ikki fyrr enn summar- siglingin byrjar, byrja ymsu skipaðu útferðirnar. Og tá summarsiglingin hjá Norr- ønu heldur uppat, steðga eisini skipaðu útferðirnar - Tí ivisteg ikki í, at varð summarsiglingin hjá Norr- ønu longd, so hevði eisini restin av føroysku ferða- vinnuni verðið broytt sam- svarandi, heldur stjórin á Ferðaráðnum Annika Joensen leggur aftrat, at:vit eisini skulu hugsa um føroyingar. Og føroyingar høvdu møguliga verið fegnir um at havt sjó- vegis ferðafólkasamband við útheimin alt árið Føroyski veturin kann eisini vera vakur. Lítið man vera at ivast i, at slik mynd, sum henda, hevdi „imponerað“ mangan útlendska gestin Í