Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 7. desember 2000 17 16 Nr. 236 - 7. desember 2000 Johan Mortensen Í farnu viku frættist at EU hevur ætlanir um næsta ár at minka Norðursjóar kvot- una av toski, hvítingi og haki við 75% eftir at menn eru vornir varir við, at hesir stovnar ongantíð hava verið so illa fyri síðani 1963. EU mynduleikarnir siga at verða ikki tiltøk beinanveg- in sett í verk verður heilt galið við hesum fiskiskapi. Í ár varð toskakvotan reducerað við 40% niður til 80.000 tons. I seinna helm- ingi av 1980 vóru umleið 300.000 tons av toski veidd í Norðsjónum. Fiskiídnaðurin í EU mót- mælir harðliga meira niður- skurði og fara nógv virkir og arbeiðspláss at kenna sviðan av hesum tiltøkum. Bretskir EU andstøðingar mæla til at Bretland fer aft- ur sjálvt at umsita fiski- skapin heldur enn at lata Spaniólar veiða tað sum teir halda er bretskur fiskur. Í byrjanini av 1990 komu 80% av tí veidda fiskinum í EU sjógvi úr gomlum Bretskum øki ! Tað er væl skiljandi at Bretar eru argir inn á hetta vanbýti. Nøkur tøl sum kanska hava áhuga : • Um ár 1900 hevði Bret- land nógvar 100.000 fiskimenn. • Um ár 1950 eru fram- vegis einir 48.000 bretsk- ir fiskimenn. • Í løtuni er talið minkað til 16.000 mans. Við kvotu- skerjingunum minkar hetta tal við einum 50%. • Í árunum 1992 til 1999 fór Bretski fiskiflotin úr 11.561 fiskiførum niður til 7.448 og læðkar teirra veiða støðugt við umleið 20% um mánaðin. Orsøkin til hesa ringu støðu er sjálvandi ov nógv veiða og sera framkomin teknikkur. Eisini verður hildið at »vakstrahúsárin- ið« ger seg meira og meira galdandi og at Norðsjógv- urin er nú so heitur at toskayngul hevur torført við at koma undan. Henda ólukkuliga støðan kemur at viðføra at Føroy- ar fáa væl hægri prísar fyri okkara útflutning. Eisni sýnir hetta at tað ber til at oyða fiskastovnar- nar. Føroyingar eiga at fara enn betur um okkara fiski- skap og umsita stovnarnar samvitskufult. Partroling eigur at verða bannað alt fyri eitt og húkaveiða stuðl- að burturav. Meira eftirlit eigur at verða við okkara útflutn- ingsfeløgum sum eg haldi eru alt ov nógv í tali og yvirhøvur ov lítið professi- onel og vanabundin. Tað átti ikki at verði meira enn einar 10 løgildaðar fiska- sølur! Tað eigur at verða bann- að at útflyta rundan, óvið- gjørdan fisk. Eisini er hetta eitt sera klárt varskóð til Føroyar um at vit skulu halda okk- um langt uttan fyri EU og tess fiskiflotar. Tað er løgið at tað framvegis finnast so forstokkaðir føroyingar sum eru fyri limaskapi í hesum felagsskapi sum ikki er okkara. Føroysku fiska- stovnarir eru meira verdur enn at vit fáa nøkur fá kilo av rækjum fyri minni toll inn í EU. EU hevur brúk fyri okk- ara fiski, um vit hava brúk fyri EU kann tjakast um! Toskurin & Vit VIÐMERKINGAR 8. sending, Okkara kokkar Jákupsskeljar í kryddlaka 5 dl. av olivinolju 2 dl. av hvítvíni 0,5 dl. av balsamicoediki 100 gr. av gularótum 50 gr. av purrum Purleyk Salt og pipar 300 gr. av jákupsskeljum Soleiðis gert tú: 1. Koyr olivinolju, hvítvín og balsamico í eina skál 2. Karva gularøtur og purrur heilt smátt 3. Koyr purleykin í 4. Rør hetta saman og koyr síðani jákupsskeljarnar í 5. Lat standa kalt í uml. 24 tímar. Jákupsskeljagrýta 50 gr. av piparfruktum í øllum litum 50 gr. av purrum 100 gr. av soppum 50 gr. av skalottuleyki 2 tomatir 1 gularót 50 gr. av kryddurtum – nýggjar ella turkaðar 2,5 dl. av róma 300 gr. av jákupsskeljum Salt og pipar Soleiðis gert tú: 6. Sker alt grønmetið í hóskandi bitar og brúnka á pannu 