Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

virdur og ein læknaknívur, ein grótsmiður líka nógv virdur sum ein tónleika- smiður. Samfelagsvirðini verða javnt lutað sundur til tann einstaka samfelagsborgar- an. Øll eru felags um virð- ini, tilfeingið, og øll eiga samfelastólini. Listilærd ríkmenni finn- ast als ikki, tað er eingin gróðrarbotnur fyri slíkum í samfelag okkara. Tann andaliga heildin er í øllum samfelagnum, lut- tekur í øllum virkseminum og ávirkar hvørja løtu hesar mongu milliónirnar av samfelagsborgarum at verja tey smæsu klípini. Ein sera einføld samfel- agsskipan, ið als ikki ber brá av sjálvsøkni, eginvild og heiðursgirnd. Abbi takkaði hesum gamla manninum fyri gestablídni og fyri hesa frálíku frágreiðing um hetta gátuføra, andaliga ríka og hetta fullkomna tænara samfelag, ið ljóðaði at vera tað fullkomna samfelagið. Síðan leitaði abbi sær heim aftur«. Súsanna vaknaði og goymdi hendan dreymin væl og virðiliga í hjarta sínum, og nú mong harrans ár seinni, meðan vit sita so fjálgt her inni í hesi vesælu kroysu, greiðir Súsanna mær frá hesum dreymi og ynskti, at hesin dreymurin gjørdist veruleikin! At okkara samfelag bleiv grundað á ein slíkan hátt, at júst tey smáu, neyðarsligu klípuni máttu verða vard, júst hesi klípi, ið vóru við at stuðla øllum garðinum! Eg takkaði fyri hugnaliga samveru og ynskti Súsonnu gleðilig jól og leitaði mær út aftur í marglætissamfelagið. Gleðilig jól! Denne dagen før lille jule- aften tenker jeg på ommu- beiggi. Jeg minnes den ekstrastore oppmerksom- het den dag han fyller 100 år. Slekt, naboer og presse er samlet i hans hus. Ommubeiggi har knapt tid til dem. Det meste av dagen er han travelt be- skjeftiget med tungt gravearbeide i sin have. Arbeidet må gjøres ferdig. Gjestene må vente. Ende- lig kommer han inn, og setter seg. Vel tilfreds med sitt strev. En journalist spør hvar årsaken kan være til at 100-åringen holder seg så frisk og sterk. Ommubeiggi ser skjelmsk ertende på ham. Med et blink i øyet sier han. – Jeg fikk vite at det er farlig og livssvekkende å røke. Så da jeg var 99 holdt jeg opp. Og la pipene vekk. Det er nok derfor jeg i fin form er blitt så gammel. Det er sant, og det er ikke sant. Sant er at han legger pipene bort på sin niognittiende fødselsdag. Men dagen etter tar han dem frem igjen. Nei. Ommubeiggi slutter ikke å røke. Fra sitt femtende år til sitt livs avslutning stap- per han med samme inder- lige fryd sine velsignede piper. Alltid med den sterkeste tobak som fantes å oppdrive. 105 år ble han. Hver dag til livets siste dag går han flere kilometer til byen for å kjøpe sine to livsnød- vendigheter. Tobakken og lokalavisen. Avisen leser han uten briller. Og hans hørsel er inntil døden like god som de unges. Ikke en eneste time i sitt lange og slitsomme bondeliv er ommubeiggi syk. Julen hos ommubeiggi. Julen i morfars gård på den svenske side av grens- en. Julen i farmors kjøp- mannshus. Julen i mine foreldres to værelses lei- lighet i byen ved Oslo- fjorden. Alle følger de den samme tradisjon. I god tid før julen ringes inn er det samling rundt stuebordet. Her laves all julepynt. Til treet. Til stue og kjøkken. Også de fleste julegaver er hjemmelavede. De sjeldne kjøpegaver er oftest hårdt tiltrengt klesfornyelse. Annet er det ikke råd til. Av min barndoms jule- forberedelser er det skogs- turene jeg elsker høyest. I streng vinterkulde vad- ende og kavende i meter- høy sne til vi finner den helt riktige julegran. Med sag og øks felles treet, og bringes hjem på vår med- bragte kjelke. Tidlig på barndommes juleaftener inntreffer det jeg avskyr. På kjøkkenet. Nær ved den rødglødende svartovnen står den store sinkbaljen full av såpe- skummende vann. I den plasseres jeg. Jeg skrubbes skinnende ren. Jeg tørkes. Håret finkjemmes. Jeg får på mine beste klær. Pen- klær