fríggjadagur 29. mai 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 99 — 29. MAI 1998
tíðindablaðið
SVÆÐUM
5
Gott ár, men enn er langt á mál
Ársroknskapurin hjá ALS vísti í 1997 eitt yvirskot uppá góðar
66 mið. krónur. Eginognin hjá Skipanini er fyri fyrstu ferð í
mong ár positiv, við knøppum 49 mió. krónum, men vantandi
ganga eini tvey ár áðrenn alt undirskotið er vunnið inn aftur.
SVEINUR TRÓNDARSON
Arsroknskapurin hjá Ar-
beiðsloysisskipanini er lið-
ugur og hann vísir eitt stórt
yvirskot.
Yvirskotið hjá ALS fyri
1997 var ikki minni enn
góðar 66 mió. krónur. Í
1996 javnvigadi roknskap-
urin hjå ALS, so her er talan
um eina stóra broyting.
Her skal nevnast beinan-
vegin , at orsøkin til at rokn-
skapurin í 1996 ikki var
betri var, at ALS valdi at
avseta 30 mió. krónur í sam-
bandi við tær broytingar
sum vórðu gjørdar í lógini
um ALS.
Inngjøldini
hækkaðu í fjør
Orsøkirnar til at úrslitið hjá
Skipanini gjørdist so gott
sum tað gjørdist eru fleiri.
Ein orsøk er, at samlaðu
lønarutgjaldingarnar í sam-
felagnum gerast stórri og
stórri. Hetta sæst beinan-
vegin aftur í tølunum hjá
ALS, tí inntøkan hjá teim-
um er ein prosentpartur av
samlaðu lønarutgjøldunum
Inngjøldini til skipanina
VERIÐ TRYGG
øktust við 5,3 mió. krónum
í 1997 í mun til 1996. Her
skal tó havast í huga, at inn-
gjaldsprose ntið var sett nið-
ur úr 2,75 í 2,5 prosent tann
1. juli í fjør.
Tað vil siga, at var inn-
gjaldsprosentið ikki lækk-
að, so var úrslitið enn betri.
Leiðslan á ALS metir, at
lækkingin kostaði skipanini
umleið 10 mió. krónur.
Tann 1. januar í ár lækk-
aði prosentsatsurin aftur við
einum kvart prosenti og er
nú 2.25%
Utgjeldini
nógv lækkað
Men ein enn stórri orsøk til
góða úrslitið er, at útgjøldini
hjá ALS eru lækkað við ikki
minni enn 30 mió. krónum.
Talið av arbeiðsleysum
var fallandi í seinnu hálvu
av 1997 og miðalarbeiðs-
loysi í Føroyum fall í 1996.
Eitt nú fór arbeiðsloysi í
Suðurstreymoy niður í eina
helvt, í Sandoynni er stórt
sæð einki arbeiðsloysi long-
ur og í Suðuroynni er ar-
beiðsloysi fallið, hóast býtið
millum sunnaru og norðaru
hevlt er heldur ójvant.
Á ALLARI
UTTANLANDS-
FERÐINI
Og á
á ollum
sløgum
av ferðum...
Allar hesar »positivu«
broytingar hava sina åvirk-
an á samlaðu útgjaldsupp-
hæddirnar frá ALS og sum
sagt eru utgjøldini í 1997
umleið 30 mió. lægri enn í
1996.
Umsitingarkostnaðurin,
at hava ALS gangandi var í
1997 á leið tann sami, sum
hann var í 1996.
Samanlagt geva hesi tøl-
ini eitt ársúrslit uppá uml.
66 mió krónur.
Figgjarstødan góð - í
løtuni
Eitt tílíkt yvirskot - 66 mió.
krónur - skal sjálvsagt síggj-
ast aftur í figgjarstøduni.
Tað ger tað eisini, tí ALS
hevur umleið 100 mió.
krónur í tókum peningi.
Av tí at likviditeturin í
1997 var so góður, avgjørdi
ALS í 1997 at gjalda ein
eykaavdrått uppå 46 mi6.
krónur til »Samhaldsfasta«
fyri lánið. Restlánið til
grunnin var um árskiftið 26
mió. krónur.
Skuldararnir hjá skipanini
eru øktir við 3 mió. krónum.
Sambært leiðsluni skal ikki
so nógv leggjast í tað, tí at
Umframt tær kendu pakkatry ggingarnar TRYGG FERÐ,
TRYGG SNARFERÐ og TRYGG UNGDÓMSFERÐ,
fevnir TRYGG BILFERÐ ferðatry ggingin um hesar
eykaveitingar til tey, ið ferðast við bili:
* Utleigubil til ferðina, um tygara egni verður skaddur
beint undan ferðini.
* Flutning heim av bilinum, um tey ferðandi noyðast at
koma heim aftur av óvæntaðum umstødum heima.
* Øll í bilinum fáa endurgjald fyri oktu heimflutnings-
útreiðslurnar umframt kr. 1.000.- fyri hvonn mistan
frítíðardag.
* Stuldur av viðfori, eisini år sjálvum bilinum
TRYGGIN
Leidslan hjå ALS, Karin Kjølbro, nevndarformadur Allan Skaalum stjóri og Finn Dan
berg, fíggjarleiðari
fleiri stórir almennir stovnar
gjalda løn út beint undan
ársskiftinum og peningurin
sum ALS skal hava er ikki
gjaldkomin beinanvegin.
Hesin peningur er komin
inn síðan.
ALS hevur heldur ikki
sett av móti tapi á hesum
øki.
Eginognin positiv
Fyri fyrstu ferð sidan ALS
fór at gjalda út er eginognin
aftur positiv, so at hon nú
er knappar 49 mió. krónur
Men tað er ikki nóg mikið
hóast alt.
Tá Skipanin fór at gjalda
út var eginognin uml.. 98
mió. krónur so tað vanta enn
45 mió. krónur áðrenn eg-
inognin aftur er »intakt«
Um tað so er nóg mikið
er so aftur eitt ivamål
Finn Danberg fíggjarleið
ari hjá ALS segði, tá hann
framlegði roknskapin, at 98
mió. krónur neyvan er nóg
mikið um vit fáa eina
kreppu, sum vit høvdu i
byrjanini av níti-árunum
7
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyri at ALS einsamalt
skal kunna klåra seg igjøgn-
um eina slika kreppu, so
skal eginognin verða onku-
staðni millum 250 og 300
mió. krónur, so har er langt
á mál, segði Finn Danberg
Í blaðnum í morgin fara
vit at hyggja nærri at teim
um ymsu hagtølunum, sum
ALS kunnaði um og eisini
at komandi tilboðum um
starvsvenjingar og skeið
sum verða roynd í nærm
astu framtíð
e Annan frítíðarbústað um tann leigaði av skaðaorsek gerst
ónýtiligur
* ltróttar- og virknisískoyti kunnu teknast afturat hesi
tryggingini
Faldibloðini upplýsa um ymsu tryggingarnar. Starvsfólkini á
tryggingar- og ferdaskrivstovunum geva leiðbeining í ollum
ferðatry ggingum
Teknið TRYGG BILFERÐ samstundis sum bíðið verður
um REYÐA KORTIÐ í góðari tíð fyri ætlaða fráferð.
(BANDIÐ
pið er 8.00
LL LI€ FA WAIS9'D