7. Stroy róman omaná og lat smákóka til rómin er tjúknaður 8. Koyr síðani jákupsskeljarnar í – tær mugu ikki kóka. Øða í Nori – tara 300 gr. av øðu 50 gr. av soppum 50 gr. av piparfrukt 50 gr. av minimais 50 gr. av leyki 2 bløð av tara 200 gr. av smyrjiosti – naturel 3 dl. av róma Soleiðis gert tú: Sker grønmetið í hóskandi bitar og steik teir á pannu. Koyr róman í og lat hann smákóka til hann er næstan kókaður burtur Legg nori-tara og smyr ostin á. Legg síðani grønmetið á Rulla saman og set í ovnin beint undan borðreiðingini í umleið 5 min. á 120 stigum. Gratinerað øða 300 gr. av øðu 1 gularót 1 piparfrugt 100 gr, av snerktum beykoni 3 tomatir 200 gr. av osti, sum kann bráðnast Estragon – nýtt ella turkað Salt og pipar Soleiðis gert tú: Sker øðuna og grønmetið í hóskandi bitar og steik á pannu Krydda við esdragon, salti og pipari Legg so alt í eitt eldfast fat Koyr beykon og ost omaná og lat baka í umleið 10. min. á 220 stigum. Sámal Petur í Grund løgtingsmaður, formaður í tingbólki Sjálvstýris- floksins Viðmerking til sam- røðu við Jóannes Eid- esgaard í Sosialinum 1. desembur Sosialurin hevur fríggja- dagin 1. desembur samrøðu við formann Javnaðarfloks- ins, Jóannes Eidesgaard, hvar spurningurin um eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og Sjálv- stýrisflokkin, eftir eitt komandi løgtingsval, verð- ur viðgjørdur. Jóannes Eidesgaard fær tað til, at tað ikki er sam- svar millum tað aktivu pol- itikarar sjálvstýrisfloksins vilja og tað veljarar floks- ins vilja. Hetta við grundar- lagi í eini veljarakanning gjørd í novembur mánaða. Visandi til omanfyri- nevndu veljarakanning, sigur Jóannes Eidesgaard, at veljarar Sjálvstýrisfloks- ins helst vilja, at flokkurin samstarvar við Fólkaflokk- in og Javnaðarflokkin. Sannleiki við modifikatiónum Sagt verður viðhvørt um okkurt ivasamt sum liggur til grund fyri onkrum, at tað er ein sannleiki við modifikatiónum. Soleiðis tykir mær at grundarlagið undir meting Jóannesar er háttað. Hetta, tí at veljarar Sjálv- stýrisfloksins uppá fyri- spurning um hvønn teir helst vilja, at flokkur teirra samstarvar við, svara so- leiðis: 37% fyri Fólka- flokkinum og 16,7% í part til Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Tey 41% sum umrødd verða í omanfyrinevndu samrøðu, er eitt svar frá veljarum floksins uppá hvønn teir halda best kunna loysa spurningin um ríkis- rættarligu støðuna. Tað er ikki vist, at tað er samanfall millum tað, sum veljarar floksins halda um loysn á ríkisrættarligu støð- uni, og so hvønn veljararnir helst vilja at flokkurin sam- starvar við. Hetta sjónarmið verður undirbygt við støði í einum øðrum spurningi í somu veljarakanning. Nevniliga spurninginum um vit skulu hava nýval. Henda spurn- ing svara 87,5% av veljar- arum floksins nei til. Hetta kann líka so væl takast sum tekin um, at veljarar Sjálvstýrisfloksins eru nøgdir við tað samstarv Sjálvstýrisflokkurin í løtuni er í. Samstarv við Javnaðarflokkin Eisini førir Jóannes Eides- gaard fram, at tað var Sjálv- stýrisflokkurin íð forðaði Javnaðarflokkinum í at koma í samgongu seinast. Hetta sjónarmið kennist eg ikki við og eigi ikki lut í, so er tað sagt. Annars skal Jóannes hava takk fyri positivu støðu sína til eitt møguligt samstarv millum Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eftir eitt komandi løgtingsval. Verandi samgonguskjal er bert galdandi hesa løg- tingssetuna og er Sjálvstýr- isflokkurin tilreiðar at taka støðuna upp til viðgerðar eftir eitt løgtingsval, og tað uttan nakrar sum