Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 22. desember 2001 45 Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystir til Skaðastovuna Fast starv sum sjúkrasystir á skaðastovuni er leyst at søkja til setan 01.februar 2002.Talan er um eitt hálvtíðarstarv uttan vaktir. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00-16.00 mánadag til fríggjadag. Førleikakrøv: • Prógv og góðkenning sum sjúkrasystir • Faklig vitan og royndir í kirurgiskari og medis- inskari sjúkrarøkt • Faklig vitan og royndir í akuttum arbeiði • Góð samstarvsevnir • Áhugi fyri fakligum avbjóðingum Vit bjóða: • Eitt arbeiði við nógvum fjølbroyttum uppgáv- um • Eitt dynamiskt arbeiðspláss • Góða innleiðslu Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Nainu Túgvustein deildarsjúkrasystir, tlf 313540, lok 138 ella til Ceciliu Vestureið, yvirsjúkrasystir, lok. 499. Umsóknarfreistin er: 4. januar 2002, kl. 12.00 Er hetta nakað fyri teg, so send eina skivliga umsókn við avriti av prógvum, autorisatión og viðmælum til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin J.C. Svaboesgøta 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar og almanna- og heilsuatstøðingar Á B6 eru fleiri føst størv sum sjúkrasystrar og almanna-og heilsuatstøðingar í blandaðum vakt- um, leys at søkja til setan sum skjótast eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, men møguleiki er fyri at avtala niðursetta tíð. Deildin hevur leingi, tó serliga hesa síðstu tíðina, verið merkt av eini truplari hendingagongd, sum hevur ført við sær,at flestu starvsfólkini hava sagt seg úr starvi. Tí skal deildin byggjast upp av nýggjum, møguliga við øðrum uppgávum. Tørv- ur er tí á starvsfólki, sum hava hug og evni at seta í verk nýggj tiltøk. Fyri at geva teimum verandi og nýggju starvs- fólkunum eina góða byrjan saman, verður sett í verk felags innleiðsla til tær komandi uppgávurn- ar í deildini. Deildin tekur, sum nú er, ímóti innkallaðum og akuttum sjúklingum alt samdøgrið.Hon hevur 18 seingjarpláss og hevur hesar sergreinar: • gastroenterologi • neurologi • endokrinologi • onkologi • hæmatologi Møguleiki er tó fyri at tað í samband við endur- skoðanina av deildini verða framdar broytingar í hesi samanseting. Væntað verður at tey starvs- fólk, sum sett verða tola hetta, og positivt verða við at leggja til rættis og fremja broytingarnar í verki. Vit søkja eftir sjúkrasystrum og almanna-og heilsuatstøðingum, sum hava: • viðkomandi útbúgving • hug til at menna seg innan hesar sergreinar • góð samstarvsevnir • positiva menniskjaáskoðan • áhuga fyri at vegleiða teimum lesandi • evnir til at arbeiða við broytingum Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Helenu Dahl Olesen, deildarsjúkrasystir á telefon 31 35 40, lokal 106 ella Ásu Poulsen, yvirsjúkra- systir, lokal 300 ella e-post asap@ahs.fo Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála Fíggjarmála- stýrið og viðkomandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er: 2.januar 2001 kl.12.00. Er hetta nakað fyri teg, so send eina skrivliga um- sókn við avriti av prógvum, fyri sjúkrasystrarnar autorisatión og viðmælum til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Fysioterapeutur søkist til Fysiurgisku deild Søkt verður eftir fysioterapeuti at arbeiða fulla tíð frá 01/02-2002 ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroyskir Fysioterapeutar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til fysiurgisku deild tlf. 455463 lokal 301. Umsókn við avriti av prógvi og autorisatión verður at senda til umsjónarmannin, Klaksvíkar Sjúkrahús, FO-700 Klaksvík, í seinasta lagi 14/01-2002. Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík 45 C M Y K 44 Í klassisku etisku tradi- tiónini finst eydnan ikki í tí uttara, so sum ríkidømi, vald, æra og likamlig væl- vera. Hjá Sokrates, Platon, Aristoteles og Epikur liggur eydnan í einum sjálvum, sum ein innara kensla og ein sálarlig støða. Vit kunnu á sama hátt tosa um, at ein persónur hevur tvey løg av dygdum, tær innaru og tær, ið finnast á skræðuni. Tær innaru eru nærri kjarnanum í einum sjálvum og bert verulig trá kann bíta á hendan partin av okkum, ið kemur av okkara grundlyndi og innastu trá. Um tað eydn- ast, at finna fram til hetta innan í okkum, so finna vit ikki bert eydnuna, men okkum sjálvi. Sokrates, Platon og Ari- stoteles vóru samdir við stoikarunum í, at menniskj- ans dygd var ein avgerandi støða, ið sálin mátti skyna á. Dygdin var tengd at skynseminum og at praktiska skilinum, ið aftur savnar seg um dygdir sum mót, hovsemi, rættvísi men fyrst og fremst vísdóm. Epikur sá innara kjarnan av eydnu sum njóting, fráveru av pínu og væntandi strongd. Eisini Epikur var samdur í at dygdin var umráðandi, men ikki á annan hátt, enn at dygdin kundi leiða ein fram at málinum, ið er njóting. Trupulleikin við klassisku traditiónini, serligani henni hjá Epikur, burtursæð frá at próvgrundirnar ferðast í ringrás, er at eydnan bert er frávera at pínu og strongd. Kanska serliga hetta, at eydan ikki bert er óvirkin njóting, tí eydnan er ikki statisk, men virkin. Eydnan er virksemi: at vera á lívið og fremja lívið í veruleikanum, og at liva út frá innastu, tí mest uppruna- liga og veruliga partinum av sjálvum sær. Eg havi í hesum seks brotum roynt at givið eina stutta innføring í klassisku lívsheimspekis traditiónina innan etik og heimspeki, samstundis sum eg havi roynt av birta hugskygni, sjálvsrannsakanina og presentera nakrar almennar tankar um lívið, men tað er ikki fyrr enn nú vit koma til modernaða lívsheimspeki. Modernað lívsheimpeki hevur ikki so nógv at gera við lívfrøði, annað enn at vit eru lívrunnin. Lív merkir eisini, at vit bert eru til eitt bil. Lívið merkir tí serliga lívrás og lívssøga. Soleiðis hevur lívfrøðin sjálvandi ein týdning — vit eru bert okkurt ímillum føðing og deyða. Modernaða lívsheimspekin er ikki statisk, og arbeiðir tí serliga við tíðarfatan okkara, og við hugtøkum sum t.d. vøkstur, menning og aldring. Lívsheimspekin í dag viðger eisini tað, stutt sagt, at vera livandi, mótvegis at vera andaliga heil- ella hálvdeyður. Tað er hesin týdningur, ið kemur fram, tá vit tosa um at vera lívlig, full av lívi, kát osfv. Aftanfyri slíkar kenslur bylgjast kenslur sum lívshugur, lívsgleði, lívsmót, friðloysi, lívsleiði, hugstrongd, ótti, mótloysi osfv. Munurin á eldri lívs- heimspeki og tí meiri modernaðu, er at klassiska heimspekin hugsar mest um skinsemi, vísdóm, dygdir, meðan modernaða heimspekin serligani roynir at fata sjálvt tað at vera til sum menniskja. Henda veran, er