Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 150 - 11. august 2004 Nr. 150 - 11. august 2004 7 Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, heldur, at Gjáargarður er eitt gott gistingar- hús, sum átti at verið opið alt árið FERÐAVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri frættist, at gist- ingarhúsið, Gjáargarður við Gjógv, sum leingi hevur staðið á sølulista hjá P/F Inni, er selt. Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sum er mill- um teirra, ið hevur víst gistingarhúsinum ein ávísan áhuga, sigur, at honum kunnugt er húsið ikki selt enn. Hann váttar, at Atlants- flog telist millum teirra, sum hava áhuga í einum boði, sum er latið uppá húsið. – Men so vítt eg veit, er húsið ikki selt enn, sigur hann. Magni Arge vísir á, at Gjáargarður er eitt gott hús við nógvum møgu- leikum. Hann heldur, at húsið í størri mun eisini skuldi verið opið fyri ymiskum aktivitetum um veturin. Hjá P/F Inni var leið- arin í summarfrí, tá ið vit fregnaðust og kvinnan, sum tók telefonina, var júst komin aftur úr summarfrí. Hon visti tískil ikki, um nakað er hent í mál- inum um Gjáargarð sein- astu tíðina. Gongur alt sum ætlað kemur skipið, sum P/F Driftin í Gøtu hevur keypt úr Peterhead í Skotlandi, til Føroya hóskvøldið, tá ið móttøka væntandi verður á bryggjuni í Gøtu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsmorgunin vóru eini 12- 15 fólk úr Gøtu og aðrastaðni – við Atla Hansen, reiðara á odda – royndartúr við nýggja skipinum, sum skal koma í føroyska fiskiskipaflotan fyri Jupiter. Vit høvdu Atla í tele- fonini, tá ið teir júst høvdu lagt út úr havnini í Peterhead, haðani skipið verður keypt. Atli sigur, at gongst sum ætlað, verður skipið yvir- tikið mikudagin, soleiðis at teir kunnu loysa í Peterhead mikukvøldið. – Kemur alt uppá pláss, og veðrið verður til vildar, verða vit á Gøtu við skipin- um hóskvøldið. Sum vanligt er, tá ið ný- bygningar ella keypt skip koma í flotan, verður eisini móttøka á bryggjuni í Gøtu, tá ið nýggi Jupiter leggur til bryggju. Nýggjari skip Skipið, sum P/F Driftin nú keypir úr Skotlandi, ber navnið, Pathway. Tað er bygt í 1998 og er 1384 brt. Atli sigur, at skipið, sum er ein kombineraður trol-og nótabátur, sær gott út og vísir seg at vera í góðum standi. Hann sigur, at gamli Jupiter er til fiskiskap, og hann verður í vinnu, til nýggi báturin er klárur at loysa, helst um eina ella tvær vikur. – Eg vænti, vit fara at brúka komandi vikuna til at rigga skipið til, sigur hann. Gamli Jupiter, sum er bygdur í 1978, er best kendur undir navninum, Eros, sum var fyrsta navn- ið, skipið hevði. – Vit keyptu skipið úr Noregi í 1999. Nú vit keypa eitt nýggjari skip, er gamli Jupiter á sølulista, og ein ávísur áhugi er fyri at keypa. Reiðarin vil ikki upplýsa, hvussu nógv Pathway verð- ur keyptur fyri. Hampiligt ár Atli Hansen sigur, at árið í ár hevur roynst hampiligt hjá nótabátunum. – Árið verður ikki so gott, sum árini onkuntíð hava verið. Heldur verður talan um eitt miðalár. Hann vísir á, at sildin svíkur, tí skipini sleppa ikki at fiska hjá norðmonnum, og somuleiðis sigur hann, at heldur minni hevur verið at fingið av svartkjafti. Aftrat hesum hava prísirnir verið fallandi. – Men vit skulu