týsdagur 12. september 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 174 - 12. september 2000
Nr. 174 - 12. september 2000
3ár
6ár
10 0 . 0 0 0 K M
ELLA
MÓTI RUSTI
P/f Esmar Simonsen
Tel. 44 44 05 ¥ Fax 44 46 29
- ein skilagóð avgerð!
168.700,-
99.985,-
Júst nú er tann nýggi Nubira Stationcar heimkomin - og teir italsku designararnir
hava gjørt tað aftur. Nubira er nú flottari enn nakrantíð.
Útsjóndin er ikki tað einasta góða við Nubira. Bilurin er á tremur av hentari útgerð
m.a. sentrallás, servostýring, el-rútar, eldrivin/hitaði síðuspegl, tónaðir rútar og við-
litaðir kúfangarar. Nubira Stationcar hevur harafturat eitt av størstu viðførisrúmum
í mun til aðrar bilar í sama flokki (1.840 litrar við niðurløgdum setrum).
Sjálvandi fylgir 3 ára verksmiðjugaranti/100.000 km og 6 ára rustgaranti við Daewoo
bilinum.
Komið inn á gólvið hjá Esmari Simonsen á Kambsdali og royn Nubira.
Nubira Stationcar úr bert 168.700 kr. Nubira Sedan úr bert 158.700 kr.
Vælkomin!
Matiz er ein fittur og handligur
5-hurða mini MPV við sentrallás,
el-rútar og servostýring.
Úr
119.985,-
Lanos 1,3 ella 1,5.
Rúmligur og fjølbroyttur.
(í klassa viðToyota Corolla).
Úr
Luksusbilar
við smáum
prísum...
Nubira Stationcar úr bert
Sum sedan úr 158.700,-
EDVARD JOENSEN
Svangaskarð:
Í allarfagrasta veðri stevndi
fólk úr øllum landinum
saman á Svangaskarði, har
størsta
sunnudagsskúla-
tiltakið, ið nakrantíð er
hildið í Føroyum, var. Í
blaðnum í morgin fara vit
at hava myndafrásøgn frá
tiltakinum.
Tiltakið, sum var tvør-
kirkjuligt tiltak í samband
við túsundárahaldið, varð
sligið stórt upp. Ov stórt
kanska, tí hóast tað var bæði
gott og gangligt, var ov
nógv av tí praktiska, sum
ikki riggaði nóg væl.
Talan var ikki um sunnu-
dagsskúla sum so. Heldur
um framførslur og í ávísum
førum undirhald, har kristni
boðskapurin á øðrvísi hátt,
enn fleiri eru von við, varð
boðaður. Tú hoyrdi meira
enn so fólk, sum hildu, at
amerikanskt »rapp« og
norskt »palyback« var so
sum so egnað í slíkum høpi.
Nógv av teimum tiltøkun-
um, sum vóru, eydnaðust
bara heilt væl, hóast okkurt
líkasum datt burtur í mill-
um, av millum øðrum tekn-
iskum trupulleikum.
Sjálvsetanin var bæði góð
og hugnalig. Men sum leið
út, varð skjótt, at tað líka-
sum fór at halta eitt sindur.
Í fyrsta lagi varð byrjað ov
seint, og í øðrum lagi var
tað ikki heilt heppið, at til-
takið varð býtt sundur á
báðar vallirnar á Svanga-
skarði. Tað býtti fólk sundur
og gjørdi heilt greitt, at tey,
sum vórðu sett at verða eftir
á grasvøllinum, stóðu eftir
og sungu at kalla bara fyri
sær sjálvum.
Ivaleyst vardi tiltakið ov
leingi eisini. Fýra tímar er
long tí hjá ótolnum børnum,
og tað skal rættiliga nógv
til at halda so nógvum børn-
um, sum hendan dagin vóru
samlað, føstum. Og tað var
eisini skjótt, at lagt varð til
merkis, at børnini fóru at
ferðast.
Okkurt undirhald skuldi
vera á graslíkisvøllinum.
Eitt nú hoppiborgir, sum
lýst var við. Har vildu tey
sleppa í, og summi sluppu.
Men best sum var, og bíði-
røðin var heilt long, varð
boðað frá í hátalaranum, at
nú var liðugt. Væl var skilj-
andi, at børn, sum høvdu
staðið í bíðirøð út móti
hálvum tíma, vóru sera vón-
svikin.
Føroyinginum líkt komu
fólk ikki til tíðina. Hálvan
tíma eftir, at tiltakið skuldi
verið byrjað, gekk framveg-
is nógv fólk niðan brekkuna
av havnarlagnum á Toftum,
har tey flestu, sum komu
við privatbilum parkeraðu.
