hósdagur 24. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 38 - 24. februar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 38 - 24. februar 2000
ORÐ: HØGNI MOHR
OG DÁNJAL HØJGAARD
MYNDIR:JENS KR. VANG
Fyri einum ári síðani bjarg-
aðu teir 1.000 tonsum av mati
á Rækjuvirkinum á Oyri.
Høvuðs el-talvan á frysti-
goymsluni brendi saman, og
í fýra samdøgur arbeiddu all-
ir mans dag og nátt við, at
projektera, byggja og seta
upp eina nýggja el-talvu á
Rækjuvirkinum.
Hetta er eitt gott dømi um
virksemið á El-Talvuvirk-
inum í Norðragøtu. Hóast
menninir hava ymiska út-
búgving og til dagligt røkja
Teljiverk, mátari
Ljóssikringar
Transformator-
ramma
Teldustýring og
stýring til dieselmotor
(neyðveiting)
í skipanini
Transformator-
avbrótari
Nýtslumátari,
úr- og íkobling
Sikringar til
alla skipanina
3-fasað løðing
Seta stikkið í
EL-VINNA. Teir eru nøgdir við at eiga bróðurpartin av føroyska marknaðinum, men halda seg vera ov smáar til tann
útlendska. El-Talvuvirkið í Norðragøtu hevur fingið fleiri elektrisk bein at standa á, og ger seg nú út til oljuvinnuna
ymiskar uppgávur, so kunnu
teir í eini knappari vend
ganga saman í eitt dynamiskt
team, sum megnar at loysa
stórar og átrokandi uppgávur.
Sum til dømis at byggja
eina stóra og krevjandi el-
talvu. Ella at gera eina størri
umvæling av elektrisku skip-
anini umborð á einum fiski-
skipi, har umráðandi er, at
skipið sleppur til fiskiskap
sum skjótast.
— Okkara stóri fyrimunur
er, at vit eru so fleksiblir. Vit
hava ikki tey vanligu fak-
mørkini, sigur stjórin á El-
Talvuvirkinum í Norðragøtu,
Eyðun Hansen.
-Allir menninir eru førir
fyri at arbeiða við el-talvum.
Og tá ið ein uppgáva sum hon
á Rækjuvirkinum stingur seg
upp, eru boð eftir øllum
monnum, sigur hann.
Kreppan kravdi nýhugsan
Tað eru 17 ár síðani El-talvu-
virkið lat upp í kjallaranum
hjá Eyðuni Hansen í Norðra-
gøtu. Endamálið var – sum
navnið sigur – at byggja el-
talvur; fyrst og fremst til før-
oyska marknaðin.
Og í 80-unum gjørdi virkið
einki annað uttan el-talvur.
Byggivirksemið í landin-
um blómaði og eftirspurning-
ur eftir el-talvunum úr
Norðragøtu var stórur til
bæði til nýggj skip, virkir og
bygningar. Eitt skifti í 80-
unum vóru tey eini 17 fólk á
virkinum, sum hevði ein um-
setning upp á átta milliónir
krónur. Nógv tær flestu el-
talvurnar í Føroyum vóru
bygdar í Gøtu.
Men so kom kreppan.
Starvsfólkatalið minkaði
niður í einki og sølan reyk í
botn. Tískil varð neyðugt at
finna upp á okkurt nýtt aftur
at el-talvunum. Fyritøkan
mátti finna sær nýggj bein at
standa á.
Fjøltáttað virksemið
Í dag er virksemið á El-talvu-
virkinum næstan líka stórt
sum í teimum góðu 80-unum,
og starvsfólkatalið er nærum
tað sama. Men inntøkurnar
koma í stóran mun frá øðrum
virksemi enn el-talvum.
Afturat sjálvum el-talvu-
verkstaðnum er komin ein
elektromekaniskur verkstað-
ur. Harafturat hevur fyritøkan
í dag nógv el-arbeiði umborð
á skipunum, og dagliga virk-
semi fer í stóran mun fram
uttanfyri sjálvt virkið.
Hendan dagin, Sosialurin
var á vitjan, vóru níggju av
teimum 16 starvsfólkunum til
arbeiðis kring landið. Nakrir
vóru í Vestmanna og um-
vældu pumpuskipanini á ein-
um alibáti. Nakrir vóru um-
borð á einum fiskiskipini í
Havn og monteraðu ein gen-
Stigtakarin…
44 ára gamli Eyðun Hansen úr Norðagøtu er stjóri í El-
Talvuvirkinum í bygdini. Tað var hann, sum í 1983 tók
stig til, at byggja stórar el-talvur til skip, virki og al-
mennar bygningar í Føroyum. Hugskotið fekk hann
meðan hann arbeiddi sum skipselektrikari á skipasmiðj-
uni á Skála. Eyðun sá, at tað var einki til hindurs fyri, at
føroyingar sjálvir bygdu tær stóru el-talvurnar, sum
vórðu fluttar inn til landið í stórum tali.
