Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 Nr. 1 — 3. JANUAR 1998 Helst mest spennnan er milum kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF. di d Spæla seinasta umfar í grund- spælinum Hondbóltur: Mest spennandi dystir- nir eru í Havn millum Kyndil og StÍF Í vikuskiftinum verður endi gjørdur á grundspæl- inum í hondbæltskapping- imi í 1. deild hjá monnum og kvinnum. i verdur fy an hålva so ki at fara er meiri i seinnu hålvu av kappingini, tå. avgerandir dystirnir fram móti FM-gullinum skulu i spælast. Eftir dystirar f dag og í morgin verða stigini hí á øllum Hdunum hálverað, og so verður spælt víðari tvær ferðir móti verjum ødrum. Bæði hjá monnum og hjá Vin er fult umfar hetta vikuskiftid, tað vil siga samanlagt seks |. deildardystir. Mest spennandi dystir- nir eru ivaleyst í Havn, har bæði menninir og kvinnurnar hjá Kyndil og StÍF fara at spæla týðandi dystir. Hjá monnum snýr dyst- urin seg um at halda fram í hølunum á VÍF, sum er oddalid, og tykist hava yvirkomiligan dyst hetta vikuskiftid. StiF og Kyndil eru saman vid H71 nærmastu kappingarneytar hjå VIF, men tað tykist verða greitt, at skal nakar spenningur koma í oddin, so má eitt av teimum trimum liðunum, ga framhaldandi øll, fylgja eftir VIF. Hjá kvinnunum er -kappingin meiri spenn- andi enn hon hevur verið í fleiri ár, og trý javnt góð - lið kappast um fremstu plåssini. Í løtuni hevur "StÍF munin, og oddastød- an skal verjast í dystinum móti Kyndl sunnudagin. Klårar StÍF at vinna hava tær munin á Kyndli og Neistanum, men vinn- ur Kyndil stendur vænt- andi púra á jøvnum mill- um øtt trý liðini. Hjá Kyndli verður Lotte Sør- ensen viðaftur, meðan Beinta Sørensen er skadd í hondini, og nevyan spælir aftur í ár. Hinir báðir dystirnir hjá kvinnunum eru millum Neistan og Stjørnuna og botnlidini VB og GÍ. Hjá monnum spæla Neistin og VÍF og KÍF og að tíðindablaðið R mr Merkisdagur hjå Svimjisambandinum Í gjár varð nýggja Merkjaskipanin hjá Svimjisambandi Føroya sett í verk i svimjihøllini i Havn. Eilif Samuelsen, ið er landsstýrismaður við skúlamálum, royndi sum tann fyrsti skipanina við góðum úrsliti. EMiL L. JACOBSEN Tað er ikki langt av leið at siga, at dagurin í gjár gjørd- ist ein >merkisdagur< hjá Svimjisambandi Føroya. Henda dagin varð sonevnda merkjaskipanin hjá SSF nevniliga sett í verk. Eilif Samuelsen lands- stýrismaður við skúlamál- um royndi sum tann fyrsti í Føroyum skipanina og setti hana síðani alment í verk. Merkjaskipanin er býtt upp í tríggjar skipanir - ein undirvísingarskipan, ein motiónsskipan og ein dugn- aðarskipan. Í kunnandi skrivi sigur Svimjisam- bandið høvudsendamålid við merkjaskipanini vera, at luttakarin uppfatar hana sum ein motivatiónsfak- torur. Lærarin uppfatar skipanina sum eitt hent undirvísingaramboð. Tá skipanin varð sett í verk í gjár, segði Aksel Haraldsen frá Svimjisambandinum millum annað, at tað ræður um at vera tryggari í vatn- inum. Dugnaðarskipanin miðar hinvegin ímóti, at fólk kunnu taka lívbjarg- araroynd. - Fyrimunurin við hesi skipanini er, at skúlanæm- ingar nú kunnu gerast lív- bjargarar í skúlanum. Fram til nú hevur tað verið rætti- liga torført hjá føroyingum at taka hesa royndina, segði Aksel Haraldsen. Eilif Samuelsen segði millum annað, at skipanin kann virka positivt á fleiri økjum. Eitt nú kann hon økja um áhugan fyri svimj- ing í Føroyum. - Tá føroyingar búgva so nær sjónum og eru so tætt knýttir at honum, er tað sjálvsagt, at teir hava brúk fyri at duga at svimja, segði landsstýrismaðurin. Hann vísti eisini á heilsu- liga týdningin, sum svimj- ing hevur, við tað at tú brúk- ar so at siga allar vøddar, tå tú svimur. Skal bera seg sjálva fíggjarli Merkjaskipanin já SSF virkar á tann hátt, at tá ein luttakari hevur staðið eina roynd, fær hann eitt skreyt- blað. Hetta gevur honum so møguleika fyri at fara á posthúsið og keypa tað merki, ið svarar til roynd- ina. Ætlanin er, at sølan av merkjum skal bera skipan- ina uppi figgjarliga. Tann fyrsta royndin kann takast áðrenn skúlaaldur. Tað tekur fleiri år at koma ígjógnum allar royndirnar og nakrar ber til at taka um- aftur. Luttakarin hevur so- statt altíð eitt nýtt mál fyri framman. Av tí at svimjingin í nógv- um skúlum hevur verið trupul at fyriskipa orsakað av vantandi tilfari og harvið málrættaðari undirvísing, fer merkjaskipanin uttan iva at hava ein sentralan týdn- ing í skúlunum í framtíðini. Hon verður helst tann ber- andi parturin av svimji- undirvísingini. Hetta meta í hvussu so er nógv skúla- fólk, sum kenna til skipan- ina, sigur Svimjisambandið í kunnandi skrivinum um Merkjaskipanina. Skipanin er í roynd og veru ein norsk skipan, sum er tillagað føroysk viður- 25 skifti. Tað eru átta ár síðani, at hugsanin um eina tílíka skipan í Føroyum kom fram. Frammanundan hava føroysku skúlarnir brúkt gomlu SAJ-skipanina í svimjifrálæruni Henda skipanin verður framvegis nýtt ymsastaðni, men tíðin er farin frá henni, og lítið endamál er í at fáa lív í hana aftur, sigur Svimjisamband- ið. Sum nevnt var landsstýr- ismadurin Eilif Samuelsen tann fyrsti at royna nyggju skipanina, og fekk hann fyri tad eitt skreytblad og eitt merki frå Akseli Haraldsen. Eilif Samuelsen kann nú sambært skipanini kalla seg »k6pahvølp«.