lýstir av Spinoza, Haman, Herder, Novalis og Schopenhauer. Serliga blomstraði ein ávís lívs- heimspeki í seinnu helvt at 18. øld. við spekingum sum Nietzsche, Dilthey og Bergson. Ein onnur kós er hin eksistensialistiski, ið mest kemur frá Kierkegaard, Heidegger, Satre og Camus. Mangan halda fólk, at heim- speki er hin reina ógudiligheit, men tað finst eisini ein sterk kristin lívsheimspeki, ið vit kenna frá t.d. Kierkegaard, Buber og Marcel. Fyri at skilja hvat m.a. Satre hava at bjóða er neyðugt, í stuttum, at kenna modernaðu traditiónina, serliga Schopenhauer og Kierkegaard. Sopenhauer helt at handan alla stundan og trá liggur ein vilji. Viljin er tað veruliga, meðan allir aðrir lutir bert eru tað, ið vit fáa at trína fram gjøgnum viljan. Vit kunnu bæði hyggja at okkara kroppi sum eitt ting og samstundis út frá intitutiónum okkara merkja okkum sjálvi sum meiri enn materia. Henda trongd er ein hugur til sjálvbjargni, ið er tengdur at tilviti okkara. Schopenhauer meinti, at vit eiga at gera okkum leys av allari trongd, ið bert vil døma okkum til eitt lív, ið ferðast ímillum líðingar- kenda misnøktan og fulnað, sum bert endar sum ein plága og reint keðsemi. Frælsi er at finna í fagurfrøðiligari inntonktari hugleiðing, reinari hugleiðing og áhugaleysari skoðan. Nú árið er um at verða liðið, eru nakrir mánaðir farnir, síðani ES fundin í Gøteborg. Og áðrenn vit síggja nøkur úrslit frá fundinum, eru dóm- arnir komnir í stríðum streymi. Og hvør er so Hannes, sum yvirskriftin sipar til? Jú, hesin læknasonurin úr hægri stættini var so óheppin at blaka tann steinin, sum fekk bikarið at flóta yvir: Hannes Westberg bleiv skotin! Av løg- regluni í einum superdemo- kratiskum landi. Og sum stein omaná byrðu, so fekk Hannes ein fongsulsdóm uppá 8 mán- aðir. Sjúkralegan verður ikki frároknað. So í hesum døgum, eru tað nógv sum spyrja, hvat tað var ið hendi? Hesin fundurin, sum skuldi byrja nakað nýtt, bæði fyri ES politikarar og øll tey sum ikki eru samd við rákinum í dag, endaði við at tosað verður um alt annað, enn tað fundurin snúði seg um. Í staðin verður tosað um anarki, løgregluharðskap og facismu. Ikki um hvussu vit fáa deilt ríkidømi eitt sindur rættvísari. Ikki um hvussu vit metta heimin. Og so slett ikki um fundarúrslit. Persson var her. Somuleiðis Prodi. Og ikki at gloyma Bush. Og annars alt sum kundi krúpa og ganga av byrokratum, politikarum og embætisfólkum. Og trygdin var í hásæti. Sigsauer pistólirnar vóru væl- smurdar, og undantak var givið Secret Service at bera vápn á svenskum gøtum. Staðið har alt skuldi henda, var Svenska Mässan, og Liseberg yvir av bleiv stongt. Trý røð av girð- ingum vóru settar upp. Framm- an fyri girðingarnar skuldi løgreglan halda skil á. Komu fólk inn um fyrstu og aðru girðing, skuldu trygdar- vørðarnir frá Falck og Securitas taka hesi. Og komu fólk inn um aðru og triðju girðing, skuldu Secret Service á takinum syrgja fyri at hesi ikki komu víðari. Men við Svenska Mässan hendi ikki nógv. Nøkur lógvatak og nøkur góð bíløt. Annars ikki nógv annað. Í staðin bleiv tað Avenyin og Vasastan sum komu á forsíðurnar um allan heim... Säpo, sum er svenska trygd- arløgreglan og fregnartænasta, hevði sett upp sína metan av hvat kundi henda, men tað tók eingin í álvara. Slíkt kundi