leygardagur 27. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Virksemi Fólka-
floksins skal nú savn-
ast í rúmligum hús-
um í Jónas Broncks-
gøtu í Havn. Flokk-
urin hevur keypt
húsini frá Kommun-
ala Starvs- og Tæn-
astumannafelagnum
HÚSAKEYP
John Johannessen
Í næstum flytir Dagblaðið
og alt annað virksemi hjá
Fólkaflokkinum í egin høli
í Jónas Broncksgøtu í
Havn.
Fólkaflokkurin
hevur
keypt rúmligu húsini hjá
Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelagnum,
og í løtuni verður arbeitt
við at gera húsini klár at
flyta inn í.
Meiningin var annars, at
Fólkaflokkurin
skuldi
byggja hús Uppi í Svanga í
Havn. Í fjør vár varð sett á
at grava út fyri húsunum,
men ætlanin varð slept, tí
fólk mettu, at húsini lógu
ov illa fyri.
Húsini, sum flokkurin
hevur
keypt
í
Jónas
Broncksgøtu, eru rúmlig,
og tí heldur floksleiðslan
tey vera betur egnað, tá
hugsað verður um, at tey
liggja mitt í Havnini.
Steintór Jacobsen, sum
vegna Fólkaflokkin varar
av húsakeypinum, fegnast
um, at flokkurin nú hevur
fingið karmarnar til økt
virksemi. Men hann leggur
dent á, at tað ikki eru høl-
ini, men fólkini í flokkin-
um, sum skapa virksemið.
Fólkaflokkurin keypt hús
Í hesum húsununum í Jónas Broncksgøtu í Havn fer Fólkaflokkurin at halda til í framtíðini
Mynd: Jens Kristian Vang
Tjóðveldisflokkurin
skal um vikuskiftið
hava ársfund um
fólkaatkvøðuna og
onnur mál, sum eru
uppi í tíðini.
Formaðurin roknar
við nógvum
atfinningum um
útgerðarhavnina
ÁRSFUNDUR
John Johannessen
Fólkaatkvøðan stendur sum
høvuðsevni fyri ársfundin,
sum Tjóðveldisflokkurin
um vikuskiftið skal hava í
Suðuroynni.
Men Høgni Hoydal, for-
maður floksins, roknar við,
at handfaring floksins av
málinum um oljuútgerðar-
havnina eisini fer við
drúgvari tíð.
– Meiningin við fundin-
um er at gera støðuna upp í
ymsum málum. Fólk skulu
sleppa at oysa út av posan-
um, tað sum liggur teimum
á hjartað. Og eg ivist ikki í,
at flokkurin fer at fáa nógv
rís um útgerðarhavnina frá
limum sínum úr Suður-
oynni, men hetta er eisini
uppiborið, sigur Høgni
Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum torir kortini ikki
at lova, at skolurnar og
uppskotini frá suðuroying-
um koma at fáa nakrar
beinleiðis avleiðingingar.
Men hann staðfestir kort-
ini, at nakað skal henda.
– Vit skulu halda okkum
til løgtingssamtyktina, ið
sigur, at virksemi skal vera
í útjaðaranum. Og hvat
virksemi, ið skal vera í
Suðuroynni, skal politiski
myndugleikin finna út av í
næstum. Vit hava havt fund
við Suðuroyar Oljuvinnu-
ráð um hetta, og skulu í
næstum hava fund aftur,
sigur Høgni Hoydal.
Sosialurin skilir, at ætl-
anin er, at landsstýrið fer at
krevja av tí útgerðarfelagn-
um, sum fær sáttmála við
oljufeløgini, at tað skal
leggja ein part av virksem-
inum í Suðuroynni, hóast
oljuhavnin verður á Skála-
fjørðinum ella í Havn. Tað
verður ikki hildið vera nóg
mikið, at bert oljuforðing-
arnar vera í Suðuroynni.
Fundurin hjá Tjóðveldis-
flokkinum
skal
eisini
leggja eina linju fyri polit-
ikk floksins í einum fræls-
um Føroyum. Fundurin
byrjaði fríggjakvøldið og
varir til sunnudagin.
