týsdagur 8. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
19
Injektor við Jan
Allan Müller á odda
hevur í umleið eitt
ár arbeitt við at
menna eina nýggja,
orkusparandi
skrúvu, og fyribils
kanningar vísa, at
henda kannn spara
skipunum úr 10%
og uppeftir av olju
OLJUSPARING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sosialurin og Rás2
Injektor er annað enn bara
trollemmar. Fyritøkan hev
ur í umleið eitt ár arbeitt
við at menna eina nýggja
skipsskrúvu, sum ætlandi
skal verða oljusparandi fyri
skipini.
Skrúvan er baserað upp
á somu prinsippir sum
lemmarnir. Ætlanin er at
geva skrúvuni fleiri snúning
ar, uttan harvið at økja um
oljunýtsluna. Hetta skal ger
ast á tann hátt, at tú fær
gjøgnumstreym
gjøgnum
skrúvuna, har tú hevur eina
øking av vatnferðini soleið
is, at tá vatnið kemur út úr
skrúvuni, ger tað eitt trýst
mótsettan veg, sigur Jan
Allan Müller.
Saman um tikið verður
talan um eina effektivari
skrúvu og eina orkusparing.
Ætlanin er komin so mikið
áleiðis, at skalaroyndir nú
verða gjørdar í muninum
1:1 til testingar.
Vit hava testað á telduni
og hjá granskingarstovum í
Danmark, men vit skulu eis
ini gera royndir við skrúvuni
í veruligari stødd, sigur Jan
Allan Müller.
Hann sigur, at vinnan
sjálvandi er áhugað, tá tað
snýr seg um oljusparing.
Skrúvan sær sjálvandi
øðrvísi út enn vanligar
skrúvur. Tað gjørdu lemm
arnir eisini í sínari tíð. Tá
var eisini nakað av skepsis,
tí teir sóu heldur undarligir
út, øðrvísi enn vanligt. Men
tað hevur man vant seg við
nú, sigur stjórin í Injektor.
Tølini higartil vísa eina
sparing upp á 10% og upp
eftir. Nágreiniliga hvussu
stór sparingin verður er ilt
at siga, men í hvussu er
10% og meira.
Vit arbeiða í løtuni við
at fáa avtalu í lag um at
testa skrúvuna í einum
skipi. Ein av íleggjarunum í
Injektor er eitt kemikalie
og tangareiðarí, sum hevur
eini 89 skip, so tað hevði
verið náttúrligt, um tað
verður eitt av hansara skip
um, sum testar skrúvuna,
sigur Jan Allan Müller.
20% sparing
Jan Allan Müller greiddi í
klimaráðstevnuni frá, at
lemmarnir eru bæði orku
sparandi og umhvørvisvin
arligir, tí teir ganga ikki so
nær botninum, sum aðrir
lemmar.
Hetta er baserað á hag
tøl. Í mun til traditionellar
lemmar, sum man nýtti fyrr,
er
oljusparingin
umleið
20%, lemmarnir ganga eis
ini leysari av botninum, enn
aðrir lemmar gera. Tað vísir
kanadiska kanningin eisini,
sigur Jan Allan Müller.
Kanningin, hann sipar til,
er ein frágreiðing, sum
kanadiska
fiskimálaráðið
hevur latið gjørt. Fiskað
varð í NAFOøki eftir rækj
um, og við Injektor lemm
um nýttu teir 20 skógvar
eftir 70 døgum, meðan teir
við øðrum lemmum nýttu
150 skógvar eftir somu tíð.
Tað svarar til 7,5 ferðir so
nógv.
Tað gav reiðarínum eina
sparing upp á 30.000 kanad
iskar dollarar, umframt eina
oljusparing upp á 20%, sig
ur stjórin í Injektor.
Føroyska fyritøkan er før
andi
á
norðuratlantiska
marknaðinum, og teir eru
eisini komnir inn á markn
aðirnar í Kanada, Alaska,
Russlandi og aðrastaðni.
Tað sær gott út. Tíðirnar
eru sjálvandi ikki tær bestu,
og oljuprísirnir eru høgir,
og tí er tað rættiliga aktuelt
við framleiðslum, sum eru
oljusparandi. Men man er
ikki so tyngdur á fjarmarkn
aðinum, sum man er her. Í
Russlandi, Suðurkorea og
Suðuramerika eru lønirnar
til manningina munandi
lægri, og tað vigar upp móti
høgu oljuprísunum, vísir
Jan Allan Müller á.
Endurnýggja seg
Tað finnast eisini aðrir fram
leiðarar av orkusparandi
lemmunum, men tað heldur
Jan Allan Müller bara er
gott.
Tað er gott fyri skipini
og umhvørvið og brúkarar
nar. Men munurin millum
okkum og kappingarneytarn
ar er, at vit rímiliga ofta
fornýggja
okkara
fram
leiðslur. Nú hava vit í tvey
ár havt eina framleiðslu,
sum nevnist Skorpión, og
hon hevur víst seg at virka
væl. Men vit fara kortni at
koma við einari nýggjari
framleiðslu í heyst, sum er
ein betran av teimum lemm
um, vit hava í dag. Vit royna
alla tíðina at vera framman
fyri okkara kappingarneytar
í góðsku, tí tað er ikki altíð
tað er rætt, at kappast í prísi,
sigur Jan Allan Müller.
Stjórin í Injektor metir, at
góðir 300 trolarar í dag nýta
lemmar frá fyritøkuni, men
tað er kortini bara ein dropi
í havinum í mun til, hvat
potensialið er.
Tað finnast í dag einir
11.000 trolarar, harav einir
6.500 eru pelagiskir trolarar.
Teir eftirverandi 4.500 eru
sostatt
botntrolarar.
Ein
stórur partur av hesum eru í
Asia, Suðurkorea og Suður
amerika, sigur Jan Allan
Müller.
Hetta er eisini ein av
orsøkunum til, at fyritøkan,
umframt at framleiða lemm
ar í Vági í samstarvi við
SP/F Rock, eisini hevur
framleiðsluvirkir í Litavia
og Kina.
Góðskan er kortini
standard fyri allar lemmar,
vit framleiða. Fyrimunurin
er styttri og bíligari frakt á
asiatiska
marknaðin
úr
Kina, sigur Jan Allan Müll
er, stjóri í Injektor.
Menna nýggja orku
sparandi skrúvu
Jan Allan Müller avdúkaði eina nýggja verkætlan á klimaráðstevnuni í dag. Felagið er í ferð við
at menna eina nýggja, oljusparandi skrúvu, sum eftir ætlan skal setast í framleiðslu í august 2009
Mynd: Jens Kristian Vang
Soleiðis sær nýggja skrúvan hjá Injektor út