Eyðun Hansen var eitt skifti í Norra og nam sær
royndir á einum virki, sum bygdi el-talvur. Hann fekk
sær útbúgving sum el-installatørur í Danmark, og í 1983
byrjaði hann einsamallur El-Talvuvirkið í einum kjallara
í Norðagøtu.
…og skápið
Ein av teimum átjanhundrað el-talvunum, ið virkið hevur
framleitt. Hetta er ein neyðstreymstalva.
Er streymurin burtur, syrgir talvan fyri, at dieselmotorur
koblar til.
Skápið er eldvart millum øll rúmini.
Tekning, projektering, framleiðsla, uppseting og roynd
krevur tilsamans einar fýrs arbeiðstímar.
El-Talvuvirkið í Norðra-
gøtu er farið í holt við at
fyrireika seg til eina
møguliga oljuvinnu.
Higartil hevur virkið
kunna dúva upp á sítt navn
í Føroyum. Men hetta
verður ikki nóg mikið, um
virkið skal gera seg gald-
andi í eini altjóða oljuvinnu.
Tískil arbeiðir virkið fram
ímóti, at tað skal vera ISO
9000 góðkent áðrenn hetta
árið er umliðið.
Altjóða góðskustemplið er
ein avgjørd fortreyt fyri, at
kunna at vera við í oljuvinn-
uni, sigur Eyðun Hansen,
stjóri.
— Oljufeløgini seta ISO
9000 sum krav, sigur Eyðun
Hansen, stjóri, sum heldur, at
virkið í Norðragøtu skuldi
havt góðar fortreytir fyri, at
klára seg í oljuvinnuni.
Virkið hevur drúgvar royndir
frá el-arbeiði umborð á
skipum, og hetta skuldi
komið virkinum til góðar í
eini komandi oljuvinnu,
heldur hann.
Eyðun Hansen dugir ikki
reiðiliga at siga, hvussu fram-
tíðin hjá virkinum fer at laga
seg, um oljan kemur. Men
hann ivast ikki í, at hon kann
út, at hann hevur ongar
ambitiónir um at gerast
stjóri í eini velduga stór-
ari fyritøku.
— Vit hava ikki visjónir
um at blíva nógv størri
enn vit eru í dag, sigur
stjórin.
Oljan krevur blástempul
El-Talvuvirkið miðar eftir at fyritøkan fær altjóða góðskustemplið ISO 9000 í ár.
El-Talvuvirkið hevur bygt
1800 talvur síðani virkið
byrjaði í 1983. Virkið ar-
beiðir saman við el-install-
atørum og el-deildum á
skipasmiðjum og verkstøð-
um, sum framleiða maskin-
ur til fiskavirki og skip. 16
fólk arbeiða á virkinum -
el-installatørar,
elektro-
teknikarar, skipselektrikar-
ar, elektrikarasveinar og
elektrikaralærlingar,
goymslumaður og skriv-
stovufólk. Arbeitt verður á
trimum høvuðsøkjum:
• El-talvuverkstaður
í
Gøtu:
Tekna og byggja stórar
eltalvur til skip, virkir og
Fleiri bein
stovnar. Líka frá frá
krafttalvum, stýristalv-
um og automatikktalv-
um til alarm- og eftirlits-
skipanir.
• Elektromekaniskur
verkstaður í Gøtu:
Vikla, umvæla og halda
viðlíka generatorar, el-
motorar og transformat-
orar.
• Tænastur:
Installera og halda við-
líka el-installatiónir um-
borð á skipum, so sum
generatoranlegg, el-talv-
ur, automatikkskipanir,
køli- og frystiannlegg og
brandávaringar.
Gamli generatorin á nátaskipinum, Mai, futtaði av. Tí er
Tórhallur Hansen á El-Talvuvirkinum komin upp í leikin.
— Koparvindingarnar fóru, og tað slær ímillum og yvir í
stell, sigur abbin á el-talvuvirkinum. Generatorurin verður
kolldømdur, og teir fara at seta nýggjan í.
gerast ein rimmar avbjóðing
fyri føroyskar el-fyritøkur.
