Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 116 — 24. JUNI 1998 Slóða fyri og aftur á slóðina Leygardagin lat framsýningin „Slóðir“ upp í Listasavni Føroya. Tað eru tær tríggjar Majken á Grómma, Vígdis Petersen og Guðrið Poulsen, sum tann næsta mánaðin sýna fram, nakað av tí, tær hava evnað úr leiri FRANTS JENSEN — Henda framsýningin er á mangan hátt ødrvisi enn aðr- ar framsýningar, sum hava verið á Listasavninum. Hon er nýskapandi, sigur Vígdis Petersen, ið sjálv er tann nýggjasta av teimum trimum í fakinum. Guðrið Poulsen, ið hevur fleiri ára royndir og fram- sýningar aftanfyri seg, greið- ir frá, hvat tey meina við nýskapandi. — Her er tað sjálvt tilfarið, leirið, og tað, sum ber til at skapa burturúr hesum, sum er miðpunktið. Tað er kera- mikk, sum er at síggja á hes- ari framsýningini. Á fram- sýningum, sum hava verið áður, hevur keramikk oftast bara verið ein partur av heildini. Sum oftast eru tað målningarnir, sum hava staðið mest fram. Á hesari framsýningini hava vit valt at geva leirlistini fyrsta pláss. Liturin og tónin føroyskur Tað er fyrstu ferð tær tríggj- ar, Majken á Grømma, Vigdis Petersen og Gudrid Poulsen syna fram saman. Gudrid og Majken hava roynt hetta í eini 10 år hvør sær ella saman við øðrum. Majken hevur mest sýnt fram í Danmark, meðan Guðrið hevur sýnt fram í øllum Nordurlondunum. Tvey år eru sidani Vigdis varð liðug at læra, men hon hevur kortini arbeitt bæði við keramikki og málning- um í nógv ár, og nakrar framsýningar eru tað eisini vorðnar til. Majken á Grømma er óivað tann minst kenda í Føroyum. Hóast hennara brandeggjaða føroyska eftir- navn, skilir og tosar hon ikki føroyskt. — Tad var mamma min, sum hevði sæð eitt skelti í Odsherred í útnyrðingspart- inum av Sælandi við áskrift- ini: Majken á Grømma - Målari og keramikk“ Navn- ið ljóðaði so føroyskt, og eg mátti finna útav, hvør hetta var, sigur Guðrið Polusen. Av hesum byrjaði kenn- skapurin millum Majken og Guðrið. Majken er, sum tíðindablaðið Tær tríggjar Guðrið Poulsen, Majken á Grómma og Vígdis Petersen hava sett keramikk í miðpunktið á Listasavni Føroya. Hetta er slóðbrótandi innan fóroyskan list. eftirnavnið eisini ber boð um, hálvur føroyingur, men hon hevur ongantíð búð í Føroyum. — Tað eru fleiri, ið hava sagt, at arbeiðið, sum eg geri, er so føroyskt. Tað er serliga liturin og tónin, eg nýti. Sjálv havi eg ongantíð hugsað um hetta, men eg haldi, tað er stuttligt at hoyra. Slóða fyri og aftur á slóðina Framsýningina á Listasavni Føroya hava tær tríggjar kallað „Slóðir“. Navnið verður millum annað nýtt, tí tær slóða veg fyri ødrum. Hetta er jú fyrsta reina kera- mikk framsýningin. Tað er sum at seta hol í sjógvin. Tað verða sett spor, samstundis sum leirið eisini vanliga setir spor eftir seg. Fyri Majken liggur eisini ein annar týdningur í heit- inum á framsýningini. — Tá ið eg sat í flúgvarin- um á veg til Føroya, kendi eg tað, sum at nú var eg á veg heim. Sunnudagin var eg eisini ein túr á Viðareiði, haðani abbi mín í faðirs ætt kemur. Eg sá húsið, har hann hevdi búð. Hetta var sum at koma aftur á slóðina. Sjálv hevur Majken bara einaferð áður verið í Fer- oyum. Tá var hon heilt ung og minnist ikki, um hon eisini var á Viðareiði tá. Arbeiða við hugskotum Sjálvt tað at arbeiða við leiri tekur ikki so langa tíð, meta tær tríggjar listakvinnurnar. Mest tíð fer við at fáa fram hugskot, og síðani evna tey til. — Eg haldi meg fáa bestan íblástur gjøgnum náttúruna. Tað er landslagið og havið, sum ofta gevur mær mest, sigur Guðrið. (Mynd: Jonhard Hammer Majken arbeiðir tó nakað ødrvisi enn tær heilføroysku konurnar. Hon evnar til meir spontant. Alt er ikki lidugt formað í huganum, áðrenn hon fer í gongd við sjålvt arbeiðið. Tað kemur, meðan hon arbeiðir við tilfarinum, sigur hon. Framsýningina „Slóðir“ hava tær tríggjar arbeitt við í umleið hálvt ár. Meðan framsýningin er opin verður eisini okkurt innslag við summartónum í Listasavni Føroya. Summartónar vera fram til 4. juli, meðan kera- mikkframsýningin „Slóðir“ er opin til 19. juli Betri flutningsmøguleik- ar til londini eystanfyri — Møguleikarnir fyri einum góðum samhandli við londini eystanfyri skuldu nú verið til staðar. Vit hava í øllum fórum góðar og skjótar flutningsmøguleikar, sigur Eyðstein Jensen, fíggjarleiðari í Eimskip ILOS:90 2O% Í FRANTS JENSEN Fyri tveimum árum síðani keypti Eimskip Maras Linj- una. Hetta flutningsfelagið hevur fýra skip, sum sigla til tær størstu havnabýirnar í londunum eystanfyri Knútapunktið er Rotterdam Eimskip hevur harvið góðar møguleikar at fáa ein skjót- an og eisini lættan flutning til og úr Føroyum, tá ið hugsað verður um sam- handil við londini eystan- fyri. — Vit hava ikki gjørt so nógv við at kunna fólki um henda flutningsvegin, tí vit hava sæð í eyguni, at har Eimskip bjóðar flutning til londini eystanfyri via Rotterdam. Neyðugt er bara við eini umskiping Her liggja tvey av skipunum hjá Eimskip við bryggju í Tórshavn NV SM Ii hevur lítil og eingin sam- handil verið á hasari leiðini, sigur Eyðstein Jensen, fíggjarleiðari hjá Eimskip — Hinvegin er tað ofta so- leiðis, at tá fyrst ein flutn- ingsvegur er skipaður, so veksur samhandilin eisini landana millum. Tað er tengt at hvørjum øðrum Eimskip bjóðar longu nú hampliga góðar flutnings- møguleikar til Rotterdam Harfrá kann farmurin verða umskipaður einaferð og síð- an førdur víðari við einum av skipunum hjá Maras Linjuni — Tað besta við hesi sam- bandinum er, at um hesin flutningsmøguleikin verður nýttur, so er bara neyðugt at umskipað einaferð og flutningurin verður nógv skjótari, enn hann annars hevði verið Maras Linjan siglir fleiri = býir eystanfy Høvudsbyirnir eru R Klapeda/Kalingrad. 9 hesi farmaskipin sigla Via Rotterdam og nøkur enntá CISiÐi Via Keypmannal avn