ikki klaga, tí gongdin hevur verið sum eitt miðalár. Atli Hansen hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til hjá P/F Driftini at fáa raksturin av nýggja skipin- um at hanga saman. Atli Hansen keypir nýggjari skip Atli Hansen, reiðari, hevur góðar vónir um, at raksturin av nýggja skipinum fer at hanga saman Nú P/F Driftin keypir nýggjari skip úr Skotlandi, verður gamli Jupiter lagdur og seldur Hava áhuga í Gjáargarði – Vit eru ógvuliga ovfarnir av tí stóra fjølbroytni av lívi, sum vit sóu á ferðini, sigur rannsóknar- leiðarin, Odd Aksel Bergstad FISKASLØG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein bólkur av norskum granskarum halda seg nú hava funnið nøkur nýggj fiskasløg og eitt nýtt slag av høgguslokki í dýpinum í Atlantshavinum. Vísir tað seg, at gransk- ararnir hava funnið fiska- sløg, sum ongantíð eru sædd áður, vænta teir at fáa nøvn síni skrivað í søgu- bøkurnar. Norsku granskararnir starvast undir sonevnda, Mar-ECO-rannsóknarliðn- um. Herfyri vístu teir fiska- sløgini, sum teir hava fing- ið eftir hesa tveir mánaðar longu rannsóknarferðina. Granskingarúrslitini skulu eitt nú brúkast í arbeiðnum at verja við- brekin havumhvørvi. – Vit eru ógvuliga ov- farnir av tí stóra fjølbroytni av lívi, sum vit sóu á ferð- ini, sigur rannsóknarleið- arin, Odd Aksel Bergstad. Millum fiskasløgini, teir halda seg hava funnið, er djúphavsfiskurin, lophodo- lus. Hann er øðrvísi enn aðrir fiskar í hesum bólki, og serliga er tað høvdið, sum hevur eitt annað skap. Á rannsóknarferðini halda norðmenninir seg eisini hava funnið eitt nýtt slag av høgguslokki, ið hoyrir til bólkin, planctoeuthis. Granskarar funnið nýggj fiska-og høgguslokkasløg Her síggja vit eitt av nýggju fiskasløgunum – og eina nýggja »útgávu« av høgguslokki, sum norsku granskararnir hava funnið í Atlantshavinum Nú Maersk Air tann 31 oktober gevst við at flúgva til Føroya, eru fleiri fólk, sum starvast við at innskriva ferðafólk, lasta og vaska flogfarið, í vanda fyri at missa starvið ARBEIÐSPLÁSS Í VANDA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Síðani Maersk Air fór at flúgva til Føroya í 1973, hevur Flogfelag Føroya tik- ið sær av at avgreiða danska flogfarið á flogvøll- inum í Vágum. Flogfelagið er tað, sum verður handl- ing-agent hjá Maersk Air í Føroyum, men henda funktión dettur sjálvsagt niðurfyri í heyst. Stjórin á Flogfelagnum, Uni Daniel- sen, sigur, at eini 12 til 15 fólk eru í vanda fyri at missa starvið. Vónar Atlantsflog yvirtekur starvsfólk Eini 12-15 fólk, sum eru í starvi hjá Flogfelag Føroya, arbeiða millum annað við flogfarinum hjá Maersk. Hetta eru fólk, sum lasta og vaska flogfarið, um framt tey, ið taka sær av at inn- skriva ferðafólkini. Hesar funktiónir detta sjálvsagt burtur 31. oktober, men Uni Danielsen sigur, at enn er eingin avgerð tikin við- víkjandi hesum starvsfólk- um. Hann sigur tó, at fleiri av hesum fólkum hava eis- ini aðrar arbeiðsfunktiónir, og tí verður vónandi ikki neyðugt við einari rúgvu av uppsøgnum. Tað er tó eisini útlit fyri, at á øðrum arbeiðstørvurin hjá Flogfelag Føroya at vaksa, nú Maersk Air gevst, og Atlantsflog samstundis økir sítt túratal. Tann matur, ið ferðafólk umborð fáa borðreitt umborð á