betyr at jeg må være rolig og lydig så jeg ikke skitner dem til. Juleaftens eftermiddag- er overværer små og store gudstjenesten i sogne- kirken. Uforglemmelig er kirkefarten i morfars bygd. Fra hans gård og gårdene omkring kommer hester og sleder med alt kirkefolket. Det klinger feststemt fra hundrede dombjeller. Mellom trær- ne skimtes lysene fra alle sledelyktene. Til sist. Det glade øye- blikk da døren til stuen åpnes. Jeg ser det storslått pyntede juletre stråle i skjæeret fra utallige lev- ende lys. Pakker ligger ved treets fot. Julemiddagen er klar. Svineribben og sur- kålet. Og fars hjemme- bryggede øl med den gode smaken. I dag er juletre, pynt og julegaver handelsvarer. Sinkbaljen er erstattet av badekaret. Den rødglød- ende komfyr er byttet ut med elektriske kokeplater. Svineribben er avløst av rastkjøtt. Uten stekeovns- duften fra det raste lammelår er julen ingen jul. I 38 år har rastkjøtt, akvavitt og mørkt øl vært et glitrende høydepunkt i min jul. Ikke alt er annerledes. I dag som i mine barneår er julen først og sist de glade, forventningsfulle barn. I denne jul er min glede å se min barndoms julefryd gjenspeilet i nye barns øyne. Denne dag før lille jule- aften møter jeg en flokk barn på veien. De stanser meg. De forteller at de snart skal ha julefest. En av de minste smiler skøyeraktig innsmigrende. – Vil du være vår jule- nisse? – Jeg. Hvorfor meg? – Du ligner en nisse! God jul til alle Færøy- enes barn. Og til alle som holder av dem. Om ommubeiggi, om barndommens juler, og om en nisse SØGA Sólmundur Joensen Sat aftur í hesari kroysuni, sum eg so ofta hevði sitið í áður. Uttanfyri var stormur og kavarok, eitt ósvivaligt veður, men inni í kroysuni var fjálgt, og her andaði av friði og gleði. Innandura valdaði kærleiki og vina- lag. Tann sanni huffarsligi og rætti jóladámurin lá og hvíldi yvir hesari vesælu kroysu, ið ongin gav stórvegis ans. Borgirnar runt um fingu kroysuna at síggja so lítla og skrivis- liga út. Tað varð sagt, at eingin, sum hevði virðing fyri sær sjálvum, kundi geva hesari vesælu kroysu ans. Jú so sanniliga var her altíð sera hugnaligt at sita, her valdaði friður, og tað var eins og inn higar náddi ikki ófriðurin, ei heldur íspegilsgaldranirnar. Nú sat Súsanna einsa- møll við eldstaðin, elli- gomul, men tó andsfrísk, og ein sælur friður lá yvir enni hennara. Hon tosaði um gamlar dagar, tá ið hon og bróður hennara Jákup saman við foreldrunum búleikaðust í hesari smáttuni. Greiddi mær frá teim fáu jólagáv- unum, ið tey høvdu fingið, og sum tey høvdu sett á skrínið í kamarinum. Jólaaftanskvøld fóru tey til songar, og brátt lógu tey í fasta svøvni, og yvir enni teirra lýsti friðurin. Meðan ketilin sjóðaði so hugnaliga á eldstaðnum, greiddi Súsanna mær frá einum vøkrum dreymi, ið hon hevði havt fyri mong- um árum síðani, og sum hon ikki hevði grett um áður fyri nøkrum. Her vil eg, so gott sum eg kann minnast, endur- geva dreymin. Súsanna droymdi, at abbi hennara, ið fyri mongum Harrans árum síðan var farin heim í teir ævigu bústaðirnar, var komin til hennara í dreymi. Abbin greiddi Súsonnu frá einum samfelag, ið hann, sum ungur, hevði vitjað, og sum hann fegin vildi greiða henni frá. Abbin greiddi so livandi frá: »Deyðamóður og útlúgv- aður kom eg til hetta fyri mær fremmanda land. Her var so avbæra vakurt. Reinleikin skein innar í hvørt skýmaskot. Fólkini vóru so vinarlig, glað og nøgd, og ein kendi seg sum heima alt fyri eitt. Kom á tal við ein gaml- an mann, ið stóð í miðjum urtagarði og lúkaði ókrút burtur. Tað sást á honum, at hann livdi seg inn í hendan fagra blómuheim. Hetta gav honum nakað, ið jagstrað menniskju ikki kenna. Hesin friðurin, ið lýsti av enni hansara. Vit heilsaðust, og hann beyð mær innar. Hann byrjaði alt fyri eitt at greiða mær við livandi og innilgum orðum frá hesum samfelag, ið