hósdagur 18. februar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 33 — 18. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Islendskur rækjutrolari er nú á veg í fóroyska flotan:
Heita á Jørgen Niclasen
um at visa varsemi
— Alt bendir á, at
rækjurnar á
Flemmish Cap
verða kvoteraðar
heilt skjótt
AKI BERTHOLDSEN
Tað er umráðandi. at fiski-
orkan hjá føroyska rækju-
flotanum á Flemmish Cap
ikki verður okt
Tað heldur felagið
Rækjuskip. Felagið hevur í
vikuni sent landsstýrinum
Se tt ISKI( rk
S ( ) }
Holan og SKa a
| nmish Cap at fiska burt
rav føroyskum fiskidøg
um
Fóroyingar eiga 1.607
fiskidagar eftir rækjum á
Flemmish Cap.
Men nú frættist at ein ís-
lendskan rækjutrolarar er á
verða skrásettur í
Føroyum. Talan er um ein
trolara. sum føroyingar
keypa ein part í. og hann
verður skrásettur í Foroy-
um. Nú skal hann so á
Flemmish Cap at fiska av
tøroyskum fiskidøgum.
Men talan er ikki um eitt
nytt loyvi. Talan er um eitt
loyvi, sum hevur skift eig-
ara. og sum hevur ligið stilt
eina tíð. Vit hava fingið
upplýst. at talan er um
rækjuloyvi hjá Margrethu,
sum Føroysk/islendski
rækjutrolarin nu skal hava.
Felagið Rækjuskip hevur
vidgjørt hesa nýggju stød-
una, sum nú hevur tikið seg
upp í rækjuflotanum.
Og felagið hevur samtykt
at senda Jørgen Niclasen,
veg at
fiskimalaråOharra skriv. har
reitt verður á hann um at
Vissa sær, at ognarviður
skiftini eru ílagi, nú nýggi
rækjutrolarin kemur í flot
an. Tað vil siga at føroy
ingar eiga 2/3 í skipinum og
íslendingar bara 1/3.
Má ikki økjast
Somuleiðis heitir felagið
Rækjuskip á fiskimålaråd-
harran um at halda fast um
treytirnar í lógini um, at
fiskiorkan ikki verður okt.
hóast nýtt skip kemur inn í
flotan.
Margretha var eitt lítið
skip. Og endar fiskiloyvið
hjá henni hjá einum stórum
skipi, er tað ikki í samsvari
við lógina, sum sigur, at
fiskiorkan skal ikki okjast.
tá ið loyvi verða flutt ímill-
um skip. sigur Jákup Eg-
holm Hansen. formaður í
felagnum Rækjuskipum.
Kvotur á rækjurnar
Hann sigur, at ikki minst er
tað neyðugt at halda fast
lum skip
um. at fiskiorkan á Flemm
ish Cap ikki verður okt
Alt bendir á. at kvotur
verða ásettar fyri rækju
fiskiskapin á Flemmish
Cap
Nær tað verður. er ilt at
siga, men tað kann verða
longu í ár. ella næsta ár
Og tá er tað ikki serligt
heppið fyri flotan, sum nú
er, um kvotan skal býtast
sundur millum enn fleiri
skip. Tí tað er ivaleysa lítið
í part sum er.
Jákup Egholm Hansen
vísur á, at í fjør fiskaðu før-
oysk rækjuskip 9.000 tons
á Flemmish Cap. Tey vórðu
fiskað av teimum fimm
stóru skipunum og Gilstón.
Nú rækjurnar verða
kvoteraðar, hevur alla tíðina
verið tosað um eina heild-
arkvotu upp á eini 30.000
tons. Søguligu fiskiskapurin
hjå føroyingum fer at geva
okkum eima kvotu uppá
6000-7.000 tons av rækjum.
Og tá ið tey seks skipini
í fjør fiskadur 9.000 tons.
er tað eyðsæð. at trupulleik
ar skjótt kunnu stinga seg
upp. um fiskiorkan verður
okt
Ein annar trupulleiki hjá
rækjuflotanum er. at skipini
eru so ógvuliga Ojøvn í
stødd. og hava harvið óg
uliga ymsa fiskiorku.
Og at finna ein býtis-
lykil fyri flotan å Flemmish
Cap kann gerast ógvuliga
trupult, og tað er ikki við-
gjørt og enn minni avgreitt,
hvorki politiskt, ella í vinn-
uni. Tí halda vit, at tað eru
nógvir spurningar, sum eiga
at verða loystir, áðrenn
loyvi verður givið til at okja
fiskiorkuna á Flemmish
Cap
A Svaldbard er stødan
øvugt, ti har er yvirskot av
fiskidøgum, og har hevur
verið tosað um at leigað
skip fyri at gagnnýta teir
møguleikarnar. So at fingið
fleiri skip í tann fiskiskapin,
heyði ongin havt nakað
ímóti. sigur Jákup Egholm
Hansen.
Rak fyri våg
og vind ein
heilan dag
Mannningin
var ongantíð í
vanda táið eitt
skip, sum
Skipafelagið
hevur leigað úr
Noregi, misti
maskinkraftina
mitt i norðsjón-
um
( r á ferð.
Í felagið hevdi leigað fekk
maskinskaða mitt í
Norðsjónum
Blikur hevur verið til
umvælingar og tað tók
eitt sindur longri enn
ætlað.
Skipafelagið hevði leig-
að eitt skip úr Noregi at
sigla fisk år Føroyum
nidur å meginlandid.
Ferdin til Scrabster
gekk væl, har tað allar-
mesta av fiskinum varð
lossað.
Blikur var liðugur, tað
var hildið at vera meiri
mødi enn fødi at fáa tað,
sum eftir var í norska
skipinum, umborð á
Blik.
Tí valdi skipafelagið
heldur at lata norska
skipið fara til Hirtsals
við tí, sum eftir var í last-
ini.
Men tað skuldi tey
ongantíð havt gjørt.
Tí mitt í norðsjónum
fekk skipið maskinskaða
og misti alla maskinork-
una.
Skipið rak fyri vág og
vind eina heilan dag,
áðrenn hjálp kom til og
sleipaði tað til
Aberdeen.
Har var brekið um-
vælt, og skipið skuldi
koma til Føroyar í gjár
við ti, sum var í lastini
Nú skal so skipið
kannast at vita, hvussu
umfatandi skaðin er. og
hvussu nógv av lastini
hevur fingið skaða
Eitt sindur av fiski
fyri skeyti
Arni Joensen á Skipa
tvri-
fingið
skaða
Men tíbetur var tað
allarmesta lagt upp
Scrabster
Men tá ið skipið lá
við ongari maskinkraft,
fór tað at rulla illa og
tað, sum var í lastini, fór
at rosa
Ikki minst gjørdi nøk-
ur kør av slógvi um
seg
Annars var eitt sindur
av saltfiski i lastini, og
tað er komið uppá sumt
av tí av slógvi og tað
skal helst vaskast av aft-
ur. Men fiskurin er helst
ikki farin fyri skeyti.
Eitt sindur av feskum
fiski var eisini í lastini
og hann er helst farin
fyri skeytið.
Arni Joensen sigur, at
skaðin sum heild var
avmarkaður, hóast hetta
er eitt keðiligt óhapp
fyri tey, sum tað rakar.
Tó rindar tryggingin
fyri skaðan, leggur hann
afturat.. 5
-Åki—
framhald av síðu 6
Spekulation - sølur
mugu stedgast
Annars heldur formaðurin í
felagnum Rækjuskipum, at
tað er neyðugt at steðga
spekulationssølum av fiski-
rættindum.
Verða skip seld av land-
inum, skal tann sum eigur
innflutningsloyvið. í tvey ár
bara sleppa at ráða yvir
10% av fiskiloyvinum, sum
hoyra til.
Restin av fiskiloyvinum
skal verda bytt sundur
ímillum skipini. sum eru
eftir í bólkinum- inntil
annað skip kemur í flotan
fyri tað sum fór
Men hetta skal, sum
sagt bara vera galdandi í
tvey ár.
Og er ikki nýtt skip
komið í flotan fyri tað, sum
fór. áðrenn tvey ár eru farin.
skal veiðiloyvi endaliga
fella burtur.
Jákup Egholm Hansen
sigur, at tað eru nøkur dómi
um, at tað ber til at vinna
nógvan pening uppá bera,
blanka spekulatiónssolur av
fiskiloyvum.
Hetta má steðgast. sigur
hann
Tí tað eru tey skipini.
sum eftir eru. sum koma at
bera byrðarnar fyri slíka
spekulatión
Men hinvegin má lógin
ikki verða so stirvin, at ong-
ir møguleikar eru í skipanin
at arbeiða
Tað er fyrst og fremst
spekulationssølan, sum skal
stedgast og ikki vanligur
handil vid fiskirættindum
imillum skip, sigur formad-
urin i felagnum Rækjuskip-
um
N. Finsensgøta 9 - tlf. 31 51 80