mikudagur 18. mars 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 18. MARS 1998
tíðindablaðið
tr
Óvist um Bjørn á Heygum
stillar upp til løgtingsvalid
— Mær stóð í boði at stilla upp til følkatingsvalid, men eg havi eitt borgarligt
starv at rókja og eg stilli ikki upp á kvamsvís, sigur Bjórn á Heygum
ÓLAVUR f Berti
Hann vil ikki koma rættiliga
nær einum svari upp á
spurningin, um hann fer at
stilla upp til løgtingsvalid
komandi. Men Bjørn å
Heygum er sambandsmad-
ur, tad er eingin ivi um.
Hann hevur ongar ætlanir
um at fara i annan flokk
sum fysrverandi partamadur
hansara, Finnbogi Arge,
gjørdi.
— Tad var nå spell at Finn-
bogi valdi at fara úr flokki-
num, tí vit høvdu felags á-
skoðanir um so mangt, sigur
Bjørn á Heygum, og skund-
ar sær at leggja aftrat, at tað
er ein saknur í Finnboga.
Yvir 640 atkvødur
Og hesir bådir, Finnbogi og
Bjørn, vóru eisini ungu and-
litini í Sambandsflokkinum
sum fólk ella ið hvussu so
er veljarar í Suðurstreym-
oyar valdømi, vóru farnir at
venja seg vid og eisini at
vanta nakad av, og eisini
farnir at velja. Til seinasta
løgtingsval fekk Bjørn å
Heygum yvir 640 atkvødur,
og við hesum í huga verður
hann eisini spurdur, hví
hann ikki stillaði upp til
fólkatingsvali í ár.
— Mær stóð í boði at stilla
upp til fólkatingsvalið, men
eg havi eitt borgarligt starv
at røkja og eg stilli ikki upp
á kvamsvís, svarar Bjørn á
Heygum.
Ikki upplagt
Og viðvíkjandi spurningi-
num, um hann heldur ikki
fer at stilla upp til komandi
løgtingsval, sigur hann, at
eg fái ikki svara spurningi-
num nú.
— Tað er ikki upplagt, at
eg stilli upp til løgtingsval-
ið, og við hesum er heldur
ikki sagt, at eg ikki geri tað,
sigur Bjørn á Heygum, og
hevur ongan hug at koma
nærri einum endaligum
svari.
— Politikkur dragar seg
ikki um mín persón, men
um mál at fremja, og tað má
sigast, at tað mangan er
tungt at fáa síni hjartamál
ígjógnum, leggur hann aftr-
at, og so mugu vit skilja hesi
orð soleiðis sum tey eru
søgd. Vit fáa ikki meiri at
vita enn.
Landsfundur verður í
Sambandsflokkinum og
uppstillingarfundir fara eis-
ini at vera í nærmastu fram-
tíð, og tá fæst nærri at vita,
hvussu verður við Bjørn á
Heygum, sum ikki smæddi
sínar meiningar burtur upp
til seinasta løgtingsval.
Lesarabrav
Kavaruddingin
Nú fingu vit so vetur av álv-
ara og tað má so vera; men
vit kunnu í hvussu so er gera
at tað er framkomandi hjá
gongufólki og skålabørn-
um. Kemur ein kavaplógv,
so skumpar hon bara kavan
inn á gongubreytina, so fót-
gangarin má út á vegin at
ganga. Í morgun (mána-
morgun 9/3) kunngjørdi
Bussleidin, hvørji vega-
strekkir bussarnir koyrdu,
so børnini fóru í skúla lang-
vegis frá í tí trúgv, at tey
sluppu heim aftur eisini við
bussinum, men hvat hendi:
tey meta upp í Steinatúni
og fáa har at vita, at buss-
arnir eru givnir at koyra, tí
vegirnir eru so illa grivnir.
Nú mugu ommur, abbar ella
foreldur fara frá húsi/arbeiði
fyri at fáa hesi smáu heim,
hverjum líkist hettar?
Ég vil geva tykkum eini
góð ráð, tá stórkavi er. Fái
tykkum fatur á eini grav-
kúgv og einum lastbili,
gravi kavan og koyri hann
uppá lastbilin sum síðani
kann fáa hann (kavan) á
sjógvin, meðan væl er.