eg var komin til. Hetta er ikki eitt samfel- ag í vanligari týðing. Sum tú óivað longu hevur lagt til merkis, eru menniskjuni her sera ymisk, bæði í út- sjónd og atburði. Fyri mær at hoyra, tosa tey ymisk tungumál. Men hetta hugsa vit als ikki um til dagligt. Vit hugsa ann- arleiðis. Vit skilja hvønn annan. Hetta er júst tað gátuføra við hesum samfelagnum, og hetta er júst grundstøði undir hesum samfelag. Ein samfelagsskipan, ið als ikki kann sammetast við tykkara sokallaðu humanistisku- og ment- unarligu skipan. Tykkara skipan er bygd á tað materialistiska. Tykkara mentan er sera sjálvsøkin og kemur ongantíð at gagna heildini. Okkara skipan hevði als ikki hóska til tykkara materialistiska heim. Í tykkara samfelag ræður ein evnismentan. Her hjá okkum verður tann anda- liga, vísdómsins mentanin sett í hásæti. Hjá tykkum verður mentanin antin nýtt sum heiðursmentan- manna- dyrkan, meðan her hjá okkum er mentanin við í øllum virki okkara, er ein livandi, gróðrarmikil og lívgevandi eind, er sera virkin, og menniskjuni liva í henni. Tann andaliga mentanin er ein natúrligur partur í gerandisdegnum. Mentanin verður ikki eins og hjá tykkum at stytta sær stundir ella ein gulltrúnumentan, men her verður mentanin nýtt í tí andaliga virkna lívinum. Her eru vit øll tænarar. Eingir valdsharrar, hvørki í manna- ei heldur í eingla- líki, fáa heimstað her. Børnini og ungdómurin verða sett í heiðursplássini. Sannur javnrættur ræður og øll verða vird eins. Eitt løgið samfelag, hugsaði abbi, og hann kundi ikki rættiliga skilja, at hetta kundi bera til, men hesin gamli maðurin helt áfram at greiða abba frá hesum fyri honum løgna samfelag. Vegurin til tað sanna frælsið – sannleikan – knýtir hesi menniskju sam- an, og javnrættarandin blæsir solidariska gróðra- lýðku hvønn morgun gjøgnum hetta samfelag. Hvør einstakur kennir seg sum tað neyðugasta klípi í hesum samfelagnum og tessvegna grettir ikki, at júst tey smæstu klípini verða gjølla eftirhugd og verða vard. Onki klípi við hesi umhugsan og kærleika fer fyri skeyti. Grundstuð- ulin undir hesari skipan eru júst tey smæstu og neyðarsligu klípini. Her valdar tað fullkomna brøðralagið. Tænaraandin og tænaravirksemi eru tey berandi liðini, og út frá hesum sprettur júst sam- hugin. Fyribrigdi rík, fátæk, høg og lág, yvir og undir eru ikki til, vegna tess at stjala, snýta, gera sær dælt av, finst ikki í hesum full- komna samfelagnum, í he- sum tænarasamfelagnum. Eingin ger nakað fyri at vinna sær heiður og rós. Tað, ið hvør einstakur ger, er fyri at tæna heildini. Ein spaki verður eins nógv Lítillátað urtin at sjá ó hóttandi bergi stendur óveðrið herjar – lúta má ongar hjálpandi hendur ódnarveður – urtin tó blómar. Tá myrkrið nívur teg í ljósinum tú hana hómar leiðir teg á lívsins veg ófriðarmeingin á ferð ófrættaskýkloddar reika upp í bergi ber byltingin mikla man leika urtin í summarsins skrúð fáur tó gætur gevur neyðarslig í einsemisbúð árvakin – aldri hon svevur rættvísislogin brimandi brennur meinaleyst marglæti innan gátt fossandi einbýlisrensl, ið rennur sjálvsøknisringrásin missir sín mátt frælsið á kærleikans leið friður, gleði urtina skoða djúphugsni fastan steig í eystri sæst sólin roða við barnaeygum tú urtina skoðar lítil í vavi tó stinn og sterk rættvísis stríðsandin logar ljómfagurt kærleikans verk í fagrasta blóma um jólatíð tá brimið í bergi man stá urtin tó friðsæl, von og blíð geislandi víða at sjá jólanna boðskapur urtina fevnir gløggskygna eyga vil hana sjá framskygni á frælsisleið stevnir urtin í bergi rótfest vil stá. Sólmundur Joensen 2001 Urtin Dreymurin um eitt solidariskt samfelag! Myndina hevur Steffan Danielsen málað. Hon er úr bókini Føroysk myndlist Tilvildarlig mynd 30 Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001 Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001 31