Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 25. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið ; 9 Óforsvarligt at grava upp í rúgvur Fólk seta spurnartekin við kavarudd- ingina í hovuðsstaðnum. Høvudsinn- koyringin til høvudsstadin er als ikki rudda fyri kava. Og tí eru djúp frost- spor í vegnum, sum lættliga kunnu geva bilfórarunum álvarsligar trupul- leikar SVEINUR TRÓNDARSON Nógvi kavin, sum kom nið- ur um vikuskiftid hevur giv- 10 kavaruddingini i høvuds- staðnum trupuleikar. Prior- iteringin sigur, at teir fyrst rudda har Bussleiðin koyrir, og ikki fyrr enn tað er gjørt verða aðrir vegir ruddaðir. Men hvussu við størstu innkoyring til høvudsstadin, skal hon ikki eisini ruddast fyri kava? Henda spurning hava fólk sett sær sjálvum, og ein lesari okkara var sera ónógdur við umstødurnar á Hvítanesvegnum. - Vegurin er als ikki rudd- aður fyri kava, og tað ger at hann er vandamikil at koyra eftir. Djúpar foyrur eru har, sum bilarnir hava koyrt, og nu kavin er frystur so mikið sum hann er, so kann tað gerast vandamikid, um ein bilførari ikki er nóg ansin tá hann kemur inn á hatta strekkið. Sosialurin hevur vent sær til løgregluna við spurningi- num, og har sigur vakthav- andi, at tað er óheppið, at eingin hevur grivið har. - Tað er rætt, at tað kann gerast vandamikið um bil- førararnir ikki eru ógvuliga ansnir, sigur vakthavandi. - Ti er tað heldur ikki rætt, at tað liggur ógrivið so leingi. leggur hann afturat. Tað er Landsverkfrøding- urin, sum hevur ábrygdina av kavaruddingini á Hvíta- nesvegnum og av skriv- stovu teirra faa vit at vita, at orsøkin til at kavin ikki er ruddadur er, at teir eiga onga maskinu, sum passar til júst hatta arbeiði. Er tað ikki eitt sindur 6- umhugsað tá tað eru tit sjålvir, sum hava gjørt hatta vegastrekkið? Nei. tað haldi eg ikki Tað verður ikki júst hugsað um kavan, tá ein á sumri situr og projekterar eitt vegastrekkið. vóru boðini frá Landsverkstrødings- skrivstovuni Tað skal tó leggjast aft- urat, at trupulleikin við kav- anum á Hvítanesvegnum varð loystur í gjár, tí LV leigaði eina maskinu at rudda strekkið fyri kava. Kavarúgvurnar forða útsýninum Tað, sum tó hevur volt bil- førarunum størstar trupul- leikar eru tær stóru kava- rúgvurnar, sum liggja ógv- uliga skilaleyst goymdar á vegahornum. I ávísum fórum, sum eitt nú á krossinum Norðari Ringvegur-Hvítanesvegur- in, kann hetta verða bein- leiðis orsøkin til ferðsluó- happ. tí kavarúgvan forðar heilt einfalt fyri útsýninum. Ein bilførari, sum vit tos- aðu við í gjár segði, at hann var meiri enn heppin, at hann ikki koyrdi út fyri ein bil, sum koyrdi "gpymdur” aftanfyri kavarúgvuna. - Eg hugdi omaneftir Ringvegnum og sá at tað var pláss at koyra. Men tá bilurin var farin á rull, kom ein vøruvognur undan kava- rúgvuni, og tað var um hár gjørt, at eg koyrdi út fyri hann. Vakthavandi á Løgreglu- stødini í Havn gevur bilfør- aranum rætt. - Hatta er rættiliga skila- leyst at leggja rúgvurnar í einum horni. Tað gerst bara verri tá ein hugsar um alla ferðsluna, sum fer eftir has- um strekkinum. Bilarnir mugu hava útsýnið og tað hava teir ikki í slíkum for- um. Boði Haraldson, býar verkfrødingur viðgongur. at rugvurnar eru ein trupul- leiki, men hann heldur sam- stundis, at tað er ov lítil samanhangur í kritikkinum. - Vit hava bara eina av- markaða upphædd at rudda fyri. og hon skal nýtast so skilagott sum tilber. Og tá øll ringja hvør i sinum lagi, so verður hon ikki brúkt skilagott. Tær stóru kavarúgvurnar hava volt bilførarunum stórar trupulleikar - Vit fara at gera eina eft- irmeting av ruddingarar- beiðnum tá kavin er burtur, og tá fara vit eisini at taka støðu til hvussu vit best gera I verða vit noyddir til at ur hann. og ruddaðu gongubreytir- tað í framtíðini. Ein spurn- ingur í sambandi við tær stóru rúgvurnar er, at skulu vit sleppa undan teimum, so stongja ávísar vegir í eitt tidarbil, meðan ruddingin fer fram, og so er spurning- urin um tað er skilagott, sig- Hinvegin vísir eisini á, nar, sum tey hava ábyrgdina at tað kanska hevdi verið a skilagott, um fólk gjørdu, sum politividtøkurnar siga, Honda siktar móti toppinum við nýggja Accord inum! Fá ein royndartúr H HONDA NORDBIL Box 1070 - Oyggjarvegur - FO 110 Tórshavn - Føroyar - Tlf. 313707 - Fax 310855 +