Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 10. NOVEMBER 1999 keypa og umbyggja 10 avlagdar snurpubátar. Teir vórðu førdir til Grøn- lands, og einir sjey vórðu mannaðir við føroyingum. Utróðrarmenninir lótu ikki væl at. Bátarnir vóru íkki lidnir, tá teir komu, og lóku illa. Teir vóru eisini útgjórdir við gassi til kóking og hita, og hetta tóktist monnum hættisligt. Summir kendu seg illa, tá teir høvdu blund- að í lugarinum, og einaferð hendi ein spronging, sum hevði stóran skaða við sær. Jens Jacob Niclasen og Eigil Rasmussen í Miðvági vóru ein morgunin farnir at starta NDF 1. Meðan Eigil fæst vid hetta undir styrhus- inum, hendir ein sterk spronging, og hann verdur slongdur um koll. Eldur kom i bædi båt og mann, men honum eydnad- ist at trilva seg upp gjøgn- um leytaran, ut å dekkid og stoyta seg á sjógv. Fyrstu ferð, hann stoytti seg, end- aði hann niðri í lítla báti, sum lá bundin við síðuna, men aðru ferð kom hann á sjógv, og eldurin slóknaði. Menn komu beinanvegin til hjálpar og fluttu Eigil á sjúkrahúsið, sum var beint við. Har lá hann leingi og varð vidgjørdur fyri álvar- som brunasár á hondum og andliti. Jens Jacob mátti eis- ini undir læknahond fyri brunasár, serliga um hend- urnar. NDF | varð vrak av hesi hending. Norðmenn koma við snelluni Hetta árið var norðmaðurin Dagfin Giske í Føroyinga- havnini við einum nýggjum aluminiumsbáti, sum var 32 fót. Hann var utgjørdur við norskari snellu. Hon roynd- ist Oføra væl, og Giske segði, at tað var sjáldan, teir fingu færri enn fimm á í senn. Teir vóru tríggir mans og fingu tilsamans 50 tons av toski. Tá høvdu teir spilt tvær vikur burtur til kalva- fiskiskap, sum bara gav eitt Nordafar-bátarnir vóru 10 í tali í 1955. Her liggja fýra av teimum í Vatnvíkini úti í gomlu Førovingahavn tíðindablaðið : S Je ini. Fremst liggur NDF 1 og brennir eftir eina spronging umborð. Teir hildu, at gassið var orsókin. Tveir mans fingu álvarsaman brunaskaða, og báturin varð vrak tons. Snellan hjá Giske fekk stóran tydning fyri føroysk- ar fiskimenn. Onkur fekk eina snellu heim við, og tá bátarnir byrjaðu útróðurin í 1956, vóru fleiri, sum vildi hava snellu. Miðvingurin Harry Birti- líð skrivaði heim úr Føroy- ingahavnini, at útróðrarbát- arnir har fyri tað mesta brúktu "snellur". Menn lótu væl at hesum nýggja reið- skapi. tí hann fiskaði so skjótt — upp í 10 fiskar upp á dráttin. Hetta árið mannaði Nord- afar bara fýra bátar, og teir privatu vóru ikki stórt fleiri. Dávur Thomassen í Kvívík var við pápa sínum Djóna við einum NDF-báti. Teir tóku land Føroyingar í Grønlandi Jégvan Arge Tå august var reidiliga komin, var gott vedur og ørgrynna av flotfiski. Båt- arnir í Føroyingahavnini høvdu frálíka góðan fiski- skap. Carl Johannesen á Sandi var formaður á NDF 5. Teir byrjaðu við vanligum sneri, men fingu ikki so nógv. So varnaðist hann, at aðrir, sum høvdu snellu, drógu. Hann skifti snørini út frá degi til dags og setti snellur upp í staðin Gongd kemur á aftur I 1957 bragdaði rættiliga hjá útróðrarmonnunum í Grøn- landi. Í Ravnsoynni gjørdu teir eitt rokár, sum sjáldan áður, og fiskiskapurin hjá teimum fáu bátunum í Før- Skopuningar høvdu vid 8-mannafarinum ”Gripi' oyingahavnini var eisini góður. Av ti, at inntøkumøgu- leikarnir í Íslandi minkaðu orsakað av ótryggum gjald- oyravidurskiftum, vildu nógvir menn sleppa til Grønlands at rógva út í 1958. Talið av føroyskum útróðrarbátum tvífaldaðist úr 31 upp í 62. Serliga komu nógvir nýggir mans í For- oyingahavnina. Hetta kravdi, at teir bygdu sær nýggjar skúrar. Vest- menningar bygdu á suður- arminum, hvalbingar og víkarmenn í Dagsmarsvík, sørvingar í Birtuvikini og skopuningar innrættaðu sær ein skúr hjá "Atlantsfari- num” í Lektaravíkini. Niels Juel var á reportasj- uferð i Grønlandi fyri út- varpið. Hann gekk hús úr húsi í Ravnsoynni, og fekk eisini eitt prát við Hans Jac- ob Ellingsgaard, sum nú tók við sum trúboðari og for- maður. Arið eftir bygdi hann sjómansheim í Syðru havn. Fyrsti maður, útvarpið hitti í Føroyingahavnini, var klaksvikarprestur Jóhan Nielsen. Hann kom út á "Karin K” eftir posti fyri sjómansheimið. Jóhan var farin yvir at víga sjómans- heimið inni við Nordafar og hevði ikki fingið fart heim aftur enn. Og á sjómansheiminum gjørdi Niels Juel eitt lítið hál. Har hitti hann ein mann, sum hevd verið í Grønlandi longu i 1914 — aðru ferð føroysk skip vóru har á royndarveiðu. Tað var sørvingurin Isak Jacobsen, sum nú búði í Fuglafirði. 1958 var hansara fyrsta ár sum útróðrarmaður í Grøn- landi. Bókin komin Bókin Teir tóku land 4 greiðir frá mongum øðrum um føroyingar í Grønlandi. Hon er yvir 200 síður og er prýdd við 150 myndum og kortum. Anker Eli Petersen hevur teknað kort og kápu. Hestprent hevur framleitt. Bókin kostar 299 kr. í bók- abúðum og handlum. vissad sær innivst í einum skúri hjá "Atloantsfarinum" í Lektaravikini. A flóð kundu teir sigla til dyrnar. Í durunum stendur Jacob Jensen, í skutinum Sigurð Hentze. Adrian Hentze heldur í stavninum. Jens Marius Hentze tók myndina