Væntar skolur frá
suðuroyingum
Fyri góðari viku
síðani reisti virkið
Injektor Door nýggja
framleiðsluhøll í
Vági.Virkið, ið
framleiðir serstakar
trollemmar, fær við
hesum egin høli og
betri umstøður
ÍDNAÐUR
Dagfinn Olsen
Fríggjadagin varð nýggj
framleiðsluhøll reist á Oyr-
unum í Vági. Tað er ikki á
hvørjum degi, at slík høll
verður reist og serstakliga
ikki í útjaðara øki, sum
hevur ment seg heldur
seinni eftir kreppuna í
90’unum, enn meginøkið.
Fyri okkurt um trimum
árum síðani fór Injektor
Dorr við Helga Larsen á
odda, undir at framleiða
serligar trollemmar. Hesir
eru nú kendir í Føroyum,
og uttan fyri heimliga
marknaðin, fyri sínar dygd-
ir. M.a. eru lemmarnir
orkusparandi, og slíkt er
vælkomið, nú oljuprísirnir
eru høgir.
Injektor Door hevur hild-
ið til í gamla flakavirkin-
um, Polarfrost, har virkið
hevur leigað frá Fiskavirk-
ing. Hølini eru ikki væl
egnað til framleiðslu av
stórum og tungum lutum.
Men á Oyrunum í Vági
er víðkað um plássið og her
stendur nýggja framleiðslu-
høllin hjá Injektor Door.
Hon er um 1000 fermetrar.
Høllin er úr stálsperrum og
skal eisini klæðast við stáli.
Sperrur eru keyptar úr
Danmark, men eisini hava
teir á Injektor Door sjálvur
framleitt.
Injektor Door framleiðir
til heimamarknaðin, men
eisini til útflutnings. Um-
leið 20 fólk arbeiða hjá
Injektor Door.
Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggir virkisbygningar stinga seg upp í útjaðaranum. Nýggj
framleiðsluhøll er reist í Vági. Tað er trollemmavirkið Injektor Door, sum við hesum sleppur úr
leigaðum hølum og í egna høll
Mynd: Dagfinn Olsen
Nýggj framleiðsluhøll reist
Formaður Tjóðveldisfloksin
væntar sær nógvar skolur um
úgerðarhavnina á fundinum í
Øravík um vikuskiftið. Men
hann heldur skolurnar vera
uppibornar
Nr. 19 - 27. januar 2001
7
6
Nr. 19 - 27. januar 2001
Farmarutan, sum
Maersk Air hevur
arbeitt við, verður
helst av ongum
fyribils, tí ov lítil
áhugi er millum
føroyska útflytarar at
brúka hana
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Tað verður helst ikki enn, at
flogið verður regluliga við
fiski úr Føroyum. Til tess er
áhugin í Føroyum ov lítil,
sigur Maersk Air.
Tað var einaferð seinasta
heyst, at tað kom fram, at
Maersk Air hevði ætlanir
um at stovna eina farma-
rutu loftvegis millum Før-
oyar og Danmark.
Hetta er gamal tanki, sum
ofta hevur verið á lofti fyrr.
Onkur roynd hevur eisini
verið gjørd at flyta út
loftvegis, men ongar stór-
vegis nøgdir er tað vorðið
til kortini.
Og smáar nøgdir tykist
júst at vera orsøkin til, at
tað helst heldur ikki hesa-
ferð verður til nakað.
Keld Moesgaard Christ-
ensen,
rutustjóri
hjá
Maersk Air, sigur, ætlanin
fyribils er nakað langt úti í
luftini, tí áhugin úr Føroy-
um er ov lítil
Tað er eingin trupulleiki
at fylla eitt flogfar við
farmi til Føroya. Men tað
ber iki til at flúgva, um ikki
verður fylt í báðar vegir. Og
úr Føroyum fæst ikki nóg
mikið av farmi til at fylla
flogfarið. Tí verður hendan
ætlanin ikki til nakað fyri-
bils.
Óregluligt
Fiskaútflytarar, Sosialurin
hevur tosað við, halda, at
ein orsøk til, at teir ikki
vilja binda seg til nakra
flogfarmarutu er, at til-
feingi er ov óregluligt.
