Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 10. NOVEMBER 1999 tíðindablaðið »Tøgn er rædulig« SJONLEIKUR. Einmansleikurin »The perfect Equal« verður sýndur i kvøld og tórskvóldið. Hann er drama um fimm samkyndar íslendskar menn. Um at ræðast seg sjálvan. Og um drepandi tógnina... HØGNI MOHR Tað er tydningarleyst; men sjónleikarin er samkyndur. Kortini hevur tað tydning at vera samkyndur. Og avleið- ingar. Felix Bergsson fer í kvold og í annadkvøld kl. 20 á pall í Gamla Meiarínum í Havn við einmansleikinum >The perfect Equal«. Atgongumerki Gott samstarv ligg- ur undir vitjanini úr Íslandi. Tað er Gríma, sum hevur þjóðað Felixi og fylki tl Feroya. Men onnur eru eis- ini við uppi í leiki- num. Sjónleikara- húsið og Norður- landahusid = hava stuðlað; og ung í arþeiði hava lagt stóra orku í fyri- reikingararþeiði. Oll síga seg vóna, at leikurin verður væl vitjadur tær bådar ferdirnar hann verður synd- ur. Atgongumerkið verða seld í Kunn- ingarstovuni og vid dyrnar. Syningin i kvøld er å enskum, medan hin torskvøldid er á islendskum. Einastandandi Felix Bergsson spælir fimm samkyndir íslendingar í tí tveir tíma drúgva leikinum. Roynt verður at lýsa tilveruna sum islendskur samkyndur. Munur er å monnum. Aldurin å leiklutunum er úr 20 og upp i 60 ár! Hin yngsti er vónríkur, opinskáraður og ósmæðin, meðan hin elsti er innanhokin, trútin og so at siga steinrunnin í tilveruni sum »Ogrødiligur geikari<. llla lyddi veruleikin Leikstjórin í átta manna stóra ferðalagnum, altings- konan, Kolla Halldórsdóttir, sigur, at leikurin er ongin klisje. Talan er ikki um eina tíðarbundna søgugongd, sum vísir, hvussu íslending ar fyrst staðfesta, at teir eru samkyndir, og síðani flýggja til Reykjavíkar ella annan stórbý. Kolla Hall- dórsdóttir hevur verið við í ætlanini allan vegin. Eisini meðan leikurin varð skriv- aður, men tað er leikarin sjálvur, Felix Bergsson, ið hevur skrivað leikritið. Hetta hevur verði dreymur hansara, sum hevur leikað hinskyndar leiklutir alt sítt sjónleikaralív. Eg havi skrivað um veruleikan, sum øll vita er til, men summum ikki dám- ar. Eftir mínum tykki liva hinskynd og samkynd tvey javnfjar lív við passaligari fråstødu, og síggja og skilja tessvegna ikki hvønn annan. Hetta er áhugavert, og hesin leikur ger kanska sítt til, at fólk, ið vilja, fara at skilja samkynd betur enn áður, sigur Felix Bergsson. Drama um menn Hóast einmansleikur, er tal- an ikki um vanligan >stand- up< sjónleik. Meðan Felix leikar, fara telduviðgjørdar upptøkur eftir risastórum filmsskíggja, og ljós og ljóð eru eisini týdningarmiklir partar av — framførsluni. Listagreinirnar í einmans- Mong samkynd velja at tiga. Tað kann vera drepandi… eikinum eru tískil mangar og fjølbroyttar. Her er sjón- »andalist, leiklist, tónleika- ist, klædnalist, ljóðlist og mangt annað. Leisturin til eikháttin kemur úr Kanada, var t.d. leikurin um Hamlet, prins, hevur verið sýndur á lendan hátt. Vit halda leikháttin vera spennandi og ødrvisi, og evnid, sum vit hava tikið fram í leikinum, ger íkki leikin minni ødrvisi. Liv teirra = mongu samkyndu hevur verið eitt liv í tøgn. Men eg haldi, at tað er gott at tosa um hesar lutir. Kan- ska fólk fara at skilja, at vit eru ikki øll sama slag. Vit eru ymisk og sjålvstødug menniskju. Kortini skal sig- ast, at leikur okkara er ongin fyrilestur. Ongin »islendsk sosialrealisma<, Ongin frå- lærutími. Ongin hóttandi fremstifingur. Hann er eitt drama um fimm samkyndar íslendskar menn og tað, vit kunnu nevna sjálvsræðslu. At ræðast seg sjálvan; í hes- um førinum, tí hini siga, at ein er vandamikil. Og kan- ska í størsta mun er boð- skapurin í leikinum, at tøgn er ræðulig. At tøgn er drep- andi... Samkynd fylkjast Íslendsku ummælini hava verið mong og góð síðani leikurin varð frumvístur í januar. Einir 5.000 íslend- ingar hava sæð leikin, sum hevur elvt til rættiligt orða- skifti har á landi. Eftir leik- lok í ymsku sjónleikara- húsunum í Íslandi, hevur verið skipað fyri kjaki, har fólk hava fingið høvi at siga hugsan sína um leikin og eyma evnid. Seinastu vikur- nar hevur átrúnaður verið Mynd: Jens Kristian Vang Islendski sjónleikarin, Felix Bergsson: — Samkynd og hinskynd skilja ikki hvønn ar drigin upp í blaðkjakið, sum er komið í kjalarvørrinum á sjónleikinum. — Kreftir í íslendsku kir- kjuni royna at berja okkum við Bíbliuni. Tað er ótrúligt, hvat fólk hata. Fólk hata mangan tað, teimum ikki líkar og tað tey ikki skilja. Soleiðis vera fordómar føddir; tí fólk ikki eru nóg væl skúlað, sigur Felix, og nevnir eitt dómi um avleið- ingarnar av hesum fordøm- ingum. — Ein unglingur, sum er í ætt við fyrrverandi konu mína, royndi herfyri at beina fyri sær. Tí hann er samkyndur, og ikki megn- aði at standa ímóti Ogvu- sligu fordømingini í m.ø. bløðunum. Eg havi verið sera sorgarbundin av hesum Mynd: Jens Kristian Vang nan nog væ tilburði, sigur Felix Bergs- son Glottar eru kortini. Leik- urin hevur eftir ollum at dóma elvt til, at ung sam- kynd í Íslandi eru farin at fylkjast. A íslendska fróð- skaparsetrinum er stovnað- ur felagsskapur fyri sam- kynd. Fyribils eru 200 limir Mynd: Jens Kristian Vang Leikari og leikstjóri eru á einum máli um, at tað at vera samkyndur í grundini snýr seg um frælsi at elska menniskju av sama kyni...