Bussar og onkrir bilar, sum
tíðliga vóru komnir, sluppu
niðan á sjálvt økið.
Men ikki bilti kortini hjá
teimum, sum ov sein vóru.
Tí eitt annað, sum mangan
sermerkir føroysk tiltøk, er,
at teknikkurin er ikki í lagi,
tá hann skal brúkast. Í hes-
um førinum var grundgev-
ingin, at bilurin, sum skuldi
flyta hátalarar og tílíkt á
Svangaskarð, var uppsteðg-
aður. So tiltakið varð um-
leið ein tíma seinkað, áðr-
enn byrjað varð.
Sera óheppið er, at slíkt
skal henda. Har sótu 4.300
fólk, varð sagt frá, og bíð-
aðu, tí eitt slíkt býtt óhapp
hendi. Her áttu fyrireikar-
EDVARD JOENSEN
Tað hevur gingið væl hjá
Patriciu
9,
sum
er
Boðasteinur, síðan skipið
fór undir Svaldbard at
fiska av polskari kvotu,
sum
reiðaríið
hevur
keypt.
Sigurd
Simonsen,
reiðari á Boðasteini sigur,
at reiðaríið hevur keypt
400 tons av samlaðu
polsku kvotuni við Sval-
bard, sum er 1.200 tons í
rundum. Arbeitt verður
við at fáa 400 tons aftrat,
sigur reiðarin.
Treytin er, at tveir
polakkar, flaggskiparin
og
ein
maskinmaður
koma umborð aftrat teim-
um 13 monnunum, sum
vanliga eru við Boða-
steini.
Í næstseinastu viku
avreiddi Patricia 9 góð 80
tons av ísfiski á Båtsfirði
í Norðurnoreg. Prísurin
var hampiligur. Einar 14-
15 krónur í meðal, sigur
reiðarin.
Mánakvøldið hálaðu
teir fyrstu ferð á øðrum
túrinum, og hóskvøldið
høvdu teir 120 tons inni.
Túsundtals børn
á Svangaskarði
Fiskiskapurin var so
góður, at tað gekk ikki
undan við reingerðini.
Teir noyddust at leggja
stilt at kryvja. Tað er bara
toskur, teir fáa, sigur reið-
arin.
Hetta er níggjunda
árið, føroysk skip fiska
polska kvotu undir Sval-
bard. Tað er soleiðis, at
teir hava bara loyvi at
fiska á Svalbardøkinum.
Boðasteinur
plagar
annars at vera á búrfiska-
veiðu um heystarnar.
Vanliga verður búrfisk-
urin fiskaður um heystið
og í januar-februar, sigur
reiðarin. Men í heyst hava
teir so valt at fara til
Svalbard at fiska tosk
ístaðin.
Boðasteinur
hevur
gjørt tað hampiliga gott á
búrfiskaveiðini.
Eisini
gav blálongan eit sindur,
sigur reiðarin. Væntandi
fara teir aftur á búrfiska-
veiðu eftir nýggjar.
Tá verður manningin
aftur tann vanliga. 13
mans.
Legði
stilt at
kryvja
Boðasteinur, sum fiskar polska
kvotu undir Svalbard undir navn-
inum Patricia 9, hevði rokfiskiskap
í seinastu viku
arnir at havt syrgt fyri, at
slík útgerð var komin í so
mikið góðari tíð, at um ikki
annað byrjast kundi stundis-
liga.
Tí tað gekk út yvir hin
endan aftur. Tiltakið var jú
landsumfatandi, og fólk
skuldu við fleiri ferjum.
Strandferðslan hevur sína
ferðaætlan, og longu mitt í
tiltakinum varð rópt í hátal-
ararnar, at nú fóru klaks-
víksbussarnir avstað. Onnur
skuldu í Sandoynna, vestur
í Vágar og til Suðuroyar.
Hugskotið til tiltakið var
frálíkt. Og hetta eigur av-
gjørt at verða roynt aftur. Tó
er eigur tað at verða gjørt
minni umfatandi.
Tí hóast farið varð við
stórum vónum, var ikki sørt,
at tað var við eini kenslu
av, at upplivilsið líkasum
ikki rakk til vónirnar, at
farið varð heimaftur.
Stóra sunnudagsskúlatiltakið á Svangaskarði sunnudagin savnaði meira enn
4.000 fólk í fagrasta veðri
Yvir 4000 fólk vóru savnað á Svangaskarði sunnudagin
Mynd: Edvard Joensen
Horntónleikur var
eisini partur av
skránni á sunnudags-
skúlatiltakinum
Mynd: Jens K. Vang
Patricia 9 (Boðasteinur) hevur rokfiskiskap undir
Svalbard