flogfør- unum hjá Atlantsflog, verð- ur tilgjørdur á Hotel Vág- um, sum Flogfelag Føroya eigur. – Tá ið Atlantsflog økir sítt túratal, merkir tað óivað, at størri tørvur verð- ur á hesum matpakkum, sum vit gera á hotellinum, og tað kann so eisini merkja fleiri arbeiðspláss á tí økinum, sigur Uni Dani- elsen. Vistu av ongum Tað kom ógvuliga óvart á leiðsluna í Flogfelag Føroya, at Maersk Air í farnu viku boðaði frá, at felagið fór at gevast við at flúgva til Føroya. – Vit vistu av ongum, fyrr enn vit frættu tíðindini í fjølmiðl- unum, og tí kom tað ógvu- liga óvart á okkum, sigur Uni Danielsen, stjóri á flog- felagnum. Hann heldur, at tey hevði hóskað seg betur, um Flogfelag Føroya sum handling-agentur hjá Maersk Air í Vágum bleiv kunnað, áðrenn tíðindini bórust í fjølmiðlunum. – Eg hevði væntað, at Maersk fór at kunna okkum framm- anundan, hóast ryktini leingi hava ljóðað, sigur stjórin á flogfelagnum. Uni Danielsen sigur, at avgerðin hjá Maersk Air ikki at hava stórvegis ávirk- an á Flogfelag Føroya, burtursæð frá, at ein partur av teirra virkisøki dettur burtur. Stjórin hjá Atlants- flog, Magni Arge, sigur, at ivaleyst fer føroyska flogfelagið at fáa tørv á fleiri starvsfólkum, nú Atlantsflog í heyst fer at økja um túratalið ARBEIÐSPLÁSS Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bert lítla løtu eftir at tað var komið fram, at Maersk Air 31 oktober fór at gevast við at flúgva til Føroya, sendi Atlantsflog út eitt tíðinda- skriv, har boðað var frá, at felagið samstundis fór at økja munandi um sítt túra- tal. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sigur, at økta túratalið ivaleyst at merkja fleiri starvsfólk. Arbeiða við samlaðari meting Í løtuni er Atlantsflog í holt við at gera ein meting av, hvussu felagið á bestan hátt einsamalt kann taka sær av ferðafólkaflutningi loftveg- is millum Føroyar og Dan- mark eftir 31 oktober. Magni Arge sigur, at fel- agið enn ikki hevur gjørt av, hvussu stórur tørvur verður á fleiri arbeiðs- fólkum í heyst, men hann sigur tó, at tað uttan iva verður tørvur á fleiri fólk, tí virksemi verður so mikið nógv økt. Spurdur, um tað kann hugsast, at tað verða fólk, ið hava arbeitt hjá Flogfelag Føroya í sambandi við flogfarið hjá Maersk Air, sigur Magni Arge, at tað uttan iva verður brúk fyri summum av teimum. Fleiri størv í vanda Fyri góðum ári síðani lat Maersk Air upp skriv- stovu í Havn. Endamálið var at styrkja seg á før- oyska marknaðinum, men nú felagið fer at gev- ast við at flúgva til Før- oya, er ógreitt, hvussu verður við skrivstovuni hjá danska flogfelagnum. Á skrivstovuni hjá Maersk Air í Handils- kjarnanum starvast tvey fólk fulla tíð, og eitt fólk er í hálvum starvi. Hesi hava einki frætt um, hvussu verður eftir 31. oktober, tá flogfelagið gevst við Føroya-flúgv- ingini, men tað tykist lítið sannlíkt, at skrivstovan hevur langt lív lagað. tn Vita einki hjá Maersk Air í Havn Fáa tørv á fleiri fólkum Stjórin á Flogfelag Føroya, Uni Danielsen, vónar, at tey fólk hjá flogfelagnum, sum hava tikið sær av eitt nú at lasta og vaska flogfarið hjá Maersk í Vágum, fara at fáa bjóða starv hjá Atlantsflog, sum óivað fer at fáa tørv á fleiri starvsfólkum orsaka av økta túratalinum savnsmynd C M Y K 7 6