Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. februar 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 34 — 19. FEBRUAR 1999 Nú er projek- teringsarbeiðið av nýggju sand- oyarferjuni lið- ugt, og bjóðaði SL tiskil til kunn andi fund um úrslitið í gjár klokkan 13 JOHN JOHANNESSEN Í hesum døgum hevur verið nógv kjakast um nýggja samferðsluálitið hjá Vinnu- málastýrinum, og tingmenn hava v erið grammir eftir at fáa ein nýggjan veg, ein tunnil ella eina nýggja ferju til sítt valdómi. Hetta eru tó bert ynski, ið ikki bíðast skal leingi eftir, áðrenn tey tíðindablaðið Nýggja sandoyarferjan liðugt pro gerast veruleiki. Men so er ikki hjá sandoyingum. Lið- ugt er nú at projektera nýggju ferjuna, ið skal av- loysa Trónd, ið nú er vorðin 40 ára gamal. Byrjar at sigla ár 2000 Í samferðsluálitinum frá Vinnumálastýrinum stend- ur, at Tróndur verður skiftur út ár 2000, so hetta merkir, at farast skal undir bygg- ingina av nýggju Sandoyar- ferjuni heilt skjótt. Tróndur hevur leingi ikki verið nóg góður at nøkta Sandoyarfarlkeiðina, og tí eru sandoyingar sera glaðir fyri, at farið nú verður undir at byggja nýtt skip. Eisini kemur nýggja skipið at verða til stóra gleði fyri fiskivinnuna í oynni, tí nýggja ferjan lastar væl meira enn Tróndur, og tískil ber til at flyta meira fisk av oynni í senn. Ikki nog størri Nýggja sandoyarfejan verð- ur 45 metrar long og um 15 metrar breið. Umborð verð- ur pláss fyri 300 ferðafólk- um um summarið og um veturin kemur hon av trygd- arávum ikki at taka meira enn 190 fólk. Ferjan kemur at hava tvey bildekk, og taka hesi til- saman 33 persónbilar ella 2 treylarar og 12 persónbilar. Hóast nýggja ferjan kem- ur at taka væl meira ferða- fólk og væl meira bilar enn Tróndur, so er hon ikki so ógvuliga nóg stórri enn Tróndur. Tróndur er nevni- 5 jekterað liga 40,7 metrar langur og 9,10 metrar breidur. Hetta merkir, at nyggja ferjan verdur um 4 metrar longri og 5 metrar breidari enn Tréndur. Tróndur tekur bert 14 persónbilar, so talan er um tvífaldan av bilatalinum við nýggju ferjuni Føroyingar met í royking A stovnandi fundi av fóroyskum lungnafelag á Landssjúkrahúsinum í gjár, kom fram, at fóroyingar hava met í royking. Ti skal lungnafelagið, eins og ráðið fyri ferðæutrygt , ferðast út á skúlarnar at upplýsa næmingum um vandan við royking. JOHN JOHANNESSEN Mikukvøldid var fundur, ið hevði til endamáls at stovna føroyskt lungnafelag, hildin í veitsluhøllini á Landssjúkr- ahúsinum. Við á fundinum var Mogens Thiim, formað- ur í Danmarks Lungeforen- ing. Hesin var við, fyri at leggja føroyingum lag á at stovna nýggja felagið. A fundinum vóru eisini Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Jón á Steig, yvirlækni, Jógvan Mørkøre, formaður í Føroya Komm- unufelag, Leivur Hansen, borgarstjóri, og Jógvan við Keldu, borgarstjóri. Hesi vóru við, fyri at skapa stórri áhuga fyri fundinum, og somuleiðis tí at ein partur av ætlanini við lungnafelag- num er, at tað skal upplýsa um vandan við royking í ymisku kommununum í Før- oyum. Mælti til stovnan A skrånni fyri fundin stend- ur, at Jógvan Mørkøre, for- maður í Føroya Komm-un- ufelag, skuldi skjóta upp at stovna føroyskt lungna-fel- ag. Hann sigur, at heitt varð á hann um at gera hetta, og helt hann tað vera eitt gott hugskot, hóast ikki er van- ligt, at kommunur eru limir í slíkum feløgum. Men hann heldur, at royking er ein trupulleiki, ið er galdandi fyri allar kommunurnar í Føroyum, og tískil heldur hann, at kommunurnar væl kunnu vera við í lungnafel- agnum eins og tær eru limir í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ætlanin er nevniliga, at lungnafelagið skal ferðast út á skúlarnar og greiða næm- ingunum frá vandanum við royking. Jógvan Mørkøre sigur, at royking er ein trupulleiki, ið allir skúlar kring landið hava at dragast við, og heldur hann, at eitt slíkt felag kann hjálpa væl í fyribyrgjandi arbeiðinum. Hann sig-ur, at hetta er orsøkin til, at komm- unufelagið leggur navn til eitt slíkt felag. Fyribils nevnd Ætlanin um at stovna lungn- afelag gekk út á fundinum á Landssjúkrahúsinum, og vald varð ein fyribils nevnd til felagið. Tey, ið komu í neyndina vóru gestirnir frá kommununum og frá Al- manna- og heilsumálastýri- num, tey vóru nevniliga Helena Dam á Neystabo. Leivur Hansen, Jógvan K. Mørkøre, Jógvan við Keldu og Jón á Steig. Í gjårkvøldid var aftur upplýsandi fundur um stovn- setanina lungnafelagnum og um hvussu ein best kann verja lungu síni móti dálk- ing, tubbaki og bronkitis við Dig I | Option 1 1,6i 16v motor Powerstyring 4 kanals ABS Trygdarkabinum Selastrammari Tónaðir rútar PATS startsperru "Fyrr 160.000 kr 3000 Radio v/bandspælara meira. Hesuferð varð fund- urin hildin í skúlanum við Á Á í 1,6i 16v motor Powerstýring 4 kanals ABS Í Trygdarkabinum - Selastrammari 3 3000 Radio v/bandspælara Forlyktavaskari á Hiti í forsetrunum £ Tónaðir rútar PATS startsperru El-spegl El-førarasetur El-rútar framman Upphitaðan forrút El-bakklappur Fjarstýrt centrallás EP Fyrr 174.500 kr Nu 149.995 kr SEO ES | i El-bakklappur i Fjarstyrt centrallås — P/f Wenzel Ósánna í Klaksvík option J hurðar Option 3 1,6i 16v motor Powerstyring 4 kanals ABS Trygdarkabinum Selastrammari 3000 Radio v/bandspælara Forlyktavaskari Hiti i forsetrunum Tónaðir rútar PATS startsperru El-spegl El-førarasetur El-rutar framman Upphitadan forrut Aircondition Fyrr 184.500 kr Nú 155.995 kr Akranesgeta 5 FO 100 Tórshavn Tlf. 313873 - Fax 311173