helst for- dómar. Samstarvsvilji Sjálvstýrisfloksins Undirritaðu feløg – Javni og Sinnisbati, vilja við hes- um venda okkum til av- varðandi landsins myndug- leikar viðvíkjandi íbúðar- tørvinum hjá teimum bólk- um, sum vit varða av, – nevniliga teimum fólkum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk. Vit vilja fyrst og fremst vísa til hjáløgdu skjøl, sum hvør í sínum lagi lýsa tørv- in á økinum. Afturat hesum vilja vit føra fram: At vit ynskja ein miðvís- an almannan bústaðarpolit- ikk, fyri fólk við breki. Vit meta tað vera sera umráðandi, at almennu myndugleikarnir í Føroyum seta út í kortið ein almann- an politikk á hesum øki. Tað er skyldan hjá einum og hvørjum samfelag so frægt, sum tað er gjørligt at tryggja øllum borgarum landsins somu íbúðar- møguleikar. Tá talan er um hesar nevndu bólkar krevst ein serlig tillaging frá øllum. Javni og Sinnisbati – sum varða av teimum, ið eru menningartarnað og sálar- liga sjúk hava gjørt og vilja fegin gera okkara part, men hetta okkara virksemi kann geva best møguligt úrslit, uttan at hetta verður gjørt, sum ein partur av einum miðvísum politikki á økin- um, – sum tað er ábyrgdin hjá politisku myndugleik- unum at skipa fyri. Vit meta tað fyrst og fremst at vera umráðandi, at politikkurin hevur til endamáls, at flest møgulig í størst møguligan mun kunnu sleppa at hava eina tilveru uttanfyri almenna sjúkrahús- og røktarum- hvørvið. Tørvurin á økinum kann í stuttum gerast upp í fýra stigum: 1.Neyðugt er við stovnum har tey brekaðu, ið hava tørv á tí, kunnu verða »slúsað« út til eina van- liga tilveru. Hesir stovnar skulu tískil metast at vera »eitt stig á leiðini« , har viðkomandi kunnu vera eina tíð, meðan tey verða lagað til vanligu tilver- una. 2.Neyðugt er við stovnum til tey, sum eru ov væl fyri til at vera í almanna »systeminum« , men sum tó ikki eru nóg birg til at klára seg uttan røkt. Her eiga at vera møguleikar, eftir tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum, so sum sambýlir ella røktarheim fyri sálarliga sjúk. 3.Aftur hesum er neyðugt at útvega íbúðir til tey, sum kunnu klára seg einsamøll, men sum tó kunnu hava trupulleikar við at útvega sær íbúð á vanliga íbúðarmarknað- inum. 4.Tann í hjáløgdu skjølum vísti tørvurin á íbúðum ella sambýlum talar fyri seg, hvønn tørv sum fólk ið menningartarnað og onnur við serligum tørvi hava. Sum ein megin- regla eiga vit at siga, at ein bústaður til fólk, ið hava brek eigur at vera á sama støði, sum onnur fólk í samfelagnum hava, men eisini eigur bústað- urin at vera tillagaður til tann tørv, sum tann ein- staki hevur. Ódýrari skipan Tað er greitt, at hetta mál eisini hevur eina fíggjarliga síðu. Men hon er ikki so ræðandi, sum ein kundi hugsað sær. Fyrst er at siga, at her er peningur at spara. Tað er greitt, at tað er munandi bíligari at lata fólk búgva á stovnum uttanfyri almennu skipanina, enn at tey eru innløgd á sjúkra- húsið ella almennu røktar- skipanina. At útvega stovnar vil í fyrsta umfari kosta pening. Men sum tað verður víst í hjáløgdu skjølum eru ymiskir fíggjarmøguleikar, ið gera, at meira fæst fyri eina játtan á fíggjarlógini enn fólk annars kann ímynda sær. Vit vilja fegin ásanna, at í teirri støðu sum vit vóru í fyrst í 90 unum, máttu vit lata okkum lynda, at tað varð spart á hesum øki sum á øðrum økjum. Men nú er fíggjarliga støðan broytt. Enn hava vit ikki merkt nakað til hetta á okkara øki Áheitan! Javni og Sinnisbati vilja við hesum venda okkum til allar almennar myndug- leikar við inniligari