fríggjadagur 4. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 2 • fríggjadagur • 4. januar 2002 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Máling, lakk og lím
innihalda ofta stórar
nøgdir av organiskum
upploysingarevnum
og øðrum heilsu-
skaðiligum evnum
Hesi evni kunnu elva til
ørilsi, høvuðpínu og and-
ingarneyð, og í ringasta føri
skaða livur, nýru og heila.
Tað er tí av sera stórum
týdningi at vera ansin, og at
leggja seg eftir altíð at velja
minst vandamiklu evnini. Á
íløtunum eru nakrar so-
nevndar Mal-kodur, sum
siga brúkaranum hvørji
fyrivarni eiga at takast,
áðrenn skjøtil verður settur
á arbeiðið.
Um Mal-
kodurnar
á íløtunum
At anda í seg
Talið, sum stendur áðrenn
bindistrikuna,
vísir
til
vandan við at anda evnið í
seg. Hægri talið er, tess
hægri er vandin. Mátistigin
gongur frá 00 til 5. Vørur
við Mal-kodunum 00-, 1-
og 2- kunnu verða nýttar
innandura. Vørur við Mal-
kodu 3- eiga, sambært
nýggjum reglum, innan-
dura bert at nýtast til bæði-
rúmsgólv og -veggir. Vørur
við Mal-kodunum 4- og 5-
eiga av privatfólki einans at
nýtast uttandura.
At fáa evnið á húðina
Talið, sum stendur aftanfyri
bindistrikuna,
vísir
til
vandan við at koma í bein-
leiðis samband við evnið.
Hagri tal, hægri vandi. Her
gongur stigin frá 1 til 6. Eitt
evni sum hevur Mal-kod-
una -1 er vatnkent, -3 og -4
merkir sýra ella etsandi
løgur og krevur handskar
og verndarbrillur. Vørur,
sum eru merktar við -5 og -
6, kunnu geva ovurvið-
kvæmi og krevja serlig
verndartiltøk.
Grøn ráð um máling,
lakk og lím
- Nýt vatnbaseraða máling
og lakk. Vel evni at taka
máling burtur við, við so
lágari Mal-kodu sum gjør-
ligt, t.d. 00-1. Lægri Mal-
kodan er, lægri er innihaldi
av organiskum upploysing-
arevnum.
- Um tú setir penslar á
blot í glasíløtum við ter-
pentin, legg so ein plast-
posa útyvir, lat posan væl
aftur og set tað soleiðis at
børn ikki sleppa framat tí.
- Um pensilin ikki skal
nýtast fyribils, er brún sápa
eitt fínt alternativ til sera
vandamikla terpentinið ella
reinsibensinið.
Gníggja
pensilin við brúnari sápu og
legg hann í ein afturlatnan
plastposa. Fáar dagar seinni
er pensilin reinur.
Kelda: Grøn Information
Máling, lakk og lím
Her eru nøkur góð ráð, tá ið
tú keypur og nýtur sápur,
vátserviettar, blæur, suttur
og tannkrem til børn
Børn upptaka skjótari heilsu-
skaðilig evni enn vaksin. Sápa,
krem og sjampo til børn innihalda
ofta anga og haldevni, hóast nógv
børn ikki tola hesi evni.
Blæur
Keyp blæur við norðurlendska um-
hvørvismerkinum "Svananum".
Keyp blæur við ongum luktilsi
ella kremi.
Suttur
Skolda sutturnar áðrenn tær verða
tiknar í nýtslu.
Sápa, krem og sjampoo
Nýt ikki evnir (sápu, krem, sjam-
poo, salvur o.s.fr.) við anga og royn
eisini at sleppa undan haldevnum.
Keyp evni við norðurlendska um-
hvørvismerkinum "Svananum"
Tannkrem
Flour er í tannkremi og saman við
regluligari tannbusting verjir hetta
móti holum í tonnurnum. Smábørn
duga ikki so væl at spýta út og at
skola munnin við vatni, og tí
svølgja tey ofta tannkremið. Av tí at
flour kan vera heilsuskaðiligt, eiga
vit einans at nýta eina mongd, ið
svarar til eina lítla ert.
Vátserviettar
Nýt ikki vátserviettar við anga til
børn. Nýt vatn og einnýtislappar av
skúmgummi í staðin.
Tað er sum oftast bara neyðugt at
nýta sápu, tá ið barnið hevur kukka
í blæuna. Nýt tá eina milda
barnasápu uttan anga.
Tak ein vátan lappa ella einnýtis-
lappa í plastposa við út, í staðin fyri
vátserviettar.
Meir fæst at vita á heimasíðuni hjá
Grøn Information:
www.greeninfo.dk, ella í
faldaranum hjá danska um-
hvørvisstýrinum: Kemi i børns
hverdag
Børnini og vandamiklu evnini
Blóman er umhvørv-
ismerkið hjá ES, eins
og Svanin er merkið
hjá Norðurlondum.
Risastóri klædna-
ídnaðurin dálkar sera
illa, og nógv vanda-
mikil evni verða nýtt í
framleiðsluni
Keypið klæði við Blómuni!