ikki henda í Svøríki. ”Ä dö go’ ell- er?” sum gøteborgarar taka til. Og mest nýtta vápnið móti mótmælisgongum, bilurin við vatnkanón var ikki at síggja. Ikki so merkiligt, tí svenskarar áttu ongan. Ongantíð hevur tað verið brúk fyri einum sovorð- num, men nú eiga svenskarar ein. Og so gekk annars alt av hundanum til. Ríðandi løg- reglan, sum var úti á gøtunum, mest sum til pynt, rann brádliga fyri lívinum. Nýggju løgreglu- bilarnir blivu steinaðir og kopp- aðir. Familjur við barnavognum runnu, so roykur stóð frá hjól- unum. Og McDonalds, á Avenyini, seldi ikki fleiri burg- arar tað vikuskiftið, og heldur ikki Jameson pubbin, har Terji Rasmussen onkuntíð hevur spælt, skonkti nakra øl. Í staðin gjørdist henda stásiliga gøta ein vígvøllur, har stríðið gekk aftur og fram, so hvørt sum liðini bæði, løgregla og mótmælisfólk viknaðu og styrktust. Og óveru- ligt var at síggja, hvussu ófrið- arkropparnir valdu sær løg- reglufólk út, eftir nummarinum á hjálminum at kasta gøtu- steinar eftir í skipaðum ríðum, til at enda løgreglan fór at skjóta við skørpum. Og í øllum íbúðunum fram við Avenyeni, sótu fólk í vindeygunum, hugdu og tóku myndir av hesum syrgiliga dysti. Hvussu var og ikki, hetta vikuskiftið sum skuldi broyta alt, broytti alt uttan tað sum skuldi broytast. Nýggjar lógir eru gjørdar, sum ógvusliga skerja rættindini hjá friðarligum mótmælisfólkum, at skipa fyri fundum í sambandi við topp- fundir. Og eingin minnist, hvat tað var sum bleiv avrátt á fund- inum. Tað einasta vit minnast, er rokið... Og neyðars Hannes, ið bleiv sagdur bert verða á veg á eina kafé (í skíðhúgvu???), tók ein stein og blakaði eftir løgregluni, og bleiv skotin og næstan dripin, situr nú í geglinum, har hann hevur fingið átta mánaðir at hugsa seg um í, og skammast. Og kanska hann hugsar, um steinurin hann blakaði, kanska fór nógv longur, og rakti nógv meira, enn Hannes nakrantíð kundi ímyndað sær... Neyðars Hannes TELDUBRÆVIÐ Frá: Signar í Homrum, sihep@algonet.se Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Lívsheimspeki Málbitin “Í tráð við” Hvussu ofta ið sagt verður og skrivað “í tráð við”, er og verður tað óføroyskt. Hetta eigur at verða lagt av sum skjótast! Hetta er rættiliga nýkomið úr donskum, har tað eitur “i tråd med” og helst einki samband hevur við “tráð”, men heldur orð, ið merkir ‘gongu- lag’ el.tíl. (smb. at troða). Á føroyskum kundi hetta eitt nú verið orðað í samsvari við el. samsvarandi. Bygdanøvn Sýnið fólki tann sóma at fara rætt við nøvnunum á bygdum og býum teirra og annars øllum staða- nøvnum. Eitt bygdarnavn, ið varð illa viðfarið herfyri, var Ljósá. Navnaformar, ið hoyrdust, vóru m.a. “av Ljósáum”, “á Ljósáum”, “í Ljósáum”, “úr Ljósáum”. Einki av hesum sniðum og fyrisetingum er í nánd við at vera á rættari leið. Bygdin eitur við Ljósá, og ein sum er úr teirri bygdini, er tí frá Ljósá . Áin er bert ein! Man tað ikki vera navnið á granna- bygdini sunnanfyri, sum verður vavt uppí. Hon eitur í Svínáum. Dalenni er hvørkikynsorð og er tí óbroytt í bending uttan í hvørsfalli, har sum tað eitur Dalennis. Tí var tað heldur enn ikki ótýdligt at síggja hetta í einum blað: “Smærri nøgdir av trolfiski frá Dalenna (!)”. Úr Orðafari nr. 3, 1987 Kim Simonsen skrivar 32 Sosialurin Nr. 248 - 22. desember 2001