Tað er soleiðis, sigur Pet-
ur Mohr, virkisleiðari á
Norðís á Eiði, sigur, at har á
virkinum hava tey arbeitt
miðvíst við ætlanum um at
flyta út við flogfari. Men
tað vóru ov nóv ivamál til,
at til bar at binda seg til
nakað.
Hann sigur, at eingin
hevur í grundini ráð at ar-
beiða upp á sikt. Og tá
tosað verður um flogfrakt,
verður beinanveg spurt,
hvussu nógv tú kanst lata
hvørja ferð. Og tá skal ein
helst binda seg til eina fasta
nøgd í longri tíð.
Men soleiðis ber illa til at
arbeiða við fiski her hjá
okkum. Tað eru í stóran
mun veður og streymur,
sum avgera, nær fiskur er at
fáa til virkini. Verður hin-
vegin arbeitt til at frysta, fer
tað sjálvandi av landinum
við skipi, tí tað er nógv bí-
ligari flutningur.
Annars hevur tað altíð
verið, og fer helst eisini at
verða so, at virkini loypa í
millum ymsu framleiðsl-
urnar, alt eftir hvat loysir
seg best í løtuni.
Og tá so er, verður fram-
leiðslan eisini har eftir og
ov óstøðug til eina fasta
flogrutu.
Ov bíligur fiskur
Leivur Michelsen á Føroya
Fiskavirking heldur, at tað
loysir seg ikki at flyta fisk
loftvegis úr Føroyum, tí
meginparturin av tí, vit
vanliga flyta út, er ov bílig
vøra.
Upsan fæst stutt sagt ov
lítið fyri, til at tað kann
løna seg at flyta hann við
flogfari. Nøgdirnar kundu
annars fylt eitt flogfar.
Og so er tað hýsan. Hana
hava tey á Fiskavirking
roynt at flogið til Bretlands
eina tíð herfyri. Men har
vóru rættiliga nógvir tvør-
leikar á vegnum, so tað datt
bara burtur aftur. Heldur
ikki her var talan um tær
stóru nøgdirnar. Vanliga var
tað við Atlantsflogi til
Glasgow, flogið varð, og tá
var tað bara við tí, sum
annars slapp í lastarúmið á
ferðafólkaflogfarinum.
Og hóast hýsan er væl
dýrari fiskur enn upsi, er
hon eisini so mikið dýr at
keypa inn til virkið, at ov
lítið verður eftir til, at tað
kann løna seg, um hon skal
flytast loftvegis.
Vit mangla nøkur av
teimum heilt dýru fiska-
sløgunum, sum bara verða
seld í smáum nøgdum, um
vit skulu fáa eina flog-
farmarutu at bera seg, held-
ur Leivur Michelsen. Onkr-
an tunfisk ella annað ek-
sotiskt, øgiliga dýrt fiska-
slag.
Kanska kundi talan verið
um hummara og havtasku-
sporl og tílikt, sigur hann.
Men vísir samstundis á, at
sjóvegis flutningurin er so
mikið álítandi, at tað heldur
verður valt at senda tann
vegin, tá tað bara verður av-
skipað einaferð um vikuna
kortini.
Ov stuttur vøllur
Og Kaj Leo Johannesen,
stjóri á sølufelagnum Fa-
rex, er samdur við Leivi
Michelsen. Men hann legg-
ur aftrat, at vit eru ikki nóg
væl útgjørd við flogvølli til
at fara undir regluligan
flogfarmaflutning.
Hann er samdur við teim-
um, sum halda, at vanligu
fiskasløgini, vit flyta út, eru
ov bílig til at ferðast so fínt
sum við flogfari. Hann
vendir aftur til hummaran
og havtaskuna, sum kanska
kunnu náa slíkum prísum,
at tað ber seg at flyta smáar
nøgdir út.
Men annars heldur hann
ikki, at vit eru útgjørd við
flogvølli, sum klárar at
røkja eina regluliga flog-
farmarutu við fiski úr
Føroyum.
Flogvøllurin, vit hava, er
ov stuttur. Tí noyðast vit at
brúka smá flogfør, Og tey
taka bara so mikið smáar
nøgdir, at tað ber seg ikki.
