týsdagur 16. november 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tidindabladid S08312/urI
Nr. 218 - 16. november 1999
Føroyingar eru heimsins
frælsasta fólk - uttan fullveldi
7
g Kári
Nilssen. stýrimaður
leir sýna passini, tvey donsk og eitt foroyskt. Frá vinstru Jógvan Sundskarð, skipari, Rógvi Thomsen, maskinsjefur
- Vit kunnu nýta ikki færri enn tvey pass, vit eiga tvey persónsnummór, vit
kunnu ferðast og arbeiða kring allan heim. Okkum tørvar ikki fullveldi fyri at
gerast frælsir, vit eru frælsasta fólk í heiminum, sigur 27 ára gamli Kári Niel-
ssen úr Lopra sum er stýrimaður umborð á Hisholm. Skiparin og maskinsjef-
urin taka undir við honum
EFTIR JÚSTINUS
LEIVSSON EIDESGAARD
Hamborg, Sosialurin:
Hvítabók sigur greitt, at
taka føroyingar fullveldi, so
vit rokna við at
tfóturið fellur nakað
eri als ikki á-
„at tað skal gerast
verri at liva í Føroyum. Eg
il hava tað gott, eg vil at
min og børnini hava
tað gott Tað er tað sum tað
heila snýr seg um í mínum
lívi. Tað er tað eg livi fyri
Hvussu hini hava tað fái eg
ikki gjørt nakað vid, men
eg vil hava tað gott. Tað er
mitt lívsstríð. Eg vil als ikki
ganga við til at lækka livi
tótin, móti at vit fáa eitt
frælsari land, sigur 38 ára
gamli nólsoyingurin, Rógvi
Thomsen, sum er maskin-
sjefur umborð Hirsholm.
Hann situr stuttkliptur í
ketildragt við daggomlum
skeggstubbum inn yvir
borðið í messuni við einum
kaffikrussi í høgru hond.
KOMA
a ——
Maskinmenn kunnu illa
fjala at teir eru maskin-
menn, hendan veikans oljan
smygur sær inn allastaðni.
Vit eru stødd umbord å
danska farmaskipinum
Hirsholm. Hetta skip kemur
rættuliga ofta til Hamborg.
Við eru fast tríggir føroyskir
yvirmenn. Skiparin í løtuni
er 49 ára gamli Jógvan
Sundskarð úr Klaksvík.
Hann er millum annað
kendur sum skipari á Lómi
Jógvan býr niðri. Stýri-
maðurin er úr Lopra. Hann
eitur Kári Nielssen og hann
er komin heilskapaður gjøg-
num allar útsynnings-
stormarnar í Lopra seinastu
27 árini. Maskinsjefurin
eitur sum áður nevnt Rógvi
úr Nólsoy. Men tveir aðrir
føroyingar eru eisini við
Hirsholm. Teir eru heima í
løtuni. Tann eini eitur Jóan
Jakku, avloysir Jógvan sum
skipara og er ættaður úr
Miðvági. Hin er maskin-
sjefur og avloysir Rógva.
Hann eitur Torkil Strøm, er
Messuprát umborð á Hirsholm. Loysing vilja hesir
menninir ikka hava so korta nei, teir duga ikki at síggja
hvussu føroyingar kunnu gerast frælsari enn teir eru
ættaður úr býlinginum Við
Kráir í Vági og gongur í
løtuni og ansar eftir mað-
kum millum veðrakrovini í
hjallinum.
Umboðsmaðurin hjá Før-
oysku og Donsku Sjó-
mannskirkjuni er umborð
og vitjar. Hann er tilfeldivis
eisini journalistur og hevur
sett føroyingunum stevnu at
tosa um fullveldi, nú Hvíta-
bók sodnar millum før-
oyingar. Tað er hósmorgun
í farnu um áttatíðina. Upp-
runaliga skuldu vit práta
týsdagin, men tá var lagið
umborð so merkt a
brotasjógvinum hjá Agot og
vanlagnuni hjá Poul Eyð-
finn, skipara sála, at vit vóru
ikki rættuliga upplagdir.
Nógvir tankar fóru heim til
tey, sum sita eftir.
Sólin er júst komin upp
um morguntokuna og stend-
ur stór og reyð og rund og
gyllir alt havnarlagið. Í nátt
er hitalagið fyri fyrstu ferð
í heyst komið niður um
frostmarkið. Tú sær grá-
hvítu guvuna standa fram úr
andlitinum á teimum kviku
lossingarmonnunum, ið
klintrast, eins og bjarga-
menn, omanå bingju-ståpl-
unum kring havnarlagið.
Íkki loysingarmenn
Føroysku yvirmenninir
umborð á Hirsholm eru ikki
loysingarmenn, tað hoyrir
ein skjótt. Her má skjótt
finnast eitt annað skip við
meira loysingarsinnaður
føroyingum umborð, skal
javnvåg verda føroyskum
práti um framtidarstødu
Føroya her í Hamborg.