Kemur rættuligur toyður, so
verður kaos um restirnar á
vegnum ikki klára at taka
ímóti vatninum, og kemur
frost aftur, sum veðurmenn-
irnir siga frá, so verður
rættuliga ikki gangandi.
Fólk skulu jú til arbeiðis/
skúla og til handils um stór-
kavi er. Fyrr í tíðini kláraðu
vit okkum til gongu um
stórkavi var; men tá vóru
ikki allir hesir bilarnir og
bussar sum grópaðu kavan
upp; tå kundi kavin liggja
og man kundi skreida å
vegnum, men tann tidin er
farin. -
Vælsignadu tit, sum hava
kavarudding um hendi, geri
okkurt fyri skattaborgarin.
Vinarliga
Pensionistur
Sambandið
við Skotland
å fleiri hendur
— enn tað var, tá tað almenna hevði meg-
inpartin av flutninginum um hendi, bæði
viðvíkjandi ferðafólki og farmi. Sam-
stundis eru útreiðslurnar hjá tí almenna í
hesum sambandi minkaðar munandi.
segði Edmund Joensen, tá hann svaraði
fyrispurningi frá Tordur Niclasen
ÓLAVUR Í BEITI
Tordur Niclasen spurdi
løgmann herfyri, hvørjar
ætlanir landsstýrið hevði
til tess at tryggja møgu-
leikanum fyri nøktandi
ferðafólka- og farma-
flutningi millum Føroyar
og Skotland, og nú hevur
løgmaður svarað ting-
manni Miðfloksins
I svarinum sigur løg-
maður, at landsstýrið
hevur sett sær fyri, at
millumlandaflutnings-
sambandið skal vera á
privatum hondum. Ætl-
an landsstýrisins er, at
møguleikarnir fyri ferða-
fólka- og farmaflutningi
verða øktir munandi.
Landsstýrið hevur tí sett
2 mió. kr. av á fíggjar-
lógini til tess at stuðla í-
tøkiliga ætlan hjá At-
lantsflogi um flúgving til
Skotlands til tess at økja
um og menna møguleik-
arnar hjá flutningsvinn-
uni.
Atl
— Viðvíkjandi farma-
flutninginum til Skot-
lands, so hevur Skipa-
felagið Føroyar ikki
stedgad hesi rutu. Skipa-
felagið Føroyar hevur
regluliga farmasigling til
Skotlands einaferð um
vikuna.
— Atlantsflog hevur
ætlanir um at fara í holt
við fasta flogleið millum
Vágarnar-Glasgow-—
Aberdeen aftur til Vágar
tvær ferðir um vikuna í
tveir mánaðir í summar
Hetta er ein roynd hjá
Atlantsflogi at víðka um
virksemi. Fær henda
— ————————o———
flúgving góða undirtøku,
so verður henda leið
helst tíkin uppaftur
næstu sumrini og megu-
liga longd, sigur løg
maður í svarinum
Víðari sigur løgmaður
at landsstýrið metir sam-
bandið við Skotland sera
týdningarmikið. Játtanin
uppá 2 mió. kr. á fíggj-
arlógini í ár kann verða
nýtt til at hækka parta-
peningin í Atlantsflog
ella at veita stuðul ella
trygd, fyrst og fremst í
samband við eina møgu-
liga leinging av flúgv-
ingini út um teir tveir
mánaðirnar
Smyril Line
— Haraftrat hevur Smyril
Line skipað farleiðirnar
hjá Norrønu í summar
soleiðis, at siglt verður
til Lerwick í Hetlandi á
leiðini millum Hanst-
holm og Tórshavn.
— Alt hetta ber í sær, at
sambandið við Skotland
verður á fleiri hondum
enn tað var, tá tað al-
menna hevði meginpart-
in av flutninginum um
hendi, bæði viðvíkjandi
ferðafólki og farmi
Samstundis eru útreiðsl-
urnar hjá tí almenna í
hesum sambandi mink-
aðar munandi, og tað er
at fegnast um, at vit á
sumri hava nógv fleiri
ferdamøguleikar og
flutningsmøguleikar enn
vit høvdu vid almenna
ferdaflutninginum, sigur
løgmadur at enda i svari-
num til Tord Niclasen