Tørvurin hjá oljufeløgun-
um á el-arbeiði kann gerast
so stórur, at tað kanska verð-
ur neyðugt at spesialisera seg
meira. Eisini er hugsandi, at
uppgávur fara at krevja so
nógv fakfólk, t.d. elektrik-
arar, at neyðugt verður við
samstarvi millum føroysku
fyritøkurnar.
Men hóast gøtumenn fyri-
reika seg til komandi avbjóð-
ingar, so hava teir eftir øllum
at døma ikki fingið dollartek-
in í eyguni.
Eyðun Hansen sigur bart
erator, og onkur var umborð
á einum línubáti í Norðragøtu
og arbeiddi uppá ein genera-
tor.
Í dag standa el-talvurnar
bert fyri helvtini av umsetn-
inginum hjá El-Talvuvirkin-
um. Spesialiseringin hevur
verið noydd at víkt fyri sunn-
um handilsskapi, tí grundar-
lag er ikki longur fyri at fram-
leiða el-talvur burturav.
— El-talvurnar eru sera
svingandi, og tað er ikki
grundarlag fyri somu fram-
leiðslu sum í 80-ununum, tí
tað er slett ikki sama byggi-
virksemi í dag, sigur Eyðun
Hansen.
Drúgvar royndir
Sambært Eyðuni Hansen ger
El-Talvuvirkið meginpartin
av teimum nýggju el-talvun-
um, sum vera gjørdar til skip,
virki og almennar bygningar
í Føroyum. Seytjan ára
drúgvu royndirnar koma
virkinum í Gøtu til góðar, tá
ið arbeiði verða boðin út her
á landi, sigur stjórin.
— Viðurskiftini í Føroyum
eru smá, og teir sum brúka
okkum vita hvat vit standa
fyri. Vit hava fingið ein øgi-
liga stóran serkunnleika í at
byggja el-talvur, sigur Eyðun
Hansen, sum leggur dent á,
at El-Talvuvirkið í flestu før-
um er kappingarført í prísi.
Sambært stjóranum er tað
ein stórur fyrimunur, at el-
talvurnar verða bygdar í Før-
oyum. Tað er lættari at koma
aftur um aftur við broyting-
um og tillagingum, tá ið ar-
beiði er gjørt í landinum.
— Hitt er bara ein kassi,
sum kemur úr útlondum. Tað
er einki annað, sigur stjórin,
sum ásannar, at føroyingar
eisini velja føroysku serfrøð-
ina – júst tí at hon er føroysk.
Eingin útflutningur
Hinvegin er einki sum bendir
á, at gøtumenn sjálvir fara út
á teir útlendsku marknaðirnar
at selja føroysku el-talvurnar.
-Vit dúva fyrst og fremst
uppá at røkja føroyska
marknaðin, sigur Eyðun
Hansen, sum sær fleiri forð-
ingar fyri útflutningi.
— Av tí at føroyski markn-
aðurin er so lítil megna vit
ikki at spesialisera okkum so
væl, sigur stjórin, og vísir á,
at skal El-Talvuvirkið byggja
el-talvur til útflutnings, má
virkið vera ført fyri, at hóp-
framleiða talvur. Og fram-
leiðslan hjá virkinum í
Norðragøtu hevur higartil
verið grundað á smáar ordrar
og stakar loysnir.
— Vit kundu ivaleyst hóp-
framleitt til útflutnings. Men
tað er ikki lætt at koma inn á
útlendsku marknaðirnar, tí vit
eru í einum øðrum landi enn
tann
projekterandi.
Teir
hugsa á sama hátt sum vit: at
fyritøkurnar, ið gera arbeiði
helst skulu vera lokalar.
Ikki tí.
El-Talvuvirkið í Norðra-
gøtu hevur útflutt nakað av
el-talvum tey seytjan árini
virkið hevur verið í eldinum.
Gøtumenn hava bygt el-
talvur fyri eitt virki í Noregi,
tá ið norska virkið ikki hevur
havt orku at framleitt allar el-
talvurnar sjálvt.
— Hetta er einasti mátin
at sleppa út á marknaðin.
Annars skulu vit sjálvir í
holtur við at byggja upp eina
marknaðarføring, og tað
kostar nógvar pengar, sigur
Eyðun Hansen.
Grafikkur: Elisabeth Ovenberg
— Skipini eru lívsæðrin í
okkara virki, sigur Eyðun
Hansen, stjóri í El-
Talvuvirkinum í Norðragøtu