áheitan, um at tað verður sett ein munandi peningaupphædd á fíggjarlógina í ár 2001. Okkum er altíð vístur ein góður vilji frá politikkarun- um, men tann góði viljin einsamallur er ikki nóg mikið – tað er nú einaferð pengum vit hava tørv á! Feløgini eri til eina og hvørja tíð til reiðar at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum og grundgev- ingum. Tí vóna vit at frætta skjótt aftur. Virðingarmest Javni Diana í Puntabyrgi, form. Sinnisbati Svenning á Lofti, form. Árligu fiskivinnusamráð- ingarnar millum Føroyar og Grønland vóru í Keyp- mannahavn í døgunum 27.- 28. november 2000. Partarnir endurskoðaðu fiskiveiðiavtaluna fyri 2000 og komu ásamt um, at fyri 2001 kunnu føroysk skip fiska 3.400 tons av uppsjóvar kongafiski burt- urav felags Føroyar/Grøn- land NEAFC-kvotuni í Irmingarhavinum ella í grønlendskum sjógvi. Grønlendsk skip kunnu fiska 2000 tons av norð- havssild burturav føroysku strandalanda kvotuni í føroyskum sjógvi ella í altjóða øki. Henda nøgd kann eisini verða fiskað við Jan Mayen, um Noreg og Grønland semjast um tað, og verða avreidd í Føroy- um. Partarnir vóru samdir at halda áfram royndarveiðu í ávikavist grønlendskum og føroyskum sjóøki soleiðis, at føroysk skip kunnu fiska við troli ella línu 150 tons av svartkalva í Vesturgrøn- landi norðanfyri 68 stig N. Eisini kunnu upp til 3 skip í senn fiska við troli ella línu eftir toski, brosmu og stein- bíti í Eysturgrønlandi í upp til 100 fiskidagar tilsam- ans. Hjáveiðan av kalva og svartkalva er sett til 100 tons tilsamans. Ein grønlendskur trolari kann fiska upp til 250 tons av botnfiski í føroyskum sjógvi á uttaru fiskidaga- leiðini. Hjáveiðan av toski og hýsu kann í mesta lagi verða 30% av botnfiska- veiðuni. Eisini kann eitt grønlendskt skip royndar- veiða eftir krabba á ytru fiskidagaleiðini. Grønland fær 300 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Partarnir komu ásamt um, at tað aftur í 2001 skal verða møguligt at býta fiskidagar eftir rækjum á NAFO-økinum, og at um Grønland hevur lodnu eftir í Eysturgrønlandi, so skal tað verða møguligt hjá før- oyskum skipum at keypa burturav hesi. Eisini kunnu føroysk skip fiska 50% av teirra íslendsku lodnukvotu í grønlendskum sjógvi. Eins og undanfarna ár skal tað verða møguligt hjá føroyskum verksmiðjuskip- um at taka ímóti fiski í Grønlandi, um toskafiski- skapurin skuldi byrja aftur, og um grønlendsk virkir ikki fáa tikið ímóti. Partarnir eru samdir um at virka fyri vaksandi fiski- vinnusamstarvi í vinnuni hjá báðum londunum. Partarnir umrøddu sam- starvið í NAFO, NEAFC og í norðurlanda høpi. Eis- ini varð ætlanin um eina trí- landaavtalu millum Føroy- ar-Grønland og Ísland um- rødd, herundir at halda áfram við felags kanning- um av kongafiskinum í Irmingarhavinum. Til Føroya Løgting Viðvíkjandi íbúðartørvinum hjá fólkum, ið hava brek Vaksandi fiskivinnu- samstarv millum Føroyar og Grønland 9. sending, Okkara kokkar Dampkókaður ella stoktur hvítingur við dampkókaðum ella stoktum jákupsskeljum – reyðvínssmør afturvið Hetta skalt tú brúka: 400 gr. av hvítingi 200 gr. av jákupsskeljum 4 dl. av reyðvíni 250 gr. av smøri 1 leyk 2 dl. av róma Salt og pipar Soleiðis gert tú: 1. Loyp ella steik fiskin 2. Sker leykin smátt og koyr hann í grýtu 3. Hita upp og stoyt reyðvínið í. 4. Lat hetta kóka niður í eina helvt – stoyt síðani róman í 5. Rør síðani smørið varisliga í 6. Sósin má hvørki kóka, meðan smørið verður rørt í, ella aftaná. Dampkóka ella steik jákupsskeljarnar og borðreið við rísi ella eplum.