Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 9. oktober 1999 Tey gomlu tola ikki at fáa tað verri síða 6 og 7 Kendur bilasglumaður sjeyti HANDILSMAÐUR. Sum ungur fór hann í bakaralæru. Hann koyrdi hýruvogn, og eitt skifti koyrdi hann eisini gravi- maskinu. Hann var ein av undangongumonnunum, tá bilstóðin Auto varð stovnað. Seinni fór hann at selja bilar. Var á røttum stað til rætta tíð og gjørdist ein av okkara dugnaligastu handilsmonnum. Maðurin eitur Johannes Berg Magnus Gunnarsson Jóhannes Berg er gøtumad- ur. Ella rættari - hann er frá Gøtugjogv, er føddur 7. okt- ober í 1929. Hann er útlærd- ur bakari og hevur arbeitt sum bakari. Eitt skiftið koyrdi hann hýruvogn hjá Mortan Simonsen á Hotel Djurhuus. Seinni keypti hann sær bil sjálvur. Hann giftist við Karolinu, fødd Mikkelsen av Toftum, og tey fingu fimm børn. Saman vid ødrum stovn aði Jóhannes Berg bilstød- ina P/F Taxa. Seinni skiftir støðin navn til P/F Auto. Har var hann ein sonn driv- megi vid bygging av nyggju bilstødini i 1955/56 Sum nakað nytt tå fekk hann f lag, at bilarnir fingu telefon. Aðrenn tað máttu bilarnir koma á støðina millum hvønn túr. Eisini vóru telefonboksir settar upp fleiri staðni í býnum. Jóhannes Berg var eisini koyrilærari og koyrdi eitt skiftið gravimaskinu, tá Oyggjarvegurin bleiv gjørd- ur. Fekk diplom frá American Motors J. Paturssonargøtu 39 í Havn bygdi Jóhannes Berg sær stór hús, har hann leig- aði kømur út í niðaru hædd- ini. Bilasølan hjá honum byrjar, tá hann í 1959 fær umboð fyri Ramblerbilar- nar. Hann koyrdi í Auto eina tíð eftir tað, men tað var skjótt, at hann fór at selja bilar burturav. Hann hevði tó fleiri Rambler bilar koyr- andi í Auto oll sekstiårini, og teir munnu vera nógvir, 10 hava koyrt bil hjá honum. Tá á døgum var ringt at fáa valutaloyvi til innflutn ing av nýggjum bilum, men Jóhannes Berg var í tí hepnu støðu, at fleiri av teimum, sum leigaðu komur frå hon um, vóru amerikumenn Hetta var um ta tíðina, tá radarastødin á Sornfelli og støðin í Mjørkadali vóru bygdar. Amerikumenninir kundu gjalda í dollarum, og so hevði Jóhannes Berg tann valuta, sum hann hevði brúk fyri, og nú kundi hann keypa Ramblerbilarnar úr USA. Jóhannes Berg hevur altíð lagt stóran dent á beinleiðis innflutning av bilum, so sleppast kann undan mill- umhandlarum. Ov trongt í J. Patursonargetu Bilasølan og verkstaðurin byrjaðu í J. Paturssonar- gøtu, men plássið bleiv skjótt ov lítið. Tí leigaði hann bygningingin hjá Debesi Christiansen við Hesin Rambler Classic frå 1960 er annar av teimum fyrstu Ramblerbilunum sum komu til Jóhannes Berg. - Hetta er bilurin hjá Jákup Berg á vegnum niðan á Sornfelli Heygsvegin, har sum Tri er nú - yvirav har sum heil- sølan P/F Grødi helt til. Har var verkstaður og eykaluta- goymsla, meðan bilasglan var eftir í J.Paturssonargøtu. Sølan av bilum var so góð, at hann í 1966 fekk diplom frá Rambler verk- smiðjuni, American Mot- ors, fyri at hava selt flest bilar í mun til fólkatalið í landinum. Ramblerbilarnir vóru nógv seldir sum hýru- vognar í Føroyum í seksti- árunum. Hetta komst av, at teir vóru stórir og rúmligir til rutukoyring á vánaligu vegunum í Føroyum. Mazda bilarnir innrás I 1967 komu Mazda bilar- nir. Teir fyrstu fimm komu úr Noreg. Annars var inn- flutningurin beinleiðis úr Japan. Tá Mazda nøkur år seinni kom til Danmarkar, vildu teir hava umboð fyri Føroyar, men Jóhannes gjørdi skjótt av og fór til Japan, hevði eitt føroyskt flagg við, vísti á, at vit vóru ein tjóð og høvdu okkara egna mál og flagg. Sam- stundis kundi hann vísa á góð sølutøl, og so var tann trupulleikin loystur. Í fleiri ár hevði hann fastan ordra inni hjá Mazda um, at teir sendu 20 bilar til Føroya um mánaðin. Eykalutagoymslan var Jóhannes Berg og og abbadóttirin, Yasmin vorðin stór og plássið ov lítið við Heygsvegin, so í 1970 varð kjallarin í J. Pat- urssonargøtu ruddaður fyri kømur og gjørdur til eyka- lutagoymslu burturav. Um somu tid keypir Jóhannes bilverkstaðin hjá Róa Han- sen á Glyvrum. Sølan av Mazda bilum var vorðin góð í Eysturoynni, har Toy- ota hevði størsta partin av marknaðinum, tí umbods- maðurin, Rósing Rasmus- sen, búði í Runavík. Jóhannes Berg fekk nú eisini Chrysler umboðið og nakrar Simca og Sunbeam bilar, ið tá hoyrdu til Chrysl- erkonsernina. Nakað eftir hetta keypir hann eina stóra nøgd av Plymouth og Dod- ge bilum, ið høvdu staðið leingi á goymslu í Íslandi. Fólk vóru ivasom um hesar bilar, tí teir høvdu staðið so leingi, at rustur sást onkustaðni. Men teir vóru ikki dýrir og royndust væl, og fleiri vórðu seldir sum hýruvognar. Keypir elementvirki og byggir bygningar Í sjeytiårunum keypir hann Ju elementvirkid å Nordskåla frå Arna Brattaberg og fekk fyrrverandi byggimeistaran, Petur Michelsen at standa fyri ti. Hetta kom væl vid hjá Jóhannesi Berg. ið hevði ætlanir um at byggja tveir stórar bygningar, ein á Hálsi í Havn og hin á Glyvrum, har verkstaðið hjá honum var - har Bónus nú er Bygniniurin á Hálsi varð bygdur á miðstaðargkinum saman við øðrum handils- bygningum. Tað kom væl við at hava stór høli, tá hann stutt eftir fekk umboð fyri Scania lastbilar og bussar Nú hevur fyritøkan hjá Jóhannes Berg eisini Avis bilútleigan. Fyritøkan er best kend undir navninum Berg Motors. Jóhannes Berg er kendur fyri at duga væl at selja, og má metast sum ein av okk ara dugnaligastu handils monnum Fødingardagsbarnid var ikki heima á 70 ára degin Dagurin varð hildin uttan lands saman við familjuni og vinum