hósdagur 18. mars 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 53 — 18. MARS 1999
tíðindablaðið
13
Marknaavtala vænandi
klar fyri páskir
Seinasta hond verður nu løgd á avtaluna, sum í næstum skal samtykkjast av
løgtinginum, fólkatinginum og bretsku stjornini. Við hesi avtaluni verður skjøtil
settur á ta fyrstu útbjóðinga og leitingina eftir olju og gass við Fóroyar
JAN MÚLLER
ÚR KEYPMANNHAVN
Undir vitjan síni í Keyp-
mannahavn í sambandi við,
at Nelson Mandela takkar
dønum fyri stuðulin móti
apartheid nýtti Anfinn
Kallsberg, løgmaður eisini
høvi til at tosa við fleiri av
donsku ráðharrunum. Her
var sjálvandi talan um 6-
formelt prát, men sum kort-
ini hava týdning fyri For-
oyar.
Anfinn Kallsberg hitti m.
a. Niels Helveg Petersen,
uttanríkisráðharra, tå hann
var til galladøgurda fyri
Mandela. Tå var markna-
trætan vid bretar havd å
lofti. Eftir ti sum Sosialurin
skilur, so er semja um at
halda fram sum higartil við
at gera eina avtalu, sum
kann undirskrivast um ikki
so langa tíð.
- Løgmaður ynskir ikki at
órógva tað arbeiði, sum fer
fram í løtuni við at orða eina
avtalu. Men hann vísir ikki
aftur, at tað verður roynt at
fáa avtaluna í land innan
páskir ella so, hendir einki
óvæntað. Páskini í ár eru
fyrst í apríl.
Freistin at leggja mál fyri
tingið er longu farin, men
hetta útilokar ikki, at 17
tingmenn geva undantaks-
loyvi fyri einum uppskotið,
sum hevur við markið at
gera.
Málið skal so eisini við-
gerast av fólkatinginum, og
skilur løgmaður út frå kann-
ingum, teir hava gjørt, at
einki skuldi verið til hindurs
fyri, at avtalan kann verða
vidgjørd í løgtinginum og á
fólkatingi um somu tíð.
Utbjóðing
At hetta málið hevur slíkan
skund, nú tað kortini hevur
drigið so nógv út. er tann,
at man frá føroyskari síðu
metir, at markið má koma
uppá pláss, áðrenn latið
verður upp fyri 1. útbjóðing
- Tað er okkara vón, og
vit vilja gera alt vit eru
mentir, at fáa tað málið í
tingið líka eftir Olavsøku,
soleiðis at vit kunnu koma í
gongd við útboðinum longu
í hesum árinum.
Løgmadur, sum skuldi
aftur til Føroya í gjár, sigur
við Sosialin, at eftir út-
gangstødinum, so bendir
tað á, at vit føroyingar fáa
eina góða avtalu.
Danir vilja hjálpa foroyingum
Nú danska havumhvørvisløgin er løgd fyri tingið og eftir viðgerðina har er
farin í Trivnaðarneyndini, so bjóðar Svend Auken orkumálaráðaharri fóroy-
ingum hjálp í sambandi við at seta lógina í gildi
JAN MULLER
ÚR KEYPMANNAHAVN
Millum ráðharrarnar, sum
Anfinn Kallsberg
við, meðan hann var staddur
í Keypmannahavn rundan
um vitjan Maldela í Dan-
mak, var eisini orku- og um-
hvørvismålarådharrin,
Svend Auken.
- Eg tosaði við Svend Au-
ken um umhvørvismål og
so oljuvinnu. Hann var sera
opin og positivur ikki minst
tå vit komu at tosa um olju-
vinnuna.
Løgmaður vísir á, at tað
er eitt risastig fyri føroying-
ar at fara undir eina olju-
vinnu.
tosaði
Vit hava fingið ta
donsku lógina um havum-
hvørvi, sum ætlanin er at fáa
tingið at seta í gildi fyri Før-
oyar. Tað eru ógvuliga
nógvir praktiskir spurningar
at taka stóðu til í sambandi
við oljuna. Tað var í hesum
sambandi, at Svend Auken
beyð sær til at hjálpa okk-
um, nú teir sjálvir hava so
drúgvar royndir á økinum.
