Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í vikuskiftinum vóru Prix Føroyar vinnararnir Mark No Limits å palli i Føroyum. Hetta var kanska seinasta almenna framførslan hjå bélkinum. Terji Nielsen Ein tann best umtókti føroyski tón- leikab6lkurin seinastu årini, Mark No Limits, er um at fara i søguna. Teir 6 limirnir í bólkinum búgva helvt um helvt í Føroyum og á flatlondum, og tískil er tað meira enn trupult at samla bólkin til konsertir og líknandi tiltøk. Byrjaði í 1994 Bólkurin Mark No Limits byrjaði afturi í 1994. Tað vóru teir tríggjir, sangarin Teitur Lassen, guitarleikarin Johan Ziskason og keyboardspælarin Mark Joensen, sum stovnaðu bólkin. Seinni komu hinir tríggjir limirnir, trummu spælarin Trygvi í Brekkunum, bassleik- arin Egil Barclay Hansen og sangar- innan Malan Eyðunsdóttir, upp í bólk- in, men nú tykist, sum um hetta er við at fáa ein enda. Teitur Lassen sigur við Yngd, at bólk- urin í løtuni koyrir í einum sera lágum geari, og at hetta millum annað er or- sakað av, at bólkuin hevur rokkið alt, ið man kann røkka í føroyskum tónleika- lívi. Tey hava, sum áðurneynt. vunnið Prix Føroyar, og haraftrat hava tey til dømis havt ein eittara í sendingini "15 teir bestu" í fleiri vikur í slag. Tað var landaplágan “Syngja sama lag”, sum bleiv útgivin á tí fyrstu útvarpsflýguni við barnasangum. Teitur sigur, at tey eru glað fyri tíðina, sum er farin, men at tey ikki hava nakrar ambitiónir við bólkinum beint nú. Spæla í øðrum bólkum Teitur Lassen og Trygvi í Brekkunum búgva báðir í jútska býnum, Holstebro, har teir báðir fáast nógv við tónleik. Teitur gongur á síðsta árið á studenta- skúla, men spælir í fleiri bólkum í frítíðini, sum serliga spæla jazz. Trygvi gongur á MGK, sum stendur fyri Mus- ikalsk Grund Kursus. Hetta er ein útbúgving, sum tekur eini 3-4 år, og sum er ein fyrireik- ing til tónleikaháskúlan. Ætlanin er, at Teitur skal byrja å hesi somu útbúgvingini eftir sum marfrítíðina. Malan Eyðunsdóttir arbeiðir á flatlondum, og eisini hon fæst nógv við tónleik í frítíðini Hon er tó av og á heima í Føroyum, og tískil hoyra vit vidhvørt at Yngd - nr. 8 13. mai, 1998 lýst verður við, at "Malan Eyðunsdóttir Band" spælir til dans eina ella aðrastað- ni her á landi. Hinir triggjir limirnir búgva allir í Havn. Mark Joensen arbeiðir í handli, og hevur eisini luttikið á onkrari flóguútgávu hjá oðrum bólkum, har hann hevur lagt onkur løg til rættis og spælt inn. Egil Barclay Hansen arbeiðir nógv við ljóð og ljósi. Hann er fastur fúsur, tá ið tiltøk eru í eitt nú Norður landahúsinum, ella tá onkur konsert er Johan Ziskason hevur farloyvi frá Føroya Sjómansskúla, og hann hevur júst verið eina tíð til skips. Bæði Egil og Johan spæla annars vid í "Malan Eyðunsdóttir Band”, umframt at teir hava spælt í ymsum bólkum við mong um ymsum nøvnum Fáa framvegis fyrispurningar Sjálvt um bólkurin ikki hevur verið nógv frammu í seinastuni, so fær Mark No Limits tó javnan fyrispurningar um at spæla til ymisk tiltøk. Hetta letur seg tó illa gera, tí at dýrt er at fáa allar limirnar heim, og haraftrat er tað trupult hjá Teiti og Trygva at fáa tílíkt at passa við dagligu skúlagongdina Teitur sigur tó við Yngd, at tað er ikk heilt émøguligt at vit fáa bólkin at síggja á palli aftur seinni