Hetta var boðskapurin í
einum stórum upplýsingar-
átaki, sum danska um-
hvørvisstýrið stóð á odda
fyri í 2001. Endamálið við
átakinum var, umframt at
upplýsa um umhvørvis-
merking, at økja um eftir-
spurningin av umhvørvis-
góðkendum vørum. Og
samstundis at styrkja søl-
una av umhvørvisvinar-
ligum klæðum.
Blómuklæði eru betri
Blóman
er
umhvørvis-
merkið hjá ES, meðan
norðurlendska merkið er
Svanin. Blómumerkið ger
tað lættari at keypa røttu
klæðini. Blóman tryggjar at
klæðini eru framleidd við
færri litingarevnum við
tungmettalum,
krabba-
meinselvandi litingarevn-
um, klori, formaldahydfrí-
gevandi løgi og PVC-prenti
t.d. á blusum til børn.
Brúkarin kan gera
mun
Vit brúkarar kunnu gera
mun, og við at spyrja eftir
umhvørvismerkjum, fáa vit
óbeinleiðis
ávirkan
á
hvussu vøran verður fram-
leidd og viðgjørd - úr
vøggu í grøv. Frá tí løtu at
fræðið av bummulsplantuni
á fyrsta sinnið sær dagsins
ljós og til klæðini verða
burturbeind í hinum enda-
num. Eftirspurningurin eft-
ir umhvørvismerktum vør-
um, eru tekin til framleið-
ararnar um, at vit ynskja
reinari vørur. Hesin eftir-
spurningur fer so aftur til
fyrstu liðini í framleiðsluni,
og gagna vónandi í seinasta
enda
umhvørvinum
og
fólkaheilsunni.
Umhvørvismerkini
Svanin og Blóman
Blóman hjá ES og norð-
urlendski Svanin eru at
finna á nógvum gerandis-
og nýtsluvørum. Matur,
drekka og heilivágur kunnu
ikki verða merkt við Svan-
anum ella Blómuni.
Allar vørur tyngja um-
hvørvi so ella so. Undir
framleiðsluni, tá ið tær
verða nýttar ella tá ið tær
verða burturbeindar. Blóm-
an og Svanin vísa hvørjar
vørur eru minst tyngjandi
fyri
umhvørvi,
hóast
góðskan á vøruni ikki er
lækka. So tá ið tú keypir
eina merkta vøru, eggjar tú
samstundis framleiðararnar
til at framleiða fleiri burð-
ardyggar vørur.
Í dag eru næstan 1300
umhvørvismerktar vørur á
danska
marknaðinum.
Flestu vørurnar eru at finna
innan bólkin pappír. Har-
umframt eru merktar vørur
innan hvítvørur, battaríir,
reingerð og vask, máling,
klæði,
sjampoo,
sápa,
bygging og innbúgv og
prentlutir.
Krøv til vøruna
Tað er upp til framleiðarar
og innflytarar sjálvar, at
søkja um at fáa eina um-
hvørvisgóðkenning.
Teir
skulu sjálvir prógva at
vøran lýkur krøvini, sum
eru ymisk frá bólki til bólk.
Krøv kunnu setast til mangt
og hvat, so sum: Má ikki
innihalda evni, sum bróta
niður ozonlagið, má ikki
innihalda tungmetal, skerd
nýtsla av vandamiklum
kemiskum evnum, orku-
sparandi, kann endurnýtast
og minkar um ruski. Krøv-
ini verða mett av nýggjum
triðjahvørt
ár,
fyri
at
tryggja at vørurnar fram-
haldandi verða útviklaðar
rætta vegin.
Fakta um Blómu- og
Svanamerkt klæði
Bæði Blóman og Svanin
hava reglur fyri klæði.
Krøvini eru eitt sindur
ymisk, men felags fyri tey
er, at klæðini eru millum
tey umvhvøvisvinarligastu
á
marknaðinum.
Bæði
merkini seta krøv til góðsk-
una og haldgóðskuna, form
og lit. Enn eru einans klæði
við Blómuni á markn-
aðinum, meðan Svanin
verður nýttur til vaskievni.
Kelda: Danmarks Aktive Forbrugere
Klæðir við umhvørvismerking
Frá fríggjadegi 4. januar til hósdagin 10. januar
Stand-in for mord
Sjómanssendingin Vitin
Nýggjárskonsert úr
Norðurlandahúsinum
Nærkontakt af 3. grad
Rót ella rútma
Eftir nýggjár er vanligt at
ynskja hvør øðrum gott
nýggjar, so tað verður
hervið gjørt! Í hesum
ynskinum liggur ein vón
um okkurt gott. Eitt líka
gott ár sum undanfarna ár,
ella kanska betri.
Jólahald og nýggjárs-
hald hava sjálvsagt merkt
skráirnar hjá loftmiðlun-
um farnu vikurnar. Og
nógvar áhugaverdar send-
ingar hava verið. Bæði í
sjónvarpi og útvørpum. At
taka allar fram er ov
rúgvusmikið. Havi heldur
ikki havt stundir at leggja
eygu og oyru til alt, ið
sent hevur verið, tí so
gjørdi ein ikki nógv ann-
að.