So fyribils sær altso út til,
halda bæði flogfelagið og
fiskaútflytararnir, at ein
flogfarmaruta millum Før-
oyar og Danmark fer at
bíða.
Fyrsta mars eru 30 ár
liðin, síðan Maersk
Air, sum partur av
Danair, byrjaði at
flúgva til Føroya. Í tí
sambandi fer Maersk
Air at bjóða ferða-
seðlar fyri sama prís,
sum tá vóru galdandi
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Maersk Air fer í vár at selja
ferðaseðlar fyri sama prís,
sum galdandi var á rutuni
millum Føroyar og Dan-
mark fyri 30 árum síðan.
Í samband við, at tað eru
liðin 30 ár, síðan Maersk
Air kom upp í rutuflúgv-
ingina til Føroya, fer fe-
lagið undir eitt átak, har
prísirnir aftur fara at lækka.
Maersk Air hevur umsókn
liggjandi hjá Vinnumála-
stýrinum um at sleppa at
geva hesi tilboðini til ferða-
fólkini.
Keld Moesgaard Christ-
ensen,
rutustjóri
hjá
Maersk Air,
sigur,
at
felagið hevur góðar royndir
av tilboðsferðunum, felagið
seldi á rutunum millum
Føroyar og Danmark í fjør.
Samlaða ferðafólkatalið hjá
felagnum vaks við næstan
10.000 fólkum. Og tað gav
felagnum eitt yvirskot á
Føroyarutuni, sigur hann.
So tað er við góðum
treysti, at farið verður undir
aftur eitt nýtt átak í ár. Júst
nær átakið byrjar, verður
ikki sagt, tí enn verður bíð-
að eftir loyvi frá mynd-
ugleikunum til at fara undir
átakið. Men Keld Moes-
gaard Christensen væntar,
at tað bara verður ein av-
greiðsluspurningur,
sum
hann tekur til.
Føroyska manning
Rutustjórin hjá Maersk Air
sigur, at felagið fegið vil
hava føroyska manning at
flúgva við flogførunum hjá
Maersk Air. Bæði á Før-
oyarutunum og eisini aðra-
staðni.
Søkt hevur verið eftir
fólki í Føroyum, sigur Keld
Moesgaard Christensen.
Hann sigur, at ætlanin er
at fáa føroyingar í starv
bæði sum kabinustarvsfólk
og sum flogskiparar.
Fólkini fáa møguleika at
sleppa í skúla og fáa út-
búgving bæði sum flogtern-
ur og flogskiparar.
Keld Moesgaard Christ-
ensen dylur ikki fyri, at
umdømið hjá Maersk Air
eina tíð var fallandi í Før-
oyum, og tað, at teir nú fara
at seta føroyingar í starv, er
ein liður í ætlanunum um at
koma nærri føroysku ferða-
fólkunum.
Hann ásannar eisini, at
Maersk Air eina tíð helst
gjørdi í so skjótt av við at
avlýsa túrar til Føroya, tí
flogførini skuldu brúkast
aðrastaðni.
– Tann tíðin er farin, sig-
ur rutustjórin hjá Maersk
Air. Tað kann sjálvandi
henda, at flogfarið ikki fær
sett seg. Men so verður bíð-
að eftir betri líkindum. Av-
lýsingarnar fara ikki at
veðra, sum tær onkuntíð
vóru fyrr, sigur Keld Moes-
gaard Christensen.
Farmarutan í leysum lofti
Nýggj tilboð frá Maersk Air
Hóast prísirnir verða teir
somu sum fyri 30 árum
síðani, verða tað heilt onnur
flogfør enn tá, sum
føroyingar sleppa at flúgva
við
Farmarutan, sum Maersk Air arbeiddi við, tykist ikki gerast til nakað, tí ongin áhugi er fyri
henni í Føroyum
Mynd: Edvard Joensen
Útsøla - Útsøla
Allar útsøluvørur÷50%
Útsølan byrjar 29. januar kl. 900
Hesi stell selja vit út:
Pasadena · Cheyenne · Florens ÷50%
Hesi stell eru útgingin:
Green Park · Nanking
÷50%
Hesi bestikk selja vit út:
Hansiatic · Provence
Campus · Torpa
÷50%