— Eg havi ikki einaløtu
roknað vid, at føroyingar av
álvara fara at takað stigið
út og kvetta vit Danmark.
Ég veit væl at banka-
kanningin sum gav dónum
skyldina, hevur givið Tjóð-
veldisflokkinum vind í
seglini. Í løtum kann eg
eisini fylgja tjóðveldis-
monnum, tá teir siga at tað
er rætt at klára seg sjálvan.
Eg búgvi niðri og í Dan-
mark verður tað als ikki
tikid fyri givið, at væl-
ferðarsamfelagið, sum vit
kenna tað í dag, har øll eru
tryggjaði við pensiónum, at
hetta fer at halda. Eg øtist
við tankan um livikorini hjá
pensionistunum í Føroyum,
tá livifóturin fer at lækka.
Og tað fer hann, taka
føroyingar loysing, tað
sigur sjálvasta Hvítabók.
sigur Jógvan Sundskarð,
skipari á Hirsholm.
Overuligt bjartskygni
Lopransmaðurin setir
knyklar í bryr, nú fram-tíð-
arstøda Føroya verður
verður vigað aftur og fram
umborð á Hirsholm. Hon-
um dámar ikki rákið, sum
hevur verið frammi í Før-
oyum seinnu árini.
- Góði búskapurin sein-
astu árini i Føroyum er or-
søk til optimismuna. Fiska-
prisirnir hava verid sera
høgir. Vit gloyma, at vit enn
hava bara fiskivinnuna at
lita å. Eg sigldi vid trolara
undir Føroyum. Tað eru
bara nøkur få år síðan, at
ein isfiskatårur, sum fór
undir 3000 kassar, varð
hildin at vera ein mi-
seydnaður túrur. Í dag
verður ein túrur upp á 1000
kassar roknaður fyri ein
góður túrur. Góði prísurin
bjargar týrinum.. Vit, sum
kenna til fiskivinnu vita, at
tað koma eisini tíðarskeið
við vánaligum prísi. Og tá
hava vit eisini bara fiski-
vinnuna at líta á, sigur Kári
Nielssen.
Trýst
Nólsoyingurin Rógvi er
ikki nøgdur við framferðar-
háttin hjá loysingar-flokk-
inum.
- Eg havi ongantíð rættu-
liga skilt, hví loysingin skal
vera akkurát nú. Tjóð-
veldisflokkurin hevur ført
fram loysing nú ella ongan-
tíð. Eg hav ongantíð tora at
hugsað, at føroyingar fóru
at taka loysing og satt at
siga, so óttist eg prátið sum
hevur verið frammi í sein-
astuni heima í Føroyum. Eg
hugsi um áttatiárini, tå
kláraðu føroyingar sjålvir at
stýra okkara samfelag út av
eggini. Tað eru somu menn,
sum stýra nú, sum stýrdu tá.
Onkur er útskiftur, men í
høvudsheitinum, vóru teir
menn í politikki í áttati-
árunum, sum stýra í dag.
Hvat er ørvisi nú mótvegis
åttatiårunum, tá eydnaðist
tað at stýra okkum so loð-
andi á heysin, enntá við
donskum blokki, sigur
Rógvi Thomsen.
———8—8—E8mm——»———8————æ—£
Nógv evni koma fram
undir pråtinum umborð á
Hirsholm. Einamest óttast
føroyingarnir teirra framtíð
í danska handilsflotanum.
taka føroying loysing.
- Bara tvey prosent av
fóroyingum, sum sigla við
handilsskipum, sigla við
føroyskum. Restin er eina-
mest vid, donskum skipum.
Skal tú arbeiða sum yvir
maður á einun donskum
skipi, so er tað eitt krav, at
tú ert danskur
statsborgari. Eg haldi
framvegis, at vit eru
frælsasta fólk í heim-inum
vit kunnu nýta tvey pass,
vit hava tvey persóns-
nummur. Vit kunnu njóta
allar teir fyrimunir, sum
verða bodnir føwyingum í
Føroyum og vit kunnu
njóta allar teir fyrimunir,
som verða bodnir dónum í
Daunmórk. Og at hava
danskt pass, tað er ikki
bara okkurt. Eg veit um
før-oy-ing, sum ikki slapp
at mynstra í Englandi við
før-oyskum passi. Eg havi
sjálvur upplivað í Ham-
borg, at løgreglan ikki
vistu hvat Føroyar var fyri
nak-að, tá teir hugdu í
mann-ingarlistan, sigur
Kári Nielssen, styrimaður
á Hirsholm.
Hirsholm avmyndaður í Hamborg. Beint undir skipinum
varð ein 2 tons stór bumba funnin herfyri