Men eitt frískt lot var
tað at fáa í stovuna, tá
sendingarnar um Fíu og
sólstrondina komu á sjón-
varpsrútin. Ein lívsjátt-
andi sending um hetta
konubrot, ið greiddi frá
um lív sítt langt frá høv-
uðsstaðnum, men sum tó
hevur verið alt annað enn
keðiligt, og sum heldur
ikki er tað nú, ið árini eru
mong, og vetrarmánaðirn-
ir fara í summarhúsinum í
Spania.
Tað er so vælsignað hjá
okkum øðrum skræðu-
gákum at síggja og hoyra
fólk, ið ikki himprast,
men gera júst sum teim-
um lystir. Og júst sum
okkum sjálvum lysti at
gjørt, høvdu vit møgu-
leikan, ella bara eitt sind-
ur av dirvi.
Bravo!!
Rót(órudd) ella rútma
Áhugaverdu sendingarnar
hava verið nógvar farnu
vikurnar, t.d. prátið við
jólagestin Carl hjá Talis.
Mær untist tíverri ikki
at fáa alt við, ið sent varð
nýggjársaftan, men helst
eru tey mong, sum eru í
somu støðu, og tí bíða
spent eftir endursending-
unum.
Tað
sigst,
at
útvarpsskemtið var gott.
Sá bert brot av sendingini
í Svf, Hatta var hatta, ið
enn einaferð — um vit
hugsa um vertirnar —
tyktist nýggj og slóð-
brótandi. Og sum tí ikki
bert fær góð orð við á
vegnum frá øllum. Eg
gleði meg til endursend-
ingarnar, so eg betri kann
døma um.
Men hetta við hesum
nýggja leiðir meg til yvir-
skriftina, ið als ikki er ein
roynd at leggja eftir Petur
Rouch og hansara frálíku
sending
fyri
country-
fjepparar. Summi kalla
hana Rouch og rútma.
Nei, heldur er hetta ein
fátækslig roynd at spæla
eitt sindur við orðini. Rót
(órudd) ella rútma.
Tí, er tað ikki so, at vit
eru so fegin um (kanska
meira enn nøkur onnur
tjóð), at sendingar liggja
júst har tær liggja og eru
júst sum tær eru? So vita
vit hvar vit flóta. Døgurð-
in fæst nærum ikki niður
hjá mongum, uttan eitt
álop á Bin Laden og ann-
að úr somu skuffu.
Dagur og Vika er fast
akkerspláss flestu viku-
dagar.
Miðlaskráirnar
halda skil á degnum.
Men skuldu vit valt
millum óskipað viður-
skifti ella rútmu, hvat so?
Jú, óivað høvdu vit valt
rútmuna.
Men kanska ein meira
brennandi spurningur er,
um ikki henda rútma hev-
ur rurað bæði lurtar-
ar/hyggjarar og miðlar í
svøvn. Er ikki heldur
langt ímillum í ÚF til
dømis, at vit skakast, er
ikki tað mesta bakgrunds-
musakkur? Sjálvt tíðinda-
stubbar við fleiri deyðs-
føllum fána. Hvar eru
sendingar, sum bróta úr
nýggjum? Sum savna ung
sum eldri?
Ofta verður spurt og
sammet við gomlu V4
sendingarnar, við bein-
leiðis undirhaldi kring
landið. Kanska er ikki
rætt at krevja eina so
krevjandi sending aftur á
skránna regluliga, men
kanska okkurt, sum líkist.
Kanska
sendingin
Relax hevur verið ein slík
roynd, við ymsum úrslit-
um, men hon er blivin
betri og betri og eigur
helst at fáa loyvi at menna
seg.
Ynskini um gott nýggj-
ár eru skotin í luftina við
vón um nýggj stjørnuskot
og við vón um rúmd fyri
nýhugsan — bæði rútm-
uni og tí meira rótuta, tí
móti vári vakna allar ver-
ur aftur úr dvala.
Dagfinn
Olsen
ummælir:
Skjulte Spor
Felagin hjá Michael Olsen verður
skorin á háls, tá teir eru í holt við at
handtaka ein innbrotstjóv. Michael
veðrur sendur til Turkalands at koma
fyri seg í eina viku, men hevur tað
verri enn so ikki gott, tá hann kemur
heim aftur og verður sendur út til eitt
lík í eini park. Líkið vísir seg at vera
ein kvinna, ið eisini er vorðin
meiðslað. Michael verður ógvuliga
illa við, tá hann sær tað myrdu, og
Henriette mistonkir hann fyri at vita
meira enn hann fortelur.
Mánakvøldið kl. 21.05
Fríggjakvøldið kl. 00.25
Leygarkvøldið kl. 30.30
Leygardagin kl. 17.00
Sunnukvøldið kl. 19.30
C
M
Y
K
12