Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mars 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið R Fr Nr. 52 — 18. MARS 1998 Økid vid Farstødina ein fella fyri blind Ein bólkur av lesandi instruktørum frá Blindainstituttinum er í hesum døgum i Føroyum. Tey eru í gongd við høvuds- uppgávu sína, um hvussu ein sjónbrekaður kann klárað seg á økinum rundan um Farstødina og SMS. Hesi bæði økini eru sannar fellur fyri sjøonbrekadi og bólkurin arbeiðir við hugskotum til broytingar SVEINUR P SEN Tað er ikki so lætt at ferðas amt kkara, tå sjónin bil 4 3 € % Sig | nøki ein IKT s år Ei SKI e nið- D ur sum gevur ið frá sær. Tá sjónbrekaði skulu ljóðið geðrvísi, enn tá tey ikki skulu ganga Men tey sjónbrekaðu skulu eisini koma til hesa vælsignadu >ljóskurv< Tað fáa tey hjálp ul frå leiðbeinaranum á Blinda- stovninum Tað er tí harðliga til- trongt, at onkur setur kikar- an á umstødurnar hjá teim- um sjónbrekaðu í Føroyum Hvussu kunnu broytingar gerast í verandi umhvervi, so at tað verður lættari hjá teimum sjónbrekaðu at ferðast, og uttan at hesar broytingar kosta almikið av peningi Tað er tað, ein bólkur av lesandi instruktørum frá Blindainstituttinum arbeiðir við Tey gera eina hevuðsupp- gávu við útgangssteði í øki- num á bryggjuni í Havn, við serligum atliti til ferjuleg- urnar og Farstødina Men hvat er hetta fyri ein úbúgving. tey eru í holt við? Erik Østergaard, frá Institut for blinde og svagtseende, greiðir frá og — Tá hesi fólkini eru liðug, kunnu tey kallað seg ADL- og mobilityinstruktørar Hetta er ein yvirbygn- ingsútbúgving. og fyri at koma inn, skulu tey lesandi hava eina aðra útbúgving antin sum lærarar, sosial- rútbúgvingin tekur 8 mánaðar og endar við, at tey lesandi gera eina høvudsuppgåvu, har tey, sum í hesum føri, taka út- gangssteði í einum verulig- um trupulleika Uppgávan hjá hesum bólkinum gongur út uppá, at gera uppskot til broyt- ingar í umhvørvinum, so at møguleikarnir hjá sjónbrek- aðum at ferðast, gerast betri. Erik Østergaard sigur, at Karin Kass, leiðari á Blindastovninum, hevur sagt teimum, at tað eru nógvar slíkar uppgávur at fara í holt við i Føroyum.Tå tey settu seg í samband við hana hesaferð, vísti hon teimum á gkið við Farstød- ina og SMS. Men ein onnur orsøk til at tey valdu Føroyar er, at ein føroyskur næmingur gongur å skålanum. Tad er Maria Svabo Hansen, úr Havn. Broytingar hjálpa ikki bara sjónbrekaðum At tað er tørvur á broyt- ingum, hava umboðini frá Blindainstituttinum fingið staðfest So er bara spurningurin hvussu hesar broytingar skulu gerast og á hvønn hátt, eitt nú Blindastovnur Føroya fær ávirkan á hesar Maria Svabo Hansen úr Havn, lesur í løtuni til leiðbeinara á Blindainstituttinum í Keypmannahavn (Mynd Jens. Kr. Vang) broytingar Og tað er ein annað enda- mål við hesi uppgåvuni. Tey, ið uppgávuna gera, hava havt samband við Tórshavnar Kommunu og SMS fyri at kunna tey um ætlanina við uppgávuni Bæði kommunan og leiðslan í SMS hava verið sera opin fyri samstarvi, tí tað er ríkiligt at tríva í. Tað er staðfest at broyt- ingar fyri blind eisini gagn- að øðrum, eitt nú eldri fólki Verður til dømis ein ljós- regulering, við ávaringar- ljóði sett upp, so fáa eisini onnur enn sjónbrekað gagn av hesum. Hygg bara í mið- býnum. Tey flestu okkara, sum fara um gonguteigin, lurta heldur eftir ljóðinum enn hyggja eftir >tí grøna manninum«. Vit hugsa bara ikki um tað. Farsteðin Tað tey lesandi hava lagt til merkis er, at á økinum kring Farstødina eru ongar upp- merkingar. Erik Østergaard sigur, at tað eru ikki so ógvusligar broytingar, sum skulu til, men tær hjálpa øllum. Har eru ongar týðuligar avmerkingar, sum tú sum síggjandi kann halda teg til. Hvussu skulu tey sjónbrek- aðu so hava tað, spyr hann. — Tað, tey sjónbrekaðu hava brúk fyri eru kontrast- ir. Týðuligir kontrastir. Tá hava tey nakað at ganga eft- ir. — Hetta letur seg gera við at mála strikurnar á vegin í kontrastlitum, ella sebra- Lesir til blinda- "i Tey seks lesandi frå Blindainstituttinum i Keypmannahavn, saman vid lærarum sinum, avmyndaði i Norðurlandahúsinum, í gjár stípum, sum hann tekur til. Ein annar møguleiki er, at leggja steinar niður í veg- in, soleiðis at tey sjónbrek- aðu hava okkurt at halda seg til, sum brýtur frá tí vanliga. — Og hjá okkum er tað vanliga asfalt, sigur Karin Kass. — Her er asfalt allastaðni, sigur hon. Erik Østergaard rósar ljós- og 'ljóðreguleringini í miðbýnum. Hann heldur at tað er ein góð skipan, sum eisini kundi verið brúkt aðrastaðni í býnum. Sum dømi nevnir hann útkoyringina frá parkerings- økinum, við Farstødina í Havn. — Har kundi staðið ein ljóð- og ljósregulering, sum altíð lýsir grønt. Skal onkur yvirum vegin, so skal trýstast á ein knøtt, fyri at fáa ljósið at skifta. — Ein tílík skipan hevði ikki tarnað ferðsluni stór- leiðbeinara Við í ferðalagnum frá Blindainstitutti- num í Keypmannahavn, er eisini ein føroyingur. Hon eitur Maria Svabo Hansen og er útbúgvin ergoterapeut SVEINUR POULSEN Tað finnast føroyingar á nógvum útbúgvingarstovn- um í Danmark. Eisini á Blindainstituttinum Í løtuni er Maria Svabo Hansen, úr Havn, við at út- búgva seg til leiðbeinara fyri blind og sjónveik Hon er annars útbúgvin ergoterapeut, men valdi at útbúgva seg víðari. Ergoterapeutar arbeiða við meira yvirornaðum mál- um, meðan blindaleiðbein arar koyra »ein til eine undirvísing. Her verður størstur dentur lagdur á at læra sjónveik ávísar teknikkir, so tey betri gerast før fyri at klára seg í dagligdegnum Eitt nú, skulu tey læra at skera breyð, skeinkja sær kaffi og líknandi Maria verður liðug í summar og vónar tá at fáa arbeiðið á Blindastovninum Maria er annar føroyski næmingurin, sum hevur verið á Bilindainstituttinum. Hin er Karin Kass, leiðari á Føroya Blindastovni. vegis, sigur hann. Hann leggur stóran dent á, at tey ikki ynskja stórar broytingar, men arbeiða við teimum broytingarmøgu- leikum, sum eru í tí ávísa umhvørvinum. — Verður ein ljóðskipan sett í eina ljósregulgering, sum er sett upp, so kostar tað nógvar pengar, men verður tað gjørt alt í einum, so kostar tað verri enn so líka nógv. Marmortrappan í SMS er ikki góð Eitt annað stað, tey lesandi hava hugt eftir, er SMS. Sum nevnt aðrastaðni, so hava sjónbrekaði brúk fyri kontrastum, og verður hugt eftir marmortrappuni í SMS, so er hon, um ikki kritahvit, so næstan. Og hetta gevur teimum trupulleikar. Ein møguleiki var, at havt aðrar litir í trappuni, sum gjørdu tað lættari hjá sjón- brekaðum at ganga í og um trappuna. Ein annar trupulleiki við SMS eru klædnastativini. Tey standa mitt á gólvinum og geva øllum trupulleikar, bæði teimum sum síggja væl, og teimum sum síggja minni væl. Hetta kann loysast á ein rímuliga einfaldan hátt, siga tey frá Blindainstituttinum. Nakrir fastir reglar kunnu setast fyri, hvussu langt úti á gólvinum eitt klædnastat- iv kann standa. Verður so ein gonguteigur gjørdur í gólvinum, sum týðuliga broytir frá hinum flísunum, so verður munandi lættari hjá sjónbrekaðum at ferðast í handilsmiðdeplinum. Tey lesandi hava tosað við leiðsluna um trupulleik- arnar, og hon eru sinnað at hyggja eftir møguligum broytingum Ein annar og kanska stórri trupulleiki er vegurin uttan- fyri SMS Hann er snøgt sagt vanda- mikil at ferðast á. Har er onki, sum gevur (Mynd: Jens. Kr. Vang) nakra ábending hvørki um fótgangarar ella um bilar. Eisini her er ein møgu- leiki við einum >ljóðtorni<. Tað hevði lætt munandi um, og hevði bøtt væl um trygd- ina. Karin Kass skundar sær at leggja afturat, at Blinda- felagið, sum heldur til í Traðarbrekku, hevur Mikla- garð, sum nærmasta handil. Her skulu tey gera síni dagligu innkeyp, og fyri tey hevði tað bøtt ótrúliga nógv um trygdina, um åbøtur vórðu gjørdar. Nummarskipanin á Apotekinum Tá tey nú vóru í gkinum kring SMS, fóru tey inn á gólvið á Apotekinum. Tað fyrsta tey løgdu merki til, var nummarskip- anin. Hon er nóg ring at halda skil á fyri tey sum hava góða sjón. Fyri sjónbrekaði er vón- leyst. Gamaní, tey finna fram til nummarrulluna, men hvat hjálpir tað, tá tey ikki síggja hvat nummar stendur á lep- anum? Henda trupulleika eru tey varug við á Apotekinum, og tey hava lagt upp til broyt- ingar. Og so er væl hugs- andi, at tey hugsa eitt sindur eykað um tey sjónbrekaðu, tá tey fara at fremja hesar broytingar. Avstað aftur í morgin Arbeiðið hjá teimum les- andi á Blindainstituttinum í Keypmannahavn er liðugt, og í morgin fara tey aftur til Danmarkar Uppgávan skal latast inn, innan alt ov langa tíð, og eftir tað fáa teir partar, sum hava verið við í málinum, uppgávuna framlagda frá Karin Kass, leiðbeinara á Blindastovnum. So verdur spennandi at siggja, um hugskotini tey lesandi koma við, í uppgáv- uni, verða brúkt í veruliga lívinum tá broytingarnar skulu gerast. 5