Seinasta hond verður nú
løgd á avtaluna, sum í næst-
um skal samtykkjast av løg-
tinginum, fólkatinginum og
bretsku stjórnini.
Svend Auken, danski orku-
og umhvoórvis-málaráð
harrin
Færri ferðafólk, meiri
farmur og postur
Í februar 1999 hava 5.773
fólk ferðast um Vága Flog-
havn. Hetta er ein minking
í mun til februar 1998, tá
5.826 fólk ferðaðust um
floghavnina. Minkingin
svarandi til 0,9%, kann
stava frå, at ferjusamband
nu er alt árið. Farmamongd-
in er í februar 1999 okt við
30,1% til 38.200 kg., meðan
posturin er øktur við 11,3%
til 49.300 kg.
Nakrar seinkingar og |
avlysing vóru í rutuflog-
ferðsluni í februar í ár
orsaka av veðurlíkindunum,
har kavaveðrið hevur verið
orsøkin.
Tann felags frågreidingin,
sum føroyskir og danskir
myndugleikar f felag gera
um Våga Floghavn, er um
at verða liðug. Arbeitt verð-
ur nú við at finna fram til,
hvat ein útbygging kemur
at kosta. Hetta arbeiði ger
Landsverkfrødingurin.
Hagtølini fyri flogferðsl-
una um Vága Floghavn
finnast annars á heimasíð-
uni hjá Vága Floghavn.
http://www.slv.dk/vagar/
faerosk version/statistic/
aircraft movements/
1999.htm
http://www.slv.dk/vagar/
faerosk version/statistic/
aircraft
1998.htm
movements/
Toll- og Skattstova Foroya
/ Eysturoyar oki
Niðanfyri standandi storv á Toll- og
Skattstovu Foroya, Eysturoyar oki
verða við hesum lýst leys at sokja.
Skrivstovufólk
Avloysarastarv fyri starvsfólk í farloyvi
fram til 01.01.2000.
Arbeiðsuppgávur
Eftirlitsarbeiði innan toll, mvg, skatt 0.a.
Forleikakrov
Umsøkjarar skula helst hava merkonom
útbúgving ella líknandi. Viðkomandi skal
vera rekin, kunna arbeiða sjålvstødugt,
og hava lætt við at samstarva.
Lon- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið eftir útbúgving og starvs-
royndum.
Skrivstovufólk
Avloysarastarv fyri starvsfólk í farloyvi
fram til 01.01.2000.
Arbeiðsuppgávur
Ymiskt skrivstovuarbeiði í samband við
kundaavgreiðslu og tollavgreiðslu.
Forleikakrov
Umsøkjarar skula helst hava royndir í
skrivstovuarbeiði. Viðkomandi skal vera
rokin, kunna arbeiða sjálvstoðugt, og
hava lætt við at samstarva.
Lon- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið eftir útbúgving og starvs-
royndum.
Reingerðarfólk
Sokt verður eftir reingerðarfólki.
Arbeiðstíðin er 2 tímar um dagin eftir kl.
17. Hósdag tó eftir kl. 18.
Starvið verður sett eftir sáttmála hjá
Foroya Arbeiðarafelag.
Umsókn
Skrivligar umsóknir saman við prógvum
og ummælum verða at senda til:
Toll- og Skattstova Foroya
Eysturoyar oki
Postboks 225
FO-600 Saltangará
innan 27. mars 1999.
Um Stovnin:
Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Figgjarmåla
stýrinum, hvors uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg
inntokuskattalógina og alla skuldarinnkrevjing hjá landinun
Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at
planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær
sjey økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sorvág
Saltangará, Klaksvík og tvær í Tórshavn, rekja raksturin. Í
Eysturoyar oki, har viðkomandi kemur at starvast, starvast
16 fólk.