fríggjadagur 29. mai 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 29. MAI 1998
Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni:
tíðindablaðið
Føroyingar eiga
at vera við í
oljuleitingini
Fóroya Kolvetni leitar eftir oljusamtaki at samstarva við
JAN MULLER
1. maí í ár tók Niels Sør-
ensen við sum stjóri í
nýggja føroyska oljufelagn-
um ,Føroya Kolvetni“.
Henda dagin lat felagið
eisini upp skrivstovu í
gamla bygninginum hjá
Fossbankanum, nú Realin-
um. Niels Sørensen hevur
starvast sum deildarleidari
å ALS i nøkur år, eftir at
hann eitt skifti røkti stjóra-
starvið í Fiskasøluni. So frá
Fiskasølu og ALS tekur
Niels Sørensen sær nú burt-
urav av oljumålum
Og er tað upp til hansara,
so verður hetta eitt fram-
tíðar starv við bæði avbjóð-
ingum og stórum møguleik-
um
Tað eru bert fáir mánaðir
síðani, at Føroya Kolvetni
varð sett á stovn. Endamálið
er heilt frá botni av at
byggja upp eitt veruligt
oljufelag við jardfrødingum
og ødrum serkønum, og
sum tá kann vera við í leit-
ingini vid Føroyar. Í hesum
sambandi verður møgu-
leikin fyri at koma upp i eitt
útlendskt oljusamtak kann-
aður. Samband hevur verið
við týðandi oljusamtøk,
men bíðað verður við at
gera nakra avtalu, til tað før-
oyska baklandið er komið
rættiliga uppá pláss, sum
Niels Sørensen málber seg.
Hann vísir á, at stórur
áhugi er frá útlenskum olju-
smatgkum fyri at fáa Før-
oya Kolvetni uppí, og í
einum føri er felagið boðið
at vera við í einum stórum
oljusamtaki. Talan er um ein
bólk við 4-5 oljufeløgum.
Dana Petroleum
Fyri at koma væl frá byrjan
og fyri at tryggja sær bæði
know how og royndir hevur
felagið gjørt eina sam-
starvsavtalu vid Dana
Petroleum, ið er eitt enskt
oljufelag við áhugamálum
m.a. í Ruslandi.
Partapeningin i Føroya
Kolvetni uppå 500.000 kr
eiga partaeigararnir í Dana
Petroleum og so nakrir før-
oyingar. Í løtuni vitjar Niels
Sørensen føroyskar fyri-
tøkur fyri at fåa tær at seta
pengar í felagið
Vit hava ikki sett okkum
nakað mál, men vit arbeiða
miðvíst. Fyrst í komandi
mánað fara vit út og royna
at fáa føroyingar at tekna
partapening
Hvat viðvíkur samstarvs
avtaluni við Dana Petro
leum, sum skal lata know
how til føroyska felagið, so
hevur hetta felagið afturfyri
fingið loyvi til at keypa
10% av partapeninginum í
Føroya Kolvetni.
Sosialurin skilur, at tað
eru royndir og peninga-
sterkir persónar innan olju-
vinnuna, sum eru millum
partaeigararnar i Dana
Petroleum, menn, sum
liggja framvið og vilja seta
pengar sínar í øki við fram-
tíð i. Her verða Føroyar
høgt prioriteraðar.
Niels Sørensen sigur, at
ein týðandi partur av sam-
starvsavtaluni við Dana er
nettup hetta at finna tað
rætta og bestå oljusamtakið
at arbeiða saman við. -Net-
tup tí at her er talan um
risikokapital mugu vit gera
alt fyri at finna júst tað sam-
takið, sum vit halda hevur
bestu møguleikarnar at
finna olju
Hvat víðvíkur Dana so er
hetta felagið eftir bert fýra
árum vorðið til eitt meðal-
stórt bretskt oljufelag við
stórum inntøkumøguleikum
í eitt nú Ruslandi. Ein av
oddamonnunum í Dana og
samtíðis nevndarlimur i
Føroya Kolvetni er Graham
Steward, sum eisini er
hálvur føroyingur. Tvs. at
umframt at hava góðan
kunnleika til føroysk viður-
skifti er hann eisini innar-
liga i, hvussu eitt oljufelag
virkar.
Ráðgevi hjá Føroya Kol-
vetni í løtuni er Tom Cross,
sum er stjóri í Dana og ann-
ars hevur arbeitt í olju-
vinnuni seinastu 15 árini.
Harumframt er Charles
Smith, neyndarformaður í
Dana og við eini fortíð sum
stjóri í Chevron Europe.
Samstarv við felag á
Falklandsoyggjunum
Føroya Kolvetnisfelag hev-
ur nú í eina tíð roynt at
fylgja við, hvussu onnur
líknandi små oljufeløg virka
aðrastaðni og hevur felagið
fingið í lag samstarv við
oljufelagið á Falklands-
oyggjunum Desire Petro-
leum. Hetta felagið hevur
fingið samstarv í lag við eitt
av oljusamtøkunum, sum
leitar eftir olju vid Falk-
landsoyggjarnar. -Tað er
sera áhugavert fyri okkum
at vita, hvussu Desire Petro-
leum sum eitt lítið oljufelag,
hevur gjørt avtalu við eitt
oljusamtak. Hverji krøv
verða sett ol.
Niels Sørensen heldur vit
føroyingar kunnu læra av
royndunum, sum í løtuni
verða gjørdar á Falklands-
oyggjunum, har tað longu
tykjast vera útlit til eina
komandi oljuvinnu, nú olju-
felagið Amerada Hess
hevur funnið smærri nøgdir
av olju heilt tíðliga í bori-
arbeiðinum.
-Eg haldi tað er skilagott
at kunna fylgja við, hvat
hendir, tá oljan kemur so
knappliga í einum oyggja-
landi, har tað eins og í Før-
oyum bara búgva lutvíst fá
fólk. -Hetta vísir t.d. hvussu
skjótt tað kann ganga frá tí
at byrjað verður at bora, til
olja er funnin. Tað kann siga
okkum føroyingum nakað
um, hvussu týdningarmikið
tað er at vera væl fyrireikað-
ir, um olja verður funnin við
Føroyar stutt eftir, at fel-
Gott er at sleppa
burtur eina løtu
- Smyril Line
tin ferðamoguleiki
” 00
øgini hava sett borin i.
Eins og Falklandsoyggj-
arnar eru Føroyar eitt av
teimum síðstu jomfrúiligu
økjunum, ið vónir eru til at
finna olju.
-Okkara mál er nettup
hetta at verða væl fyri-
reikaður, áðrenn nøkur olja
verður funnin. Vit halda, at
tað er týdningarmikið, at
eisini føroyingar eru vid í
hesum útviklingi, og tað er
tí eitt gott høvi at seta
pengar i Føroya Kolvetni.
Hvat heldur so stjórin í
Føroya Kolvetni um møgu-
leikarnar at finna olju við
Føroyar!
-Vónirnar eru har, men vit
vita einki, fyrr enn tað er
borað. Men eg kann siga so
mikið, at áhugin fyri at seta
pengar uppá spæl er stórur
Sum eg havi skilt støðuna,
so er stórur áhugi fyri at
gera íløgur á øllum Atlants-
mótinum heilt frá Irlandi til
Norðurnoregs. Men roynt
verður mest møguligt at
spjaða risikoina. Teir, sum
vilja gera iløgur, royna ikki
at satsa alt uppá eitt ávíst
øki, og tí vilja teir so eisini
satsa uppá Føroyar sum ein
part av einum størri øki
Uppå fyrispurning um
tørvur er á fleiri føroyskum
oljufeløgum sigur Niels
Sørensen, at tad vil tidin
visa. -Fyrst høvdu vit onga
uppbodssølu og nå koma
fleiri. Hetta er lyndi i føroy-
inginum. Sama kann sigast
Niels Sørensen hevur nu
lagt bædi Fiskasølu og Als
aftur um bak. Nu bruka
hann alla orkuna uppå
eina komandi oljuvinnu
við Føroyar Mynd Jens K
Vang
um útgerðarhavnir, har vit
helst fara at fåa meira enn
ta einu. Vit koma ju år
Noregi og hetta er tann nor-
ska oljusøgan „om igen”
Og so fer helst eisini at vera
vid føroysku oljufeløgun
um. Men tad nytist so
avgjørt ikki at vera nakað
negativt i ti