leygardagur 14. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bahs hava alla tíðina sagt,
at vit skuldu bíða til hetta
var vorðið søga, sigur Boul
Bundgaard, sum nú er vorð-
in 75 ár gamalur.
Hann dylur ikki fyri, at
beinini ikki eru, sum tey
hava verið. So tann víða-
gitna tríkleyvara gása-
gongdin á bryggjuni í sól-
arrisinum er ein sagablot. Í
>Olsen-Bandens allersidste
stik« situr Kjeld í koyristóli
og er endaður á rgktarheimi,
eftir at Yvonna er deyð. Lítli
Børge er eisini við í líki Jes
Holsøes, men hann er frá-
skyldur konu sini
— Soleiðis sum tað eftir
hondini gongst øllum døn-
um, sigur Morten Grund-
wald, sum er vorðin 63 ára
gamalur. Hann verður
noyddu at finna fram raki-
maskinuna og tær gulu hos-
urnar. Bensinprísirnir eru
hækkaðir munandi síðani
Benny seinast koyrdi fyri
fimm krónur av bensini á
bilin Chevrolettin frá 1957,
so í nýggja filminum koyrir
hann >svart< sum avloysari
á taksastødini > Valby-vogn-
en«
Egon er av tilvild sloppin
út eftir at hava dvælst í 18
ár á ymsum anstaltum, men
tíverri er hald lagt á allar
tær mongu ætlanirnar hjá
honum. So kemur brádliga
fram eitt reytt, slitið kuffert
við teimum viðgitnu og
topployniligu Wanderberg-
skjølunum, og so er hin
versti leysur í Laksagatu.
Hjálpir Clinton
Kuffertið skal beinast av
vegnum, og tað er júst ar-
beiðið fyri Olsen-Bandan,
heldur hart plágaði deildar-
stjórin, Halladsen og letur
uppgávuna til kriminalassi-
stentin Jensen og hin unga
Holm - aliast Axel Strøbye
og Ole Ernst.
Á skálkasíðuni fara Bjørn
Watt Boolsen og Ove Ver-
ner Hansen, eisini kallaður
>búffurin< at takar sær ker-
liga av Egon & Co, og tón-
leikaliga er Bent Fabricius-
Bjerre eisini við.
— Vit hava eisini tosað um
at fáa Clinton við. Skulu vit
ikki hjálpa honum?, skemt-
ar Morten Grundwald.
— Ah, tí hevur hann helst
gott av, sigur Poul Bund-
gaard og leggur afturat:
— Vit hava tosað um tað í
so mong ár, og nú er tað
brádliga vorðið álvari. Eg
kenni báðar dreingirnar so
væl, at eg tori at siga, at vit
allir tríggir gleða okkum.
— Vit fara at gera alt, vit
kunnu, hóast tað ikki er so
nógv, men tað verður so í
øllum føri eitt upplivilsi at
vera vid. Eg eri so fegin um,
at tit hava tikid tykkum
saman til at taka hetta stigið
- so tað gongur nokk.
Filmsleikstjórin Tom He-
degaard sigur:
— Eg hava arbeitt saman
við Erik Balling í 37 ár og
kenni alt univers hansara,
og eg fari at samstarva vid
honum undir framleiðsluni.
Hetta verður ein nýggur og
ødrvisi Olsen-Bandien-
filmur, sum verður eitt sind-
ur meira absurdur, men
kortini stórt sæð ein filmur,
Nr. 50 — 14. MARS 1998
tíðindablað
>Olsen-Banden< hevur navnið eftir leiðaranum og heilanum í bólkinum, Egon
Olsen
ið líkist rættuliga nógv trad-
itionellu = Olsen-Banden
filmunum, sigur hann og
leggur afturat:
— Hyggið bara eftir teim-
um! Teir eru so professió-
nellir...
Fyri at fáa
eitt sindur av skemti
Henning Bahs hevur skriv-
að filmsleikritið saman við
Eriki Balling og er primos
motor í ætlanini.
Hann er sera fegin um og
undrast á, at tað skuldu
ganga 18 ár til næsti film-
urin í rødini kom.
— Tað er ótrúligt, at eingin
annar hevur tikið kjansin.
Fyrr fóru vit til París fyri at
skriva leikritið, men tað var,
tá vit vóru yngru ava lyndi.
Nú hava vit skrivað heima
á skrivstovuni, og tað verð-
ur spennandi, um vit kunnu
liva upp til tað, fólk vænta
av okkum.
Annars heldur hann, at
skemt og kommedia vantar
í donskum filmum:
— Eg haldi, at grundarlag
er fyri skemti, men danir
gera ikki so nógv, sum er
stuttligt. Tað er eisini tað
truplasta at gera.
Eisini tí at so nógvir sjálv-
hátíðarligir DKP'arar sita í
høvum størvum, og tað ber
ikki til at vera DKP'ari og
vera skemtingarsamur av
lyndi um somu tid, sigurt
Yvonne (Kirsten Walter),
sum doydi fyri nøkrum
årum sidani er i films-
leikritinum deyd - og
Kjeld vordin einkju-
madur
Henning Bahs, sum ikki
hevur gloymt sin gamla for-
kærleika fyri spreingievn-
um ella fyri at síggja veru-
leikan við at halla vanga.
Jú, her verður uttan iva
eisini okkurt við spreingi-
evni í. Men Olsen-Bandin
er annað enn ymisk rán. Ol-
sen-Bandin er eisini ein
samfelagssatira, sum sigur
okkum nakað um Danmark-
arsøgu og samstundis er Ol-
sen-Bandin ein partur av
sjålvfatan dana.
Søgan í hesum filminum
byggir á eitt hugskot, sum
Erik Balling fekk fyri fýra
árum síðani
— Vit eru ikki politiskt
korrektir, so tí roykir Egon
framvegis sigar, sigur Bahs.
»Olsen-Bandens aller
sidste stik« hevur væntandi
frumframførslu í Danmark
1. jóladag, sum er stóri
frumframførsludagurin í
Danmark.
Keldur: BT 28/1/98,
Nordisk Film,
Olsen-Banden
|
L
Børge til dystin fús
Jess Holtsø, sum hevur
leiklutin sum Børge vid
sjukrakassabrillunum og
síða hárinum, sonur Kjeld
og Yvonnu - gleðir seg
aftur at skula á pallin.
Í nýggja leikritinum er
hann vaksin og er frá-
skyldur konu síni.
Jess,. sum m. a. hevur
arbeitt sum narkoráðgevi,
heldur ætlanin fer at
eydnast:
— Filmarnir hava longu
fingið ein »kultstatus«.
Tað gongur framvegis
ikki dagur, at onkur kallar
meg Børge á gøtuni, ella
at onkur vil hava mín aut-
ograf. Hóast eg umsíðir
er vorðin ein hálvgamal
maður, sgur hann
Jess Holtse hevur
mangan hugt eftir filmu-
num aftur cz aftur og er
framvegis lika væl nøgd-
ur vid avrikið:
- Eg haldi framvegis,
at vit hav a orsøk at vera
stoltir av okkum sjálvum.
Hatta var bara >skide pro-
fessionelt<, sum hann
tekur tíl. — Vit vóru eitt
team, sum fungeraði heilt
væl saman. Ég minnist
ikki nakran film í fólka-
komediu-sjangruni sid-
ani, sum bara so nøku-
lunda kann sammetast við
Olsen-Banden, sigur
hann.
Jess Holtsø hevur ikki
altíð havt tað eins lætt,
síðan hann hvarv av pall-
inum. I nøkur år var hann
ein vónleysur narkoman-
ur. Eftir eina væleydnaða
avvenjing hevur hann
havt ymisk størv sum m.
a. medarbeiðari á eini av-
venjingarstød, A»roadic«
fyri fleiri rockbólkar og
sum tónleikari.
— Eg elski framvegis at
upptrakka, so tá taðeg var
líðugur vid film og
sjónleik legðist eg á
tónleikin. Tað er tónleikin
hjá teimum svertu, sum
mær dámar best. Eg havi
verið limur í fleiri
bólkum.
Tað var ein stuðul frá
Nordisk Film upp á
50.000 krónur - ti ein vid-
gerðarstovn - sum bjarg-
aði honum úr narkohelv-
itinum:
— Uttan hasar pengarnar
hevði eg verið